Luftbyrsumaðurin leyslatin

27 ára gamli maðurin, sum í seinastu viku skeyt ein bil í R.C. Effersøesgøtu í Havn, varð leyslatin fríggjadagin

Tað var ikki mett, at neyðugt var at halda 27 ára gamla manninum í arrestini longur, og tí varð maðurin, sum týsdagin skeyt rútin á einum bili í R.C. Effersøesgøtu í Havn, leyslatin um vikuskiftið.

Sambært løgregluni eru allir partar í málinum avhoyrdir, og tað er staðfest, at svartsjúka var orsøkin til, at maðurin – sum í rættinum greiddi frá, at heimurin hjá honum var brotin saman, nú daman var farin frá honum – skeyt eftir bilinum hjá einum manni, sum hevði havt ávíst samband við fyrrverandi unnustuna hjá 27 ára gamla manninum.

Hann greiddi eisini frá, at hann var á rondini til nervasamanbrot.

Løgreglan veit nú, hvussu leikur fór fram, og hóast kanningararbeiðið ikki er heilt liðugt, so var ongin orsøk at halda 27 ára gamla handtiknan longur.

Eisini er greitt, at onkur av teimum fýra monnunum ætlaði at rýma við einum fiskiskipi, tá teir høvdu skotið, men at hetta bleiv av ongum, og skipið varð tí seinkað til fiskiskap. Men hetta vil løgreglan hvørki vátta ella avsanna.

Revsiramman er fýra ár, men helst verður revsingini ikki so hørð, hóast tilburðurin kundi verið vandamikil, um umstøðurnar vóru eitt sindur øðrvísi.