Landsliðsvenjarin hjá monnunum, Fridolin Bic, var væl nøgdur við innsatsin ímóti Guernsey, hóast hann hevði ynskt sær harðari mótstøðu.
– Eg kundi hugsað mær, at mótstøðuliðið kundi verið eitt sindur betri, men ein sigur er ein sigur, og tað fegnist eg sjálvandi um. Vit spældu okkara spæl allan dystin. Og vit spældu stórt sæð alla tíðina, júst sum tað skal gerast ímóti einum verri liði, segði hann.
– At teir í triðja setti lesa servuna hjá okkum, er sum so ofta, at mótstøðuliðið venur seg við servurnar hjá hinum. Tað, sum var gott í dag, var at vit ongantíð lagaðu okkum eftir teimum, men royndu at spæla so væl, sum vit kundu.
Ein av spælarunum á føroyska liðnum, Bjarki Enni, spældi í gjár sín fyrsta a-landsdyst, og hann var nøgdur við avrikið og úrslitið:
– Vit servaðu ótrúliga væl fyrstu tvey settini og teir høvdu ikki so góðar móttøkur. Í triðja setti skiftu vit nógv út, og servurnar vóru kanska heldur ikki so góðar, segði Bjarki, sum hevur vant alla tíðina, síðani liðið var úttikið. Tí var hann eisini klárur, tá brúk var fyri einum manni í evstu løtu, tí Rúni Weihe noyddist at geva avboð.