B68 hevur gjørt kvettið

Ein av avgjørdu lyklaspælarunum hevur skrivað undir nýggjan sáttmála

Ein av teimum, sum átti heilt stóran leiklut, tá ið B68 eftir summarsteðgin skavaði so mikið nógv stig saman, at tað so at siga leyp av í kappingini um at sleppa undan niðurflyting, var málverjin Rói Mørk Hentze.

 

22 ára gamli Rói Mørk Hentze var fyrstu ferð á B68 liðnum í ólavsøkuumfarinum, tá ið toftamenn vunnu 1-0 í Fuglafirði, og hann var 11 ferðir á liðnum, sum hetta tíðarskeiðið vann 16 stig.

 

Eingin ivi er um, at tað var ikki minst Róa Mørk Hentze í málinum fyri at takka, at ein so stórur partur av stigunum varð vunnin hesi 11 umførini. Rói var stinnur á strikuni, og hann var góður í brotsteiginum, umframt at hann samskifti væl við verjuna og var við til at fáa tryggleika í verjupartinum.

 

Í kvøld skrivar B68, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Róa Mørk Hentze, sum harvið verður B68 málverji bæði í 2022 og 2023.

 

Rói Mørk Hentze er uppvaksin í B36, og sambært faroesoccer.com hevur hann spælt 44 dystir í bestu deildini og sjey dystir í kappingini um løgmanssteypið. Hann hevur fýra ferðir vart málið á U-21 landsliðnum.