Kappróður
Tað var einki at rafla um. Sum á norðoyastevnu so vann Sílið sannførandi sigur í kappingini millum dreingjabátarnar.
Sílið fekk góðan start. Junkarin og Havfrúgvin fylgdu væl við fyrstu løtuna, men so við og við dró Sílið frá kappingarneytunum.
Junkarin royndi fleiri ferðir at svara aftur. Onkra ferðina var um reppið, at Junkarin fekk um róðrið á Sílinum, sum so svaraði aftur, og í endaspurtinum var meiri enn leyst frá Sílinum og aftur til kappingarneytarnar.
Havfrúgvin var væl við fyrstu løtuna, men tað eydnaðist ikki vestmannadreingjum at vinna næstfremsta plássið frá Junkaranum. Harvið var vinnarin tann sami, sum hann var á norðoyastevnu, meðan Junkarin, sum á norðoyastevnu var nummar trý, hesa ferð vann næstfyrsta plássið frá Havfrúnni.
Í fjør vann Havfrúgvin FM, og Sílið vann silvur. Tá var Sílið fremst á norðoyastevnu, meðan Havfrúgvin, sum var næstfremst á Norðoyastevnu, vann á sundalagsstevnu. Soleiðis gekk tað ikki hesa ferð, men enn er eingin orsøk at avskriva allan spenning.