Hýrurin var sera góður millum ídnastu áskoðararnar hjá Víkingi, tá Sølvi Vatnhamar tók av møguleikanum. Átta minuttir restaðu í, tá miðvallarin sendi leðurkúluna avstað úr 20 metrum. Tórður Thomsen, málverjin hjá B68, tóktist hava tamarhald á støðuni, men bólturin snýtti onkursvegna málverjan. Víkingur var á odda 2-1 og stevndi móti sigrinum.
Tað vóru annars ábendingar um, at toftamenn aftur hesa ferð fóru av vøllinum sum sigursharrar í Norðagøtu. B68 vann seg víðari í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið mikudagin. Toftamenn vunnu brotssparkkappingina á Víkingi í Norðagøtu.
Ibrahima Camara legði B68 á odda í fyrra hálvleiki. Framherjin var fyrstur á bóltinum, tá Kristian Anthon Andreassen hevði stútað bóltin á tvørtræið.
Umráðandi sigur
Heimaliðið fór upp í ferð eftir steðgin og fekk tvey mál. Sam Jacobsen javnaði við brotssparki, tá seinna umfarið var hálvrunnið. Sølvi Vatnahamar skeyt sigursmálið fáar minuttir seinni.
Tað var uppiborið, at Víkingur fekk fult. Heimaliðið var meira á bóltinum. B68 hugsaði fremst av øllum at varðveita leiðsluna, og tað gav Víkingi gott pláss at spæla á. Toftamenn dúvaðu upp á snarálop, men tað var sjáldan, at Geza Turi varð settur undir trýst.