teir stúra fyri, at fleiri virki skulu fara sama veg. Sostatt heldur formaðurin, at menn hava hugsað sum so, at teir vilja heldur varðveita arbeiðsplássi og arbeiðstímarnar, heldur enn at at krevja meiri í [...] sostatt økja vandan fyri at tað skal lata aftur. Men hann heldur eisini, at tað kann hava havt sína ávirkan, at arbeiðsgevarar hava verið so dúgligir at vísa á, at tað er neyðugt at vísa lønarafturhald, tí [...] ag, sum hevur givið nevndini undirtøku fyri at siga sáttmálan upp. Men í Klaksvík er støðan heilt øðrvísi! Klaksvíkar arbeiðsmannafelag hevur nevniliga tikið ta óvanligu avgerð, at tað fer ikki at siga
Dánjal Petur at hava sína stóru ávirkan á matarskránna, og hann sigur, at sum heild kann sigast, at matarskráin fer at umfata mat úr øllum heiminum. Hetta merkir, at vit kunnu vænta okkum, at til dømis verður [...] so langt síðani, at Rio Bravo fór undir júst tað sama. Annar av eigarunum í Marco Polo, Sofus Hansen, sigur, at tað er við at henda ein broyting í mentanini hjá føroyinginum, sum ger, at fleiri og fleiri [...] Nourdin Manai, siga, at tað er umráðandi hjá eini matstovu at hava skeinkiloyvi. Serliga eru tað ferðafólkini, sum til dømis spyrja eftir einum glasi av víni afturvið einum góðum búffi, siga teir báðir m
er greitt, at konsertin í Miðlahúsinum vísti, at tað er ein ávísur áhugi fyri hesum tónleikinum, vit spæla og tað hevur avgjørt eggjat til at gera fløguna, leggur hann afturat. Hann sigur, at yvirhøvur [...] yvirhøvur merkja teir, at teir eru langt frá gloymdir, tí tað kemur meiri enn so fyri, at teir verða bidnir at spæla. Eftir konsertina í Miðlahúsinum var tað eisini ein, sum spurdi, um vit vóru upptiknir í alt [...] enn gjørt at samla orkestrið. ? Vit eru allir komnir upp í árini og tað er ikki so lætt at savna truppin, tí tað er verri enn so altíð, at allir hava tíð ísetnn. Tað er eisini ein orsøk til, at tað er so
partin av tíðini var tann, at týskararnir høvdu bóltin, at teir royndu at spæla eitt tvey, yvirlappa í borðunum og leggja innfyri og at stinga fram ímillum. Áskoðarafjøldin var um at fara upp frá, tá ið fø [...] meiri í verjupartinum, sum teir annars høvdu tikið í stórum álvara. Tað bar við sær, at tað var lættari hjá heimamonnunum at fáa pláss frammi á vøllinum, og tí kundi møguleikin fyri, at Føroyar skuldu fáa [...] sendingin ikki, sum kundi havt tagað verjuna sundur. Tað var sera hugaligt at vera føroyingur, men samstundis var uppgerðin staðfesting av, at tyngdin og broddurin í føroyska álopsspælinum er ikki, sum tað hevur
Weihe vísir á, at onkur hevur sagt, at Tjóðveldi kann ikki siga samstarv við Fólkaflokkin frá sær, tí at skal veruligur møguleiki vera fyri eini fullveldissamgongu eftir valið, ber ikki til at Tjóðveldi avskrivar [...] varin at útihýsa samgongumøguleikum eftir valið, tí tey vilja lata allar møguleikar standa opnar. Men nú staðfestir eitt av valevnunum, sum samstundis er limur í floksleiðsluni, at Tjóðveldi eigur at gera [...] løtuni spurningin um at endurskoða fiskivinnuna, og hóast ein meiriluti á tingi er fyri veruligari broyting, ”bendir alt á, at rotinskapurin í núverandi skipan fer at halda fram”, sum hann tekur til Tór
mann fara at koma nakar eftir meg, sum hevur líknandi sjónarmið sum eg og hevur bakgrund sum fiskimaður. Eg eri bangin fyri, at tað fer at knípa. Og Føroyar liva víðari hóast tað, men eg haldi, at tað er [...] sært, at summi fólk eru ikki við, hóast tey eru til staðar. Serliga samgongufólk tykjast úrkoblað, og eg sakni, at tey fara upp á røðarapallin at siga sína meining. Tað ringasta av øllum er, at tingfólk [...] um verða við til at gera okkum frískari og sunnari, men eg haldi, at vit skulu konsentrera okkum um nøkur fá øki, sum vit hava ein kjans at fáa nøkur úrslit burturúr og ikki royna at gapa um alla verðina
viðgerðini seinast« »Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum« »Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóð [...] ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg« »Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið [...] prosess ? ikki ein samtykt« ENDURGEVINGAR: Høgni Hoydal: »Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum« »Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir
kortini einki siga um. ? Vit hava eina innanhýsis reglugerð sum sigur, at vit uppgeva ikki hvussu vit eru mannaðir, so tað halda vit fyri okkum sjálvi. Eg kann tó siga so mikið sum, at vit eru toluliga [...] Tróndarson Sum oftast er tað løgreglan, sum fyrst far boðini um óhappini, og tí er tað eisini teir, sum fyrst hoyra um óhappini í sambandi við nýggjárshaldið. Kortini hevur løgreglan eingi hagtøl, sum siga, hvussu [...] sigur, at tað fyri so vítt, kann gera tað sama, at føra hagtøl hjá teimum, tí tað er bert ein viðfáningur, sum kemur teimum fyri oyru. Hóast tað, so hevur hann góð ráð til fólk, sum ætla sær út at skjóta
stutt at siga, at hann er eitt dapurt dokument um tað støði, sum dagsins debattur er á í fjølmiðlunum landsins - bæði í luftini og á pappíri. Eg kenni teg als ikki, og visti virkuliga ikki av, at tú var [...] mína ábyrgd og skuld fyri, at tú eyðsæð ikki hevur fatað eitt kvekk av, hvat málið snýr seg um. Málið snýr seg um: 1) At prinsippið um rættartrygd er brotið. 2) At stovnur, sum øll í landinum hvønn dag njóta [...] lærarar sum so at gera. Hvørt mansbarn í landinum hevur síni minni um henda fakbólk, og nøkur av okkum hava enntá verið lærarar eisini. Vit minnast nakrar fáar av teim sum plágur; men hinar sum eina signing
so at siga onga nátt veir tómt hetta seinasta árið, sigur Niels Olgar Joensen, sum rekur vallaraheimið. Men so leggur hann afurat, at hetta er fyrsta árið, síðan tey fyri 12 árum síðan byrjaðu, at tað [...] kann fara at merkjast eisini hinvegin, at tunnilin er komin. Tá nú nýggja Norrøna fer at sigla við nógvum ferðafólki, kann væntast, at tey í nógv størri mun fara at koma vestur í Vágar, nú samferðslumynstrið [...] ítróttarfólk og onkur annar bólkur, hava brúkt vallaraheimið. Nú um vikuskiftið er tað til dømis eitt ungdómsorkestur, sum er í Vágum á venjingarlegu, sum býr her, sigur hann. Hann er spentur upp á at síggja,