Tjóðveldið skal gera greitt, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin eftir løgtingsvalið í heyst. Tað ger eitt av valevnum floksins, Tór Marni Weihe, púra greitt í morgun. Umframt at vera valevni til løgtingsvalið, er hann eisini limur í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi.
Annars hava tey í Tjóðveldi, og øðrum flokkum, verið varin at útihýsa samgongumøguleikum eftir valið, tí tey vilja lata allar møguleikar standa opnar. Men nú staðfestir eitt av valevnunum, sum samstundis er limur í floksleiðsluni, at Tjóðveldi eigur at gera sum Javnaðarflokkurin, ið longu hevur útihýst einum samstarvi við Fólkaflokkin eftir næsta løgtingsval.
Tór Marni Weihe vísir á, at seinastu vikurnar hevur Kringvarpið varpað ljós á eina ”kavrotna fiskivinnuskipan”, ið serliga Fólkaflokkurin eigur heiðurin av. - Politiska skipanin viðger í løtuni spurningin um at endurskoða fiskivinnuna, og hóast ein meiriluti á tingi er fyri veruligari broyting, ”bendir alt á, at rotinskapurin í núverandi skipan fer at halda fram”, sum hann tekur til
Tór Marni Weihe heldur, at ein fiskivinnunýskipan uttan Fólkaflokkin, er einasta gongda leiðin, skulu hava nakran møguleika at rætta ta blóðskeivu kós, vit eru á.
- Gera vit onki við trupulleikan nú, og lata Fólkaflokkin stýra nýskipanini, er stórur vandi fyri, at vit ikki fáa framt eina veruliga nýskipan tey næstu nógvu árini. Fólkaflokkurin vil ikki eina nýskipan, og tí mugu vit finna ein meiriluta uttan um flokkin, sigur valevni og aðalstjórnarlimurin hjá Tjóðveldi.
Tór Marni Weihe vísir á, at onkur hevur sagt, at Tjóðveldi kann ikki siga samstarv við Fólkaflokkin frá sær, tí at skal veruligur møguleiki vera fyri eini fullveldissamgongu eftir valið, ber ikki til at Tjóðveldi avskrivar samstarv við ein av stóru fullveldisflokkunum.
- Eg vil staðiliga afturvísa, at tað ikki ber til at fremja framstig á fullveldisleið uttan Fólkaflokkin. Seinastu fýra árini eru talandi dømi um, at Fólkaflokkurin ikki vil taka stig á fullveldisleið. Øll uppskot um framtøk, uttan mun til hvussu smá tey hava verið, eru feld, og vit hava tikið stór fet móti meiri sambandi. Blokkurin er hækkaður og danskir løgreglumynduleikar kunnu nú frítt avlurta føroyskar stovur
- Fólkaflokkurin kostaði okkum eisini loysingina fyrst í øldini, staðfestir Tór Marni Weihe.
Og hann vísir á, at eisini eftir loysingina, skal eitt samfelag skipast. - Og skal eg vera heilt erligur, vil eg heldur hava, at vita halda fram í verandi heimastýri, enn sum sjálvstøðug tjóð við Fólkaflokkinum í landsins leiðslu, sigur ein bersøgin Tór Marni Weihe.
- Tjóðveldi eigur at taka ta røttu avgerðina og greitt boða frá, at vit ikki samstarva við Fólkaflokkin eftir valið, leggur hann afturat. Hinvegin heldur hann, at Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn eiga at seta seg saman, og finna fram til, hvar flokkarnir kunnu semjast, og síðan boða greitt frá, at flokkarnir eru samdir um eina heilt aðrar leið.
Les eisini: Onki samstarv ímillum Tjóðveldi og Fólkaflokkin
- Fólk hava brúk fyri at vita, at tað er eitt alternativ til sitandi samgongu, og eg haldi tað vera ábyrgdarleyst av andstøðuflokkunum ikki at afturvísa samstarvi við samgonguflokkarnar, sigur Tór Marni Weihe.
|