Ferðavinna
Sandavági:Á vallaraheiminum á Giljanesi hevur so at siga onga nátt veir tómt hetta seinasta árið, sigur Niels Olgar Joensen, sum rekur vallaraheimið.
Men so leggur hann afurat, at hetta er fyrsta árið, síðan tey fyri 12 árum síðan byrjaðu, at tað hevur malið runt.
Tað eru serliga danskir skúlaflokkar, sum brúka vallaraheimið á Giljanesi í summarhálvuni, sigur Niels Olgar Joensen. Um veturin hava tað so verið føroyingar, sum hava búð her. Serliga arbeiðsfólk, sum komið er vestur í Vágar aðrastðani úr landinum. Men eisini ítróttarfólk og onkur annar bólkur, hava brúkt vallaraheimið. Nú um vikuskiftið er tað til dømis eitt ungdómsorkestur, sum er í Vágum á venjingarlegu, sum býr her, sigur hann.
Hann er spentur upp á at síggja, hvussu og um hetta fer at broytast, nú undirsjóvartunnilin er latin up, og fólk sleppa heimaftur, tá tey vilja.
Hinvegin er líkt til, at donsku skúlaflokkarnir, sum eru nógv størsti kundabólkurin hjá vallaraheiminum, hava funnið út av, at tunnilin eisini kann brúkast til túrar hinvegin.
Vanligi pakkin hjá vallaraheiminum hevur verið, at gestirnir eru komnir við flogfari. Hava so búð tvær nætur á Giljanesi, tvær á Gjáargarði og síðan tvær á Bládýpinum í Havn.
Men skúlarnir hava funnið útav, at tá ferðast verður í Føroyum, er nokk við einum dagstúri til Havnar, sigur Niels Olgar Joensen, so okkurt bendir á, at tey fara at verða verandi í Vágum og so koyra runt hiðani.
Tað hevur víst seg, at somu skúlarnir, sum einaferð hava sent ein flokk til Føroya, senda flokkar aftur ár um ár. Og tað er enntá somu lærarar, sum koma aftur,sigur Niels Olgar Joensen.
Hann væntar, at tað nú kann fara at merkjast eisini hinvegin, at tunnilin er komin. Tá nú nýggja Norrøna fer at sigla við nógvum ferðafólki, kann væntast, at tey í nógv størri mun fara at koma vestur í Vágar, nú samferðslumynstrið er heilt broytt.
Niels Olgar Joensen sigur, at tey hava biðið Sandavágs Kommunu um loyvi at slætta eitt øki uttan fyri vallaraheimið til tjaldingarpláss. Hann væntar at frætta aftur frá kommununi heilt skjótt.
Annars verða umvælingar gjørdar á sjálvum vallaraheiminum. Tó í smáum, sigur hann, tí tað er ikki betri forrætning enn so, at tað má ansast væl eftir útreiðslunum.
Fyri einum tveimum árum síðan varð bygningurin klæddur uttan, allur sum var, og nú eru baðirúmini og wc gjød heilt av nýggjum. Tað er rættiliga nossligt innan.
Kømurini mugu tó bíða eitt sindur enn, sigur Niels Olgar Joensen, men ásannar, at tey treingja eisini til eina hjálpandi hond.