hægri enn lógarkravið 2010 var merkt av nógvum stórum broytingum í BankNordik. Tíðliga í árinum yvirtók bankin 12 deildir í Danmark og í Grønlandi frá Sparbank. Bankin fekk við hesum 30.000 nýggjar kundar [...] fyri framhaldandi sunnum vøkstri. Í mars 2010 seldi BankNordik sín part í Bakkafrost í sambandi við eina væleydnaða skráseting av fyritøkuni á virðisbrævamarknaðinum í Oslo. Sølan økti frammanundan sterka [...] og ein stigvís avtøka av tilbúgvingini kundi tískil verða sett í gongd móti endanum á árinum í fjør og fyrst í hesum árinum. Innanhýsis í bankanum vórðu allar KT-skipanir lagdar um til KT-veitaran SDC
ður í hagapartinum Junkarshagin í Nólsoy. Eyðstein Jensen er ein av ídnu seyðahundamonnunum í landinum og hevur fleiri dugnaligar seyðahundar, og stendur seg javnan væl í kappingum, bæði í Føroyum og [...] at tað var í síðstu løtu váttar Bárður Poulsen. - Eyguni vóru púra blonk og har var als eingin reaktión. Men hon hevði kortini refleks framvegis, og tá eg tók í hana og skuldi hála hana inn í bátin, glepsaði [...] uttanlands. Leygardagin var fjalldagur í Junkarshaganum, og Eyðstein Jensen var saman við tveimum øðrum staddur sunnan fyri Skriðuna í Fjarðalíð á vestursíðuni á oynni. - Vit baksaðust við ein gjóling
fólkatingsval upp í slag. Í Danmark eru tey troytt av eini stjórn, tá hon hevur sitið í áleið 10 ár. Soleiðis var við Anker Jørgensen í sjeytiáruønum, somuleiðis við Schlüther í áttatiárunum [...] Lars Løkke Rasmussen. Men soleiðis er uppbýtið ikki í Føroyum – Tjóðveldi og Sambandsflokkurin hava hildið hvørjum øðrum uppi nú í 13 ár. Í áttatiárunum vóru tað Fólkaflokkurin og Javn [...] sama mynstrið, sum í Danmark. Nú valstríðið til fólkatingsvalið mennist, verður ikki so nógv tosað um løgtingsvalið. Tað er tó greitt, at valið verður í heyst, og røddir í politiska umhvørvinum
hevur í august hækkað rentumunin við einum hálvum prosentstigi, og bankin hevur sett í verk ymsar innanhýsis umskipanir og skert útreiðslurnar. Bankin hevur í hesum sambandi lagt deildir saman bæði í Føroyum [...] Føroyum og í Danmark. Rentuútreiðslurnar og kursvágin fara samstundis at lækka, tá ið ein stórur partur av írestandi uttanhýsis lántøkuni verður rindaður aftur í øðrum hálvári í 2011. Bankin økti munandi [...] Hálvársúrslitið hjá BankNordik gjørdist 49 mió. kr. Tí boðar bankin frá í tíðindaskrivi í morgun, har sagt verður, at bankin hevur framvegis sterkt kapitalgrundarlag, haldgott innlánsyvirskot og góðan
vilja bjóða ein drekkamunn, ella eina máltíð. Sjálvandi skal skil vera í. Men máti skal vera við. Skal tað vera so, at konan í Sumba ella í Fugloy noyðist at fáa sær køk og útgerð fyri 100 000 kr fyri at geva [...] onkur, ið onki hevur skilt. SET SMYRIL Í SKOTLANDSSIGLING. Ger tað lætt og bíligt at koma til landið.Set Smyril í skotlandssigling. Eg havi tosað við fleiri skilafólk í Suðuroy um hetta. Øll halda hugskotið [...] Tvøroyrar. Av Tvøroyri til Scrabster í Skotlandi kl 12. Í Scrabster kl.21. Úr Scrabster kl. 23. Og verður aftur á Tvøroyri kl. 8 fríggjamorgun, og kann so fara aftur í vanliga sigling. Suðuroyggin missir
fekk í 1987, og sum amerikanski kjarnorkurikni kavbáturin í Nólsoyarfirði fekk í dag. – Hatta eru okkara vinir. Teir sum verja okkum, segði Jenis av Rana um kjarnorkurikna kavbátin, sum var komin í Nól [...] skrivað til ríkismyndugleikarnar og mótmælt, at McCloy er í Føroyum. Men tey halda, at landsstýrið átti at nýtt tann møguleika, tað hevur, fyri býráðnum í Havn og havnarmyndugleikunum soleiðis, at skipið als [...] sloppið at bryggju. – Men Hjalgrím Hilduberg, fulltrúi í landsstýrinum, sigur við Sosialin, at landssstýrið ikki kann blanda seg upp í, hvør fær kaipláss í Havn. Tað er ein kommunalur spurningur. Løgtingið
sum eru fødd í og aftaná 2010. Endamálið við uppskotinum er í stuttum at skapa eitt heilt roykfrítt ættarlið, og tí vil man seta so víðgongd stig í verk. Stendur tað til Magna Mohr, formann í Fólkaheilsuráðnum [...] uráðnum, so eiga vit at gera okkurt líknandi í Føroyum og endurskoða lógarverkið rundan um royking. Tað sigur hann í samrøðu við Sosialin, har vit hava spurt hann, hvat hann sum serkønur heldur um hetta [...] ómetaliga skaðiligt, sigur Magni Mohr, sum eisini er professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi. – Royking kostar øgiliga nógv fyri samfelagið í krónum og oyrum, men tað kostar eisini menniskjalagnur. Tey
at sleppa í kirkju. - Ja, nú hevur korona verið í heldur langa tíð, tá vit ikki eru sloppin til gudstænstu. Seinasta gudstænastan var í roynd og veru 2. jóladag í fjør. - Men her í Føroyum hava vit so [...] koma til gudstænastu her í heimbygdini? Heldur ikki hjá Johild er nakar ivi um svarið: - Jú, tað dámar mær sera væl, staðfestir hon. Í SUNNUDAGSSKÚLA Tey í Æðuvík eru heppin í so máta, at gudstænasta við [...] nógvum støðum kring oyggjarnar, hevur somuleiðis verið her í bygdini. - Og ja, eg havi faktist eisini gingið í sunnudagsskúla í niðaru hæddini í missiónshúsinum. Tað var ein góð tíð! AVMARKINGAR VIÐ KORONA
verkið, og nógv kom burturúr. Til valið í novembur 2020 var spurningurin, hvør skuldi leiða Sands bygd inn í nýggju tíðina við føstum sambandi til meginøkið í Føroyum. Tað var sera spennandi, og úrslitið [...] yvir, aftaná nógv ár í minniluta. Seinastu mongu árini hava vit sæð eitt kommunustýri, sum hevur havt til uppgávu at brynja bygdina og oynna til ta ávirkan, sum tunnilin kemur at hava í framtíðini. Tá var [...] hava ein kjans at seta seg inn í viðurskiftini. Á Sandi hava fyrrverand kommunustýri kunnað borgararnar um, hvat bleiv samtykt á kommunustýrisfundunum. Á degi nr. 100 í 2021 var eingin kunning komin út
har HB í góðveðrinum í kvøld hevur sett punktum fyri europeisku luttøkuni fyri lið í ár. Máltalvan vísir 1-0, og harvið hevur HB sett trý stig inn á føroysku liðkontuna í Europa. Hóast HB tapti 7-2 í Ísrael [...] vera. Toppskjúttin í heimligu kappingini Mikkel Dahl, var ikki fremsti maður í kvøld. Hann var heldur framrættaður sentralur miðvallari, sum luttók meiri í spælinum – bæði á vøllinum og í luftini – enn hann [...] heldur fram í kappingini, so hevur avrikið og úrslitið sera stóran týdning fyri HB og føroyskan fótbólt. Fyri HB var hetta greið uppreisn eftir stórtapið í Ísrael, og avrikið og úrslitið í kvøld er góð