Roykiforboð í Føroyum? Serfrøðingar eru fyri - men politikarar eru ímóti

For víðgongt ella púra beint at steðga sølu av sigarettum stigvíst?

Danska stjórnin ætlar nú at forbjóða sølu av sigarettum og øðrum tubaksvørum fyri øll, sum eru fødd í og aftaná 2010.

 

Endamálið við uppskotinum er í stuttum at skapa eitt heilt roykfrítt ættarlið, og tí vil man seta so víðgongd stig í verk.

 

Stendur tað til Magna Mohr, formann í Fólkaheilsuráðnum, so eiga vit at gera okkurt líknandi í Føroyum og endurskoða lógarverkið rundan um royking. Tað sigur hann í samrøðu við Sosialin, har vit hava spurt hann, hvat hann sum serkønur heldur um hetta danska uppskotið.

 

– Øll initiativ, sum royna at avmarka nýtsluna av tubakki, eru fín. Tað er gott, at samfelagið tekur ábyrgd fyri nøkrum, sum er so ómetaliga skaðiligt, sigur Magni Mohr, sum eisini er professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi.

 

– Royking kostar øgiliga nógv fyri samfelagið í krónum og oyrum, men tað kostar eisini menniskjalagnur. Tey tølini eru so ógvuslig, at man væl kann diskutera, um man skal forbjóða allari sølu av tubbakki yvirhøvur, sigur hann.

 

Politikarar halda hetta er for ógvusligt

 

Í somu grein í Sosialinum hava vit eisini spurt fleiri føroyskar politikarar. Men eingin av teim spurdu halda, at hetta er eitt super-gott hugskot hjá dønum. Teir halda so at siga allir, at hetta uppskotið er í so ógvusligt, og at tað er at gera seg inn á persónliga frælsið, og at man í staðin eigur at gera meira við upplýsing.

 

– Hatta má hugsast øgiliga væl ígjøgnum, áðrenn man tekur ræði frá fólki soleiðis, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Tingfólk eru nøkunlunda samd í hesari útsøgnini.

 

– Eg blívi eitt sindur skeptiskur, tá man vil binda eitt heilt ættarlið soleiðis, Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

 

– Eitt slíkt forboð er eitt ógvuliga víðgongt stig. Tað er eisini ringt at hondheva, sigur Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum.

 

– Vit hava enn nøkur amboð eftir, vit kunnu royna. Man hevur til dømis ikki regulerað prísir í áravís, og tað haldi eg, man kundi, sigur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

 

– Vaksin fólk skulu ikki viðgerðast sum børn, og tey skulu hava rætt til sjálvi at taka støðu til, hvørt tey vilja roykja ella ikki, sigur Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn.

 

Hetta ætlaða roykiforboðið hevur skapt stórt kjak í Danmark, og stórur partur av borgarliga vonginum í Danmark meinar nakað tað sama sum føroysku politikararnir um hetta uppskotið. 

 

– Upplýsing er ikki nokk

 

Men hesi argumentini halda ikki heilt, meinar Pál Weihe, lækni, ið hevur arbeitt nógv við nettupp royking. Hann vísir fyrst á hetta við persónliga frælsinum:

 

– Hatta er eitt inkonsekvent argument. Vit siga nei til rúsevni, tí tað er vandamikið fyri heilsuna hjá fólki. Tað sama kunnu vit gera við royking. Royking ger jú væl dokumenteraðan skaða á allar roykjarar, sigur hann og svarar síðani uppá loysninga við upplýsing:

 

– Upplýsing er ikki nokk. Tað vita vit eftir hondini. Í 35 ár hava vit roynt at upplýsa, men royking er enn ein trupulleiki. Um vit vilja hava royking úr samfelagnum, so skulu onnur átøk til, sigur Pál Weihe, sum væl dámar uppskotið hjá dønum:

 

– Hattin av fyri danskarum, at teir vilja gera hatta fyri at útfasa roykingina, sigur hann við Sosialin.

 

Les longri samrøðu við Pál Weihe, Magna Mohr og fimm politikarar í Sosialinum, sum kom út í síðstu viku.

 

Útvarpsrásin FM1 gjørdi eisini eina samrøðu við Magna Mohr um hetta, og tú kanst hoyra samrøðuna her:

 

##med2##