Er nakar vakin í kommununi?

 

Nú er meira enn eitt ár liðið, síðan nýggja kommunustýrið á Sandi tók sæti. Tað var spennandi at síggja, at Listi C skuldi taka yvir, aftaná nógv ár í minniluta. Seinastu mongu árini hava vit sæð eitt kommunustýri, sum hevur havt til uppgávu at brynja bygdina og oynna til ta ávirkan, sum tunnilin kemur at hava í framtíðini. Tá var tað viljin, sum dreiv verkið, og nógv kom burturúr.

 

Til valið í novembur 2020 var spurningurin, hvør skuldi leiða Sands bygd inn í nýggju tíðina við føstum sambandi til meginøkið í Føroyum. Tað var sera spennandi, og úrslitið bleiv so, at Listi C við Hera Sverrason á odda skuldi hava evstu ábyrgd á Sandi. Fólkið hevði talað, og eg var spentur at síggja, hvat tey ætlaðu at gera við tað álitið, sum sandingar vístu teimum. Eg hevði sæð valskránna hjá Lista C og hugt at teimum mongu vallyftunum, sum tey komu við. Eg var ikki minni enn hugtikin, og eg gleddi meg at síggja, hvat fór at koma burturúr. 

 

Spola vit tíðina 100 dagar fram fyrsta arbeiðsdegi hjá nýggja stýrinum, kundi eg ikki annað enn siga, at einki varð komið av skafti. Í hvussu so er einki sum sást. Tað er siður, at eftirmeta úrslitini hjá einum nýggjum stýri, tá 100 dagar eru farnir av leiðslutíð teirra. Men gakk. Tey vóru nýggj, og skuldu hava ein kjans at seta seg inn í viðurskiftini.

 

Á Sandi hava fyrrverand kommunustýri kunnað borgararnar um, hvat bleiv samtykt á kommunustýrisfundunum. Á degi nr. 100 í 2021 var eingin kunning komin út síðan ársbyrjan. Tað er tað allar minsta, sum kommunan kann gera fyri borgararnar. Eg veit, at fólk í kommununi ofta hava spurt, um leiðslan ikki kundi fáa kunningina í rætt lag aftur. Tað átti ikki at havt so nógv uppá seg, ha? Men gakk, vit síggja einki, og vit hoyra einki. Nú standa vit her. 

 

Eitt heilt ár er liðið síðan nýggja kommunustýrið kom til. Síggja vit nakað til, hvussu kommunan hevur brúkt skattapengarnar hjá borgaranum? Ikki nógv! Tey hava gjørt eina heimasíðu, men meg lystir at vita, hvussu nógv hava vitjað heimasíðuna, síðan hon opnaði fyri almenninginum. Mítt git er, at fólk ikki vita av hesi heimasíðuni. Og tíðindini, sum eru at síggja har, bera ikki boð um, hvat gongur fyri seg á kommunustýrisfundunum. 

 

 

 

Hvar eru vallyftini hjá lista C

 

Tað er spurningurin. Eg dugi ikki at siga tykkum tað, tí eg veit ikki sjálvur. Sum nú er, so er meira brotið niður enn bygt upp. Hvar blivu trivnaðartiltøkini av? Hesi tiltøkini, sum hjálptu nógv uppá trivnaðin á Sandi undir fyrrverandi kommunustýri, eru avtikin. Hesi tiltøk hava verið góð fyri bygdina og oynna, og fólk tustu heim at njóta tað, sum vit á Sandi høvdu at bjóða. 

 

Og nú er einki… 

 

Ikki so frægt sum eitt jólahald fyri tey smæstu við jólaskipi og tí, sum hoyrir til. Tað var við neyð og deyð, at jólatræið bleiv tendrað á jólum, og tá skuldi harðlig átala til, áðrenn nakað hendi. Eg rokni við, at hesi somu fólkini, sum talaðu at tá, nú sita eftir við somu kenslu, sum eg geri. Tað eru nógvir spurningar, sum mangla eitt svar her í bygdini, og nógv er eftir at fýlast á, men høvuðsspurningurin verður so… 

 

Hevur kommunustýrið á Sandi givið upp?