Eyðstein Jensen er havnarmaður, men er samstundis røktingarmaður í hagapartinum Junkarshagin í Nólsoy.
Eyðstein Jensen er ein av ídnu seyðahundamonnunum í landinum og hevur fleiri dugnaligar seyðahundar, og stendur seg javnan væl í kappingum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Leygardagin var fjalldagur í Junkarshaganum, og Eyðstein Jensen var saman við tveimum øðrum staddur sunnan fyri Skriðuna í Fjarðalíð á vestursíðuni á oynni.
- Vit baksaðust við ein gjóling og eitt ørt asin av einari ær. Vit høvdu fingið fatur á ærini, og Linn var farin eftir gjólinginum, sum gekk niðast á eggini. Knappliga varnaðist eg, at hon ongastaðni var at síggja, og eg bað tí annan av monnunum ganga suðureftir, meðan eg sjálvur gekk niðan eftir, sigur Eyðstein Jensen.
Tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn teir fingu eyga á Linn, sum lá á sjónum.
- Eg ringdi beinanvegin til hin seyðamannin, sum er nólsoyingur, og hann fekk beinanvegin fatur á Ivan Holm, ið eigur ein rímiliga skjóttgangandi bát. Hann fekk Bárð Poulsen við sær, og teir vóru á staðnum longu 15 minuttir seinni, sigur Eyðstein Jensen.
Har Linn fór út av, er eingin hella undir, og tað var heppi á tann hátt, at var hon dottin niður á helli úr 15 metra hædd, bórust ikki boð í bý. Nú var trupulleikin tann, at hon ongastaðni slapp upp á turt.
Eingin reaktión
- Eg royndi at fáa hana at svimja suðureftir móti einari gjógv, men komin fram var Linn so útlúgvað, at hon orkaði ikki at koma sær upp á turt. Eg sá, hvussu hon byrjaði at missa javnvágina og rulla runt, sigur Eyðstein Jensen.
Og at tað var í síðstu løtu váttar Bárður Poulsen.
- Eyguni vóru púra blonk og har var als eingin reaktión. Men hon hevði kortini refleks framvegis, og tá eg tók í hana og skuldi hála hana inn í bátin, glepsaði hon í undirarmin, sigur Bárður Poulsen.
Teir høvdu tó ein kalvakrók umborð á bátinum, og við honum fingu teir Linn innanborða.
- Teir komu inn at gjónni og eg fekk lopið umborð á bátin. Síðani sigldu vit við fullari ferð aftur á Nólsoy, har bilurin hjá mær stóð, og komnir at landi legði Ternan at, so eg slapp til Havnar beinanvegin, sigur Eyðstein Jensen.
Linn kemur fyri seg
Hann fór beinleiðis til djóralæakna við Linn, og hann máldi temperaturin. Ella royndi, tí hann var so lágur, at gradistokkurin sló ikki út, og hann mátar annars niður í 32,5 gradir.
- Vanligur temperaturur hjá einum hundi er 38,5 gradir, so Linn var ógvuliga illa fyri, sigur Eyðstein Jensen.
Djóralæknin kundi staðfesta, at einki var brotið, og nú, tveir dagar seinni, er Linn so spakuliga við at koma fyri seg aftur.
- Tað er ikki altíð, at tað endar so væl, tá ein hundur fer í havið. Og høvdu Ivan og Bárður ikki verið so skjótir, var Linn ikki á lívi í dag. Men tað er altíð eigarin, ið hevur ábyrgdina, og hetta kundi verið mær ein dýrur læripeningi, sigur Eyðstein Jensen, sum er fegin um, at tað hóast alt spældi so væl av, sum tað gjørdi.
So meðan Linn fór til Havnar til djóralækna, fór Bárður Poulsen til vanliga lækna, har hann fekk tríggjar pentur í undirarmin, har Linn hevði glepsað.










