Hálvársúrslitið hjá BankNordik gjørdist 49 mió. kr. Tí boðar bankin frá í tíðindaskrivi í morgun, har sagt verður, at bankin hevur framvegis sterkt kapitalgrundarlag, haldgott innlánsyvirskot og góðan likviditet. 1. juli yvirtók bankin 90.000 kundar, 13 deildir og 200 starvsfólk frá Amagerbanken.
Nevndin í BankNordik hevur góðtikið roknskapin fyri fyrra hálvár 2011. Hann vísir eitt úrslit uppá 49 mió. kr. áðrenn virðisjavningar og skatt samanborið 51 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør (ikki íroknað serligan vinning frá sølu av partabrøvum í Bakkafrost)
Eftirspurningurin eftir nýggjum útlánum er framvegis lutfalsliga lágur, og gomul lán verða avgreidd sum vant. Útlán bankans og yvirskotið frá hesum virksemi er tí minkað nakað.
Bankin hevur í august hækkað rentumunin við einum hálvum prosentstigi, og bankin hevur sett í verk ymsar innanhýsis umskipanir og skert útreiðslurnar. Bankin hevur í hesum sambandi lagt deildir saman bæði í Føroyum og í Danmark. Rentuútreiðslurnar og kursvágin fara samstundis at lækka, tá ið ein stórur partur av írestandi uttanhýsis lántøkuni verður rindaður aftur í øðrum hálvári í 2011.
Bankin økti munandi um sítt virksemi í Danmark, tá bankin 1. juli yvirtók sunnu partarnar av Amagerbanken. Virksemið liggur í øllum týðandi vakstrarøkjum sum t.d. høvuðsstaðarøkinum, Århus, Odense og Miðjyllandi. Samstundis hevur BankNordik betrað landafrøðiligu váðaspjaðingina, sum nú eisini er býtt út á fleiri virkisøki, umframt at innlánsyvirskotið er økt munandi. Hetta hevur týdning í hesum tíðum, tá aðrir bankar hava trupulleikar við at fáa fígging til vega.
- Vit eru glað fyri at bjóða 90.000 kundum vælkomnum. BankNordik er ein sterkur banki við góðum solvensi og gjaldføri umframt einum lágum vágaprofili, har dentur er lagdur á privatkundar. Vit hava tí bæði viljan og evnini til at fara undir varandi samstarv við nýggjar kundar, sigur Janus Petersen, stjóri í BankNordik.
- Inntøkurnar frá okkara tryggingarvirksemi hava verið munandi hægri enn áður. Hetta vísir týdningin av, at vit seinastu árini hava satsað á hesum økinum. Tað hevur týdning fyri okkara kappingarevni, at vit kunnu veita okkara kundum allar fíggjarligar tænastur, sigur hann.
Niðurskrivingar uppá útlán vóru 30 mió. kr. fyrra hálvár og verða væntandi aftur á einum vanligum støði komandi tíðina.
Útreiðslur bankans fyrra hálvár umfata eisini 17 mió. kr. til solidariskar skipanir hjá fíggjargeiranum.
Solvensurin hjá BankNordik var omanfyri 20 prosent við hálvársskiftið. Yvirtøkan av stórum pørtum av Amagerbanken hevði við sær, at solvensurin lækkaði, men eftir eina hækking av kapitalgrundarlagnum uppá 600 mió. kr. í samband við yvirtøkuna er solvensurin umleið 14,5 prosent. Hetta er munandi hægri enn individuella solvenskravið, sum er 8,8 prosent. Tað er framvegis politikkur bankans at varðveita ein høgan solvens munandi hægri enn ásetta lógarkravið.
Innlán bankans eru 1,3 mia. kr. størri enn útlánini, og tað gevur bankanum eitt gott gjaldføri á einum lánsmarknaði, ið er merktur av ótryggleika.
Væntar framgongd
- Vit hava í løtuni fleiri týðandi uppgávur í samband sameining av nýggjum deildum, nýggjum virkismøguleikum umframt neyva útreiðslustýring. Men hetta eru positivar uppgávur, ið líta frameftir, og starvsfólkið hevur gjørt eitt serstakliga gott arbeiði, sigur Janus Petersen.
Leiðsla bankans heldur sum heild fast um metingarnar fyri 2011 um eitt úrslit fyri skatt og virðisjavningar millum 100-140 mió. kr. í virkseminum higartil. Útreiðslurnar í samband við yvirtøku og sameining av Amagerbanken fara væntandi at vera umleið 30 mió. kr., soleiðis at samlaða úrslitið væntandi verður ímillum 70-110 mió. kr.
Frá 2012 fer økta virksemið í Danmark væntandi at vera eitt munandi ískoyti til úrslit bankans.