føroyingar munnu havt sett kaffi skeivt í hálsin, tá tey í morgun royndu at vitja ymiskar heimasíður, og fingu boð um, at síðan, ið tey ætlaðu at vitja, er stongd, tí hon kann innihalda barnapornografiskt tilfar [...] kningscenter, sum m.a. veitir hjálp at rannsaka brotsverk á internetinum, hevur boðað Føroya Tele frá, at tann internetsíðan, sum tín internet-kagari hevur roynt at fáa samband við, kann innihalda bar [...] Tele upplýsa tey, at talan er um ein feil við barnapornofiltrinum, ið arbeitt verður av øllum alvi at loysa. Hóast trupulleikin hevur verið í nakrar dagar, so er tað serliga í dag, at fleiri fólk hava rent
Broytingin fer, sambært landsstýriskvinnuni, væntandi at føra til, at tey lesandi fara at arbeiða minni, meðan tey eru undir útbúgving. Samstundis verður mett, at landsstýrið sparir 1,5 millión krónur við broytingini [...] - Ungt Sjálvstýri metir, at grundin til, lesandi fara uttanlands er, at korini eru ikki nóg góð her á landi. Uppskotið hjá Rigmor Dam fer at gera korini enn verri, og tað fer at fáa avleiðingar. Ungt Sjálvstýri [...] Sjálvstýri vil minna landstýriskvinnuna á, at Javnaðarflokkurin í síni valskrá lovaði hægri lestrarstuðul til lesandi við børnum. Uppskotið um at lækka inntøkumarkið fer at raka lesandi foreldur mest og er eitt
an slept ætlanunum um at fáa javnvág ella yvirskot á fíggjarlógina í 2016? 10. Um ætlanir framvegis eru at fáa hallið burtur, nær kann so roknast við, at svørt tøl aftur verða at hóma í landshúsarhaldinum [...] Sostatt er greitt, at landsstýriskvinnan fær høvi at útgreina fíggjarstøðuna, tá §52a fyrispurningur verður svaraður. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið skrivar løgtingsmaðurin, at spurningurin er settur [...] settur, tí tað tykist, at tað ikki fer at eydnast at fáa javnvág á fíggjarlógina, hóast tað er eitt aðalmál hjá bæði verandi og undanfarnu samgongu. Teir tíggju spurningarnar, ið landsstýriskvinnan skal
sjónvarpinum? Ótrúligt, at man niðurraðfestir og velur hetta frá – serliga í eini tíð, har tøknin er vorðin so nógv ódýrari og meira ómakaleys at fáast við, skrivar hon og endar við at siga, at hon er eitt sindur [...] soleiðis á sínum facebookvanga: - Skilji á lagnum, at Kringvarp Føroya, sum sigur seg vera “fremsta mentanarbera Føroya” fer ikki at seta ressursir av til at gera sjónbandaupptøkur av stóru dramakonsertini Rósu [...] Mariu. Hon heldur tað vera ov vánaligt, at Kringvarpið ikki vil gera hesar upptøkurnar og spyr seg sjálva, hvat eftirtíðin man fara at siga til hetta. Hon vísir á, at hetta er upprunaføroyskt tilfar og ein
hágóðsku. Hann vísti á, at íløgur verða gjørdar stigvíst í øll lið í virðisketuni. Høvuðsendamálið við íløgunum er at minka um lívfrøðisliga váðan, at betra um kappingarførið og at økja um framleiðsluorkuna [...] Rúni M. Hansen segði, at við útbyggingunum tryggjar fyritøkan, at føroyskur laksur framhaldandi verður virðisøktur í Føroyum og ikki uttanlands. - Hetta er eisini tengt at, at vinnuligu karmarnir framvegis [...] segði, at starvsfólkini, sum nú eru fleiri enn túsund í tali, spæla ein týðandi leiklut í at náa teimum málum, ið samtakið hevur sett sær. Viðhefta mynd er tikin á Glyvrum í morgun, og her sæst, at stóra
illa til at hýsa barnakonum úr Suðuroy í 2-4 vikur, tá tær komu til Havnar at bíða. Samstundis varð tá staðfest, at fakliga var eingin ivi um, at tað er tryggast, um allar føðingar fara fram á Landssjúkrahúsinum [...] tikið avgerð um, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður latin aftur, tá farið verður um ársskifti. Hetta er ein avleiðing av, at leiðslan á Sjúkrahúsinum sjálv hevur mælt til, at deildin verður stongd [...] landslæknin til, at føðideildin í Suðuroynni varð afturlatin, men ta ferðina helt landsstýrismaðurin fast um, at deildin framhaldandi skuldi vera opin. Fremsta grundgevingin fyri hesum var, at tað bar illa
Suðuramerika. At ákæruvaldið eisini valdi at gera sína razzia og fremja handtøkur av fleiri nevndarlimum dagin fyri sjálvt valið, var nokk eisini eitt kraftigt signal um, at tey hildu, at maðurin skuldi [...] sagt fyri at verja Blatter, var eisini somikið ullint, at tað er mest sum ótrúligt, at hann ikki legði frá sær, longu áðrenn forsetavalið, heldur Christian Andreasen. Nú verður setningurin so at rudda upp [...] bara við, at Blatter hevur følt tað gløða undir sær, nú hann valdi at fara. Nú skulu nýggj fólk veljast, og tað verður á ongan hátt lætt at fáa røttu kreftirnar inn, men tað er so ein møguleiki at byrja á
samfelagnum steðgaði upp, heldur enn at tosa um realpolitikk. Sjálvur heldur hann, at ein orsøk til, at Javnaðarflokkurin hevur fingið góð úrslit í veljarakanningum, er, at flokkurin hevur fingið gott samband [...] havt farloyvi. Hann sigur, at tað er væl møguligt, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi kunnu samstarva í eini samgongu eftir løgtingsvalið. Men tað hevur avgerandi týdning, at Javnaðarflokkurin ikki longu [...] einum samstarvi og hann ivast heldur ikki í, at hann er til reiðar at kasta saman við Fólkaflokkin, sp skjótt hann fær møguleikan. Og so skilir hann ikki, at Tjóðveldi, uttan íhald, tosar um fullveldi, hóast
hann heldur at tað er rætt, at Kringvarpið rinda fyri sakarmálskostnaðin, sum starvsfólk eru dømd at rinda. Bjørn Kalsø sigur, at peningurin, fólk rinda í kringvarpsgjaldi, skal brúkast til at gera sendingar [...] leggur afturat, at hetta eru spurningar, kringvarpsstýrið avger einsamalt. Teir fýra journalistarnir, sum vórðu dømdir í tollmálinum, vórðu dømdir í felag. Tað merkir, at klára summi ikki at rinda, skulu [...] heldur at tað er sjalvsagt, at Kringvarpið bara rindar fyri tey trý starvsfólkini hjá Kringvarpinum og ikki fyri tann fjórða tíðindamannin, sum arbeiddi hjá Portalinum. Hann vísir eisini á, at tá ið tað
samdur við ákæranum, at tann myrdi var fullkomiliga verjuleysur og at hetta eisini talaði fyri eini harðari revsing. Dómarin var ikki samdur við verjanum, at nakað grundarlag var fyri at gera revsingina linari [...] Rætturin legði til grund í síni revsimáli, at maðurin uttan fyrivarni hevur játtað seg sekan, at hann áður er dømdur fyri persónsvandamikil brotsverk og at hetta brotsverkið varð framt í royndartíðini [...] lagi 10 ára fongsulsrevsing. Eftir at hava ráðført seg við verjan, valdi maðurin at taka við dóminum. Eftir dómin fór hann aftur í varðhaldsfongsling, inntil klárt er at sita dómin. Sambært Jón Klein Olsen