Tað hevur øgiliga stóran týdning, at Javnaðarflokkurin ikki longu nú trúlovar seg við Tjóðveldi.
Tað staðfestir Kristoffur Gaardlykke, á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum í morgun.
Onkuntíð hevur Kristoffur Gaardlykke eisini umboðað Javnaðarflokkin á løgtingi, tá ið fastir tinglimir hava havt farloyvi.
Hann sigur, at tað er væl møguligt, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi kunnu samstarva í eini samgongu eftir løgtingsvalið.
Men tað hevur avgerandi týdning, at Javnaðarflokkurin ikki longu nú, langt fyri valið, bindur seg til at fara í eina samgongu við Tjóðveldi, ella trúlovar seg við Høgna Hoydal, sum Kristoffur Gaardlykke málbar seg.
Hann vísir á Tjóðveldi er ikki álítandi í einum samstarvi og hann ivast heldur ikki í, at hann er til reiðar at kasta saman við Fólkaflokkin, sp skjótt hann fær møguleikan.
Og so skilir hann ikki, at Tjóðveldi, uttan íhald, tosar um fullveldi, hóast alt í samfelagnum steðgaði upp, heldur enn at tosa um realpolitikk.
Sjálvur heldur hann, at ein orsøk til, at Javnaðarflokkurin hevur fingið góð úrslit í veljarakanningum, er, at flokkurin hevur fingið gott samband aftur við fakfeløgini.
Men hann vísir samstundis á, hvussu neyðugt tað er, at flokkurin ikki svíkur álitið.
ì formansfrágreiðing síni duldi Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, ikki fyri, at flokkurin vil í samgongu eftir valið.
Men hann hevur ikki sagt eitt orð um, hvønn hann helst vil samstarva við.