Føroyski fótbóltsforsetin, Christian Andreasen, var millum teirra, sum vildu hava Sepp Blatter úr sínum stóli, tá FIFA-forsetaval var á skránni herfyri, men tá eydnaðist tað ikki.
Í dag boðaði Blatter so sjálvur frá, at hann leggur frá sær, og Christian Andreasen sigur, at hetta eru góð boð fyri fótbóltin.
- Hatta mátti henda. Longu á kongressini varð eitt stórt trýst lagt á frá mest sum øllum Vestureuropa, USA, Kanada og londunum í Suðuramerika. At ákæruvaldið eisini valdi at gera sína razzia og fremja handtøkur av fleiri nevndarlimum dagin fyri sjálvt valið, var nokk eisini eitt kraftigt signal um, at tey hildu, at maðurin skuldi úr sínum sessi. Alt sum varð sagt fyri at verja Blatter, var eisini somikið ullint, at tað er mest sum ótrúligt, at hann ikki legði frá sær, longu áðrenn forsetavalið, heldur Christian Andreasen.
Nú verður setningurin so at rudda upp í FIFA, og tað verður nú heldur ikki nøkur løtt uppgáva, sigur FSF-forsetin.
- Hetta hevur jú verið ein stór gøla, og nevndarlimir og aðalskrivari eru øll ákærd fyri korruptión. Og eg rokni bara við, at Blatter hevur følt tað gløða undir sær, nú hann valdi at fara. Nú skulu nýggj fólk veljast, og tað verður á ongan hátt lætt at fáa røttu kreftirnar inn, men tað er so ein møguleiki at byrja á sløttum, sigur Christian Andreasen.