Bakkafrost tekur skap

Viðhefta mynd er tikin á Glyvrum í morgun, og her sæst, at stóra útbyggingin nú er við at taka sítt skap.

Herfyri hevði alifyritøkan Bakkafrost á Glyvrum aðalfund, har roknskapur felagsins fyri 2014 varð góðkendur.

 

Úrslitið var 899 miljónir krónur fyri skatt. Skatturin var 252 miljónir krónur, og sostatt gjørdist úrslitið eftir skatt 647 miljónir krónur.

 

Á aðalfundinum segði nevndarformaðurin, Rúni M. Hansen, at Bakkafrost er ein av mest vertikalt integreraðu alifyritøkunum.

 

- At hava fult ræði á virðisketuni frá rávøru, tilgongd til fiskalýsi, fiskamjøl og fiskafóður til virðisøkta framleiðslu, er alneyðugt fyri støðuna hjá Bakkafrost sum framleiðari av hágóðsku.

 

Hann vísti á, at íløgur verða gjørdar stigvíst í øll lið í virðisketuni. Høvuðsendamálið við  íløgunum er at minka um lívfrøðisliga váðan, at betra um kappingarførið og at økja um framleiðsluorkuna.

 

- 5-ára íløguætlanin frá juli 2013 varð hækkað við 470 miljónum krónum í august 2014 til eina samlaða upphædd á 1,5 miljardir krónur.

 

Rúni M. Hansen segði, at við  útbyggingunum tryggjar fyritøkan, at føroyskur laksur framhaldandi verður virðisøktur í Føroyum og ikki uttanlands.  

 

- Hetta er eisini tengt at, at vinnuligu karmarnir framvegis verða kappingarførir, legði hann aftrat.

 

Nevndarformaðurin segði, at starvsfólkini, sum nú eru fleiri enn túsund í tali, spæla ein týðandi leiklut í at náa teimum málum, ið samtakið hevur sett sær.

 

Viðhefta mynd er tikin á Glyvrum í morgun, og her sæst, at stóra útbyggingin, sum her fer fram, nú er við at taka sítt skap.