Suðuroyingar skulu eiga í Havn

Eftir ársskiftið verður føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi stongd

 

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður latin aftur, tá farið verður um ársskifti. Hetta er ein avleiðing av, at leiðslan á Sjúkrahúsinum sjálv hevur mælt til, at deildin verður stongd. Hetta tí sjúkrahúsið einans hevur ráð at hava ein skurðlækna til arbeiðis í senn, og tí tey – sambært egnari útsøgn – ikki hava ta fakligu serlæknamanning, ið krevst fyri at hava eina eftir nútíðarkrevjandi dygdargóða føðideild.

 

Kringvarpið hevur fingið innlit í skrivið, sum leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi sendi Heilsumálaráðnum fyri trimum vikum síðani.

 

- Havandi í huga ta fjarstøðu, ið er, og ta akutfunktión, ið sjúkrahúsið hevur, kunnu vit verða um ein háls, við tragiskum fylgjum, um eingin ljósmóðir er til taks í samband við eina óvæntaða føðing, ið altíð fer at fyrikoma av og á, skrivar leiðslan fyri sjúkrahúsið í skrivi til Heilsumálaráðið.

 

Lesið eisini: Er tað trygt at eiga børn á Suðuroyar Sjúkrahúsi

 

Longu fyri tveimum árum síðani mælti landslæknin til, at føðideildin í Suðuroynni varð afturlatin, men ta ferðina helt landsstýrismaðurin fast um, at deildin framhaldandi skuldi vera opin. Fremsta grundgevingin fyri hesum var, at tað bar illa til at hýsa barnakonum úr Suðuroy í 2-4 vikur, tá tær komu til Havnar at bíða.

 

Samstundis varð tá staðfest, at fakliga var eingin ivi um, at tað er tryggast, um allar føðingar fara fram á Landssjúkrahúsinum.