og egndu, tá teir vóru á høgligu leiðunum, og tá teir vóru burturi fyri vikuna, egndu teir úti á sjónum, og var tað eitt sindur sjaskut, so var ikki óvanligt, at teir fóru inn á t.d. Tvøroyri, Miðvág ella [...] væl við. Bátarnir tosaðu saman, og tey heima frættu soleiðis, hvussu tað gekst teimum. Hjá veiðimanninum hevur tað altíð nógv at siga, hvussu fiskieydnan er, men tað hevði uppaftur meiri at siga hjá útr [...] Jan Müller Tað var nakað heilt serligt yvir tí, tá knapt hálvt annað hundrað fólk fyrra hvítusunnudag savnaði til samkomu á sjómansheiminum í Klaksvík. Tey átta umboðini, sum norðoyingar hava í tingi og
síni syrgdi hann fyri, at framføra sínar sangir á ein sera sannførandi hátt. Allan Jackson er hansara fyrimynd og tað hoyrdist týðuliga, at her var hann á heimavølli. Tónleikararnir vóru frálíkir og fingu [...] hjá Charlie McCoy, so her sat eg faktiskt og royndi at ímynda mær, hvussu hetta nú mundi fara at rigga. Og so kom Charlie McCoy inn á pallin. Hesin úrmælingurin smæddist ikki burtur. Nú hevði eg høvi at [...] tað so vera. Næstu ferð mugu nýggir bollar á suppuna. Eg havi hoyrt graml um góð og kend nøvn, sum ætlanin er at fáa henda vegin, so tað er bara at vera skjótur á ferð, tá nøvn skulu finnast, so vit »cou
tónleikabrot við ljóðførum á serligum fløgum, sum hann kundi brúka til upptøkurnar. So var at spæla inn og finna tónleikarar at leggja annað omaná. Finnur Hansen hjálpti okkum nógv við hesum og hevði frálík [...] hvørjum fólk har dáma at lurta eftir, men tað ger mær onki, tí mær dámar væl at syngja allan møguligan tónleik, sigur Lena. Vit taka hesa fløga við sum eitt slag av demo at vísa fram, men um fólk eru áhugað [...] fløguspælaranum, meðan eitt videoband við samrøðum við Lenu og Niclas varð víst á skerminum. Ikki uttan orsøk, tí fløgan er á heilt góðari leið. Hetta er ein av teimum fløgunum, sum tú leggur í spælaran,
at tú veitst ikki, hvussu gott tað er, fyrr enn tað er burtur. Sum nógv onnur í ferðavinnuni finnst Sámal Bláhamar at, at "Around Faroe Islands", sum er komið út í 10 ár, nú er bannað á Ferðaráðnum. B [...] hava fólk á staðnum, sum greiða frá Føroyum. Eisini tá ið landsliðið í fótbólti, sum er okkara fremsti amabassadørur uttanlands, er úti í heimi og spælir, sigur Sámal Bláhamar. Ferðaráðið leypir á leistum [...] arbeiða beinleiðis í vinnuni og tey, ið samskipa vinnuna á Ferðaráð Føroya, er út av lagi vánaligt. Vit tosa rætt og slætt ikki sama mál, tey eru heilt á øðrum stigi enn vit og tí tosa vit forbí hvønn annan
haldi eg at føroyskir politikarar hava fokuserað alt ov nógv uppá hetta málið einsamalt. Tað er so nógv annað sum krevur viðgerð, eitt nú hvussu fiskivinnupolitikkurin skal skipast, endurnýggjan av sk [...] flutt heimaftur, sigur Rolf Guttesen, at hjúnini royna hvør á sín hátt at arbeiða til gagns fyri føroyingar í Danmark, men at næsta ættarliðið er á trappunum. Tá er torført at flyta, av tí at børnini kenna [...] verða verandi í Danmark. Hvussu verður tá hjúnini verða pensionerað um eini 25 ár, hava tey ikki reiðiliga tikið støðu til, tó at tankin um at flyta hevur verið frammi og vent. Hvussu metir tú um framtíð Føroya
og var 102 m. høgt, ella uml. longdin á einum fótbóltsvølli. Tað varð avgjørt, og morgunin eftir sótu vit sjey fólk við firvaldum í búkinum í tí lítla jeep?inum á veg niðan. The Pipeline var upprunaliga [...] væl aftan á lopið, og hann legðist við fepri. (Hetta var tó longu áleiðis áðrenn). Ímeðan fann Halla útav, hvussu vit komu víðari og hvagar vit skuldu fara, og fekk bílagt pláss við bussum á gistingarhúsum [...] í havinum rundanum. Suðuroyggin Vit flugu inn í Christchurch á Suðuroynni, og longu dagin eftir fóru vit víðari suðureftir. Fyrsti steðgur á skránni var Queenstown, og busstúrurin suður hagar var rímuliga
seinni: »og nógv fólk vóru tikin til fanga«. Hetta er smáputl, men argandi smáputl. »Leiðarljós« er ógvuliga konkret og glær um somu tíð. Nógv verður sagt um klæðini hjá børnunum, hvat tey eta og hvussu tey sova [...] tað veitir lesaranum eina kenslu av um somu tíð at fáa nógv at vita - viðhvørt ov nógv - og ov lítið at vita. Hermenn og dráp verða tíðum havd á lofti, men ikki fyrr enn móti endanum gerst lesarin greiður [...] Kort er við bókini og somuleiðis navnalisti, og nøvnini minna ikki sørt um tey í »Hobbanum« (finst á føroyskum í týðing eftir Axel Tórgarð) og »Lord of the Rings« hjá J. R. R. Tolkien. Ivaleyst er onkur
politiskur spurningur, hvussu ofta skal flúgvast og, nógv, ferðaseðilin skal kosta- og, hvussu nógv landskassin tí skal spjaða til. Men hugskotið er, at suðuroyingar skulu sleppa norður á meginlandið og aftur [...] Jens Pauli Rasmussen, í Havn, sigur, at hvussu stór upphæddin úr landskassanum verður, veldst sjálvandi um, hvussu umfatandi ferðaætlanin skal verða, hvussu nógv ferðaseðilin skal kosta o.s.fr. Teir siga [...] hann kann lenda á breyt. Hann krevur eina breyt, sum er 600 metrar. Men neyðugt er ikki at gera so nógv burturúr vøllinum. Ein slættur grúsvøllur er nóg góður. Hesir flúgvararnir eru nógv brúktir aðrastaðni
Beint fyri klokkan tvey sunnunáttina hendi eitt ferðsluóhapp á Tvøroyri. Trý fólk vóru á veg til hús tá tvey teirra vóru yvirkoyrd beint omanfyri krambúðina hjá N. J. Mortensen. Sýnið var vánaligt tá óhappi [...] meðan maðurin, sum nýliga fylti 82 ár, breyt undirleggin. Forrúturin á bilinum brotnaði av tí at maðurin datt upp á motorlúkuna á bilinum og slóg høvdið í rútin. Maðurin, sum fylgdi við teimum báðum eldru [...] øll, sum eru á einum málið um hvørt hetta er rætt ella ikki. ? Gøtuljós lýsa best tá tað er myrkt er, er eitt argument. Men tað er tó ivasamt um hetta óhappið kemur at gera at gøtuljósini á Tvøroyri í
fyri fleiri málum, so tað bendir á, at NSÍ ikki ætlar sær at fara í summarfrí uttan stig. Javnleikur á Eiði Triði dysturin hetta vikuskiftið varð spældur á Mølini á Eiði, har vindurin í stóran mun stýrdi [...] bert ein spurningur um, hvussu stórur sigurin bleiv. Sigast má, at 1. deild hjá B36 hevði ein góðan dag sunnudagin. Kvinnurnar vunnu 14-0, og beint aftan á vunnu menninir 7-0 á TB (teir kundu eisini tað [...] ! At Skála, sum ikki hevur nógv fólk í at taka av, hevur trupulleikar, var greitt longu áðrenn dystin sunnudagin, men eftir stóra ósigurin móti B36 er eisini greitt, at nógv skal henda, um liðið skal kunna