leiðin at enda er gingin við úthavsins strendur í broti og gjálvi fara vit sjálv upp í ringin. Hóast tekstirnir í hesum savni eru rímbornir í sniði, og tí ikki í nakrari formmerking modernistiskir, kendist [...] runt hurð av hurð, findarglaður og við hittinorðaðum viðmerkingum til ung og gomul. Hann kom eisini til okkara, og bókin varð, minnist meg rætt, handað og goldin í túninum í Jónas Broncksgøtu. Nú er so bókin [...] grønum farra, heitið reytt, permuvignettin framskorin. Og sum hon er vøkur, henda bókin, heilskapað í sínum tematikki, og ung og frísk í síni bæði mynd- og tekstbornu list! Evnini eru ungdómsins ivi, vakurleikin
burturflyta týskar, franskar og italskar ríkisborgarar, tí sambært The Times hava tey trý londini goldið burturflytarum í Irak 250 milliónir krónur í loysigjaldi, sjálvt um stjórnirnar í teimum trimum londunum [...] París, Berlin og Rom, tí teir halda, at tær eru alt ov skjótar at slaka, og at tað hevur eggjað yvirgangsmonnum í Irak til at ræna vesturlendingar. -Á pappírinum standa vit saman, men tað er líkt til, at nakrar [...] borgarum og Týskland 47 milliónir fyri tríggjar av sínum. Prísurin fyri hvønn gísla hevur ligið ímillum 14 og 58 milliónir krónur, skrivar blaðið. Vesturlendskir diplomatar ilskast inn á stjórnirnar í París
marknaður og sostatt skulu vit eisini hava gott samstarv við ES. Føroyar skulu nevniliga hava tvey bein at standa á í Evropa og tey beinini eru EFTA og ES. Vit skulu hava EFTA limaskap og so gott samstarv [...] føroyskum limaskapi í felagsskapinum. Sambandsfólk halda nevniliga, at EFTA er ikki nummar eitt hjá føroyingum. - Vit skulu fara eftir tí besta og tað er limaskapur í ES, sigur Johan Dahl í aðrari grein i blaðnum [...] undirtøka er í Føroyum fyri limaskapi. - Tann dagin, Noreg ella Ísland verða limur í ES, er tað tí, at ES hevur slept sentralu stýringini av fiskivinnupolitikkinum í Brússell og letur londini sjálvi umsita
verða arbeiðsgenta. Tað var eisini her, at hon og Heri komu at kennast og knýttu ástarbond, og gingu seinni saman í hjúnarlag. Tey eiga trý børn, Louis, Siri og Janna. Persónliga kom eg at kenna Linhild fyri [...] Hansara vegir og hansara hugsanir eru hægri enn okkara vegir og okkara hugsanir. Svárast kennist tó sorgin og saknurin hjá Hera og børnunum og hennara nærmastu, sum hava mist eina góða konu og mammu, vermammu [...] sjálv hevur arbeitt til og kom sera væl frá, og sum hevur glett mangt eitt eygað. Eitt, ið eisini sermerkti hana, var, at hon var altíð í góðari tíð, hon kom til tíðina og var liðug í góðari tíð. Linhild dámdi
hugskot og royndir og at styrkja samstarvið sínámillum. Ráðstevnan er annaðhvørt ár, og tey trý londini í útnorðuri skiftast um at vera vertir. Fíggingin av ráðstevnuni fer av fíggjarlógini og fyrsta [...] nýtast til enn, og at hann skal ikki nertast, fyrr enn ein arbeiðsbólkur í flokkinum hevur tikið støðu til tað. Løgið signal at senda Havandi í huga umstøðurnar hjá kvinnum í politikki í løtuni, har Ja [...] taka lut í ráðstevnuni. Men tað er Útnorðurráðið, sum hevur avrátt, at tað bert skulu vera parlamentarikarar sum sleppa við. Og tá tað júst er Javnaðarflokkurin, sum hevur ein lim í útnorðurráðnum í løtuni
millum Føroyar og Hetland. Samstarvsavtalan hevur sum endamál at menna og styrkja mentanarliga samstarvið millum londini grundað á, at hetta hevur landanna felags áhuga. Samstarvið er eisini í góðum samljóði [...] College í Lerwick herfyri. At evnið fyri verkætlanina var Seyður var, sum vera man, ikki av tilvild. Seyður og seyðahald hava til allar tíðir verið ein lívsæðr fyri lívsins uppihald bæði í Hetlandi og í Føroyum [...] bindimaskinur í langum røðum og bara bíðaðu eftir, hvat tú vildi hava. Tað var bara at velja tógv, litir og snið, sum alt varð tastað inn á maskinuna, og út kom júst tað, tú hevði biðið um í so nógvum metrum
- Við trampolinini styrkja vit bæði grov- og fínmotorikkin, og ikki minst javnvág og tilvitan barnsins um kroppin, sigur Claus A. Rasmussen, sum hevur arbeitt í Føroyum í eitt ár. Og hann vísir á, at børn [...] leikandi lætt og líkatil at leypa upp á trampolinina úti í garðinum. Foreldrini skulu ikki koyra til og frá, onki við at pakka ítróttartaskuna ella at roksa við møtitíðum og kappingum. Og fram um alt: Tað [...] børnini at royna seg og at fáa eitt sokallað kick, har tað kitlar í búkinum og har tey bjóða kropsligu og sálarligu mørkini av. - Børn hava tørv á tí villa. Sum tá tey standa á eggini og hyggja útav ella tá
boð eftir føroyingum í útlandinum. Eitt nú í Grønlandi. Fyritøkan Sea Star á Toftum er í løtuni við at byggja longstu havn í Grønlandi. Hon er 300 metrar og er í Fiskifjørðinum í Vesturgrønlandi, har ein [...] miklan ans bæði í Grønlandi og eisini í øðrum londum. Fyri tað fyrsta verður verkætlanin mett sum eitt mynsturprojekt og ein successøga, so skjótt og væl hevur tað gingið frá byrjan til í dag. Kendir politikarar [...] politikarar og vinnulívsfólk úr fleiri londum standa í kø at vitja námsbygdina í Fiskifjørðinum. Svenski forsætisráðharrin og svenski uttanríkisráðharrin hava júst verið á vitjan. Sum skilst kann henda
dátt og óvart á mong, tá tíðindi bórust fríggjadagin um ætlanina hjá Leirvík og Gøtu at leggja saman í eina kommunu frá 2009 at rokna. Bæði bygdaráðini tyktust vera fullkomuliga samd í hesum máli, og líkt [...] fuglfirðingar. Og øvugt! - Nógv halda, at vit í Fuglafirði eru so reyput og errin av okkara býi. Helst tí at vit hava nóg mikið av peningi. - Sakin er í roynd og veru hon, at vit hava alt her í býnum. Okkum [...] endurtaka, - her er alt! Í Fuglafirði hevur ítrótturin góðar umstøður, tey gomlu og børnini hava sínar og mentanin er í góðum hondum. Og innan tað vinnuliga gongur avbera væl og so framvegis. Aðrir fug
in og seinni aðrar sosialar skipanir vóru settar í verk í Føroyum. Tær vóru stovnsettar í eini tíð, tá politiska mynstrið var so nógv øðrvísi enn í dag. Síðani eru aðrar sosialar skipanir settar í verk [...] Neystabø útbúgvin cand.mag. í donskum og týskum og stjóri á Føroya Skúlabókagrunni frá 1991, tó við farloyvi tey árini, hon var í politikki, og tá hon tók master útbúgvingina í Odense. Sum stjóri á einum [...] verður stovnað á jøvnum føti og við somu tign sum eitt nú Búskaparráðið og Løgtingsins Umboðsmaður. Ráðið kann gera viðmerkingar til tann førda politikkin í einum langtíðarhøpi og meta um framtíðarútlitini