Hanus Kamban ummælir
Eftir at ein á sumri 1956 var komin til Havnar at búgva, gekk ikki long tíð, til tað var greitt, hvør T.N. Djurhuus var: ein spelkin, mjávaksin unglingi við snøggum, gulligum vangaskeggi, smílandi, og um ikki nakar mótaprinsur, so kanska eitt vet meira prangandi ílatin enn borgarar flest. Tummas undirvísti í týskum í realskúlanum, og hann var tiltikin, og hálovaður av sínum næmingum, tí hann gav týskum navnorðaflokkum, ið skuldu fylgja eini ávísari bending, kend løg og lærdi teir alvar, hann hevði undir hond, at bera hesar turrisligu bendingarteggjur av kall- kvenn- ella hvørkikyni fram, ikki sum ramsur, men sum sang. Vinmaður mín Finnur Kjøt (vit gingu saman í preliminerskúla, og hann var tann fyrsti, sum nevndi fyri mær rithøvundar sum Poe og Hemingway) fortaldi mær, at hesin lærari var skald og nevndi sum dømi, at Tummas biðin um tað eftir fáum minuttum hevði týtt ein tá kendan poppsang úr eingilskum til føroyskt:
Tú og eg á ástartingi,
liggja bleytt í berjalyngi,
eina nátt í mánalýsi,
angar søtt av børkuvísu.
Nakað seinni vildi so til, at hesin slóðbrótarin í kreativari bendingarfrálæru var biðin um at koma út á VBV, har preliminer- og studentaskeiðið tá helt til, at halda ein fyrilestur í okkara næmingafelag. Evnið var ein írlandsferð, Tummas hevði gjørt. Hæddin í frásøgnini kom, tá Tummas, sambært frásøgnini, bað um at sleppa at vitja tann írska forsetan Éamon de Valera (sum vit annars fyri nøkrum árum síðani sóu avmyndaðan, minniliga, í filminum Michael Collins). Umbønin varð játtað, og Tummas greiddi frá síni samrøðu við forsetan í ríkinum Éire, sum í 1949 hevði slitið øll formlig bond við Bretland. Hesum minnist eg einki av, uttan tað at fyrilesturin í tóna var eyðkendur av skemtingarsemi, kanska enntá komikki, men at Tummas ongantíð hvørki læði ella brosaði, meðan hann greiddi frá. Heimkomin greiddi eg pápa frá hesum, og hann svaraði stutt og greitt: soleiðis ger tann sanni humoristurin. Eg hefti meg annars, meðan eg lurtaði eftir Tummasi, serliga við pannuna á fyrilesaranum: á enni og tinningum livdu og aldaðu knyklar og kullur, sum boðaðu tær frá miklum virksemi innanveggja.
Sum tað skilst, var Tummas fjølbroyttur maður, sum eisini tókst við annað enn at yrkja og vera lærari. Tá ið Útvarp Føroya kom í 1957, var hann ein tann fyrsti, sum sá teir nýggju møguleikarnar og dugdi at brúka henda loftborna miðil. Mong munnu minnast, at hann fyrst í sekstiárunum gjørdi sendingar, hann rópti features, har hann í dramatiseraðum formi greiddi frá hendingum uttan úr heimi og úr søguni, ofta ógvisligum ella blóðugum tilburðum, sum høvdu verið slóðbrótarum úr heimsins siglingarsøgu fyri. Hinvegin munnu tey flestu hava gloymt, at hann eisini tíðliga í útvarpsins søgu gjørdi speiligar og kabarettkendar sendingar, har virdir politikarar vórðu viðgjørdir við sama respektloysi, sum í dag eyðkennir Óla P. Somuleiðis týddi hann stuttsøgur eftir franska humoristin Marcel Aymé og las tær upp í útvarpinum.
Yrkingasavnið OG DANSURIN GONGUR kom út í 1958. Millum lesarar og áhugað vakti tað stóran ans tá, at listamaðurin Ingálvur av Reyni, við (mjúkliga) abstraktum, geometriskum figuratiónum, hevði givið bókini sítt heilt serliga listarliga fylgispæl. Eg minnist tó einki um, at nakar helt hetta vera ov djarvt ella merkiligt, tvørturímóti fegnaðust fólk um tann vakurleika og ta elegansu, sum eyðkendi hesar grafisku strikur, og sum ikki bara gjørdu tekst og myndir til eina heild, men gjørdu hesa bók til tað kanska vakrasta yrkingasavnið, ið nakrantíð er komið á føroyskum. Tummas seldi sjálvur bókina, spákaði Havnina runt hurð av hurð, findarglaður og við hittinorðaðum viðmerkingum til ung og gomul. Hann kom eisini til okkara, og bókin varð, minnist meg rætt, handað og goldin í túninum í Jónas Broncksgøtu.
Nú er so bókin komin út av nýggjum, ikki sum endurprent, men sum nýprentað útgáva, sjáldsama væl frágingin av Føroyaprenti, sett við stílreinum Garamond-stavum, perman ljóst gráblá við grønum farra, heitið reytt, permuvignettin framskorin. Og sum hon er vøkur, henda bókin, heilskapað í sínum tematikki, og ung og frísk í síni bæði mynd- og tekstbornu list! Evnini eru ungdómsins ivi, vakurleikin, ástarsjúka, tilveruligur ótti, ein gudsmynd, verandi ella farin, tey útriknu ólukkudýrini, men øll kunnu tey samanfatast undir einum (at kalla ótilskilaðum) høvuðstema: borgarans dømisjúka, sjálvgleði, hykl, smáu og gírigu marksetanir. Ein tann vakrasta yrkingin, Konfirmatión, angar av blúgvum frískleika og vakurleikaansi, sum ein døggfallin reinfann:
Fimtan summør, so altarvøkur,
náttsvartar purlur kring høvur ...
Yrkingin Hevur tú hómað - ber fram tíðarinnar angist, atomskaldanna órógv, sum nøkur ár seinni var við til at geva skaldum sum Bob Dylan flog og fekk ferð á kravgongurnar fyrst í sekstiárunum. Tann tekstur, sum hevur givið verkinum navn, er kanska serliga áhugaverdur. Longu í søgnini um kópakonuna finna vit myndina av teimum omandotnu ella sjólátnu, sum at enda skulu taka hendur saman og fevna um alla Kunoynna. Í yrkingini Vestfalsbroddur vendir Hans Andrias, í síðstu reglu í seinasta ørindi, aftur til hetta sama bílætið, munurin er bara, at nú taka sjólátnir hendurnar saman og fevna um allar Føroyar. Tummas letur ta somu myndina eiga alla yrkingina og hevur nú eisini framtíðina við:
Og einaferð fara vit eisini sjálvi
tá leiðin at enda er gingin
við úthavsins strendur í broti og gjálvi
fara vit sjálv upp í ringin.
Hóast tekstirnir í hesum savni eru rímbornir í sniði, og tí ikki í nakrari formmerking modernistiskir, kendist bókin modernað, tá ið hon kom, eitt savn, sum týðiliga setti spurnartekin við borgarans føstu, trygdaðu áskoðan. Tummas var eisini, í áskoðan og verumáta, bohemur, stuttligur, spillivandi, respektleysur, kringur í orðum. Og kanska ber til at siga, at hann var eitt, gamaní heldur spakført, føroyskt dømi um beathugtakið, sum eitt nú Jack Kerouac og Allen Ginsberg umboðaðu um somu tíð í USA. Tað sum tó gevur hesi bókini sín serliga dám, er ein blandingur av einfeldi, vakurleikadyrkan og mildliga sniðfundigum speisemi, sum mest av øllum fær ein at hugsa um Heinrich Heine. Ikki allar yrkingar í bókini komu tá órevsaðar undan borgarans dómi, men Tummas hevði, sær til verju, kunnað tikið til nøkur orð eftir sama Heine:
Doch die Kastraten klagten,
Als ich meine Stimm erhob ...
Sum portur við byrjan og enda á bókini standa tveir tekstir, har yrkjarin hevjar seg út um menniskjanna felag, myndamálningurin Morgun á grækarismessu, og Vøgguljóð, ein náttaryrking, angandi av yndi og reinleika. Tann vakrasta náttaryrkingin, sum undirritaði veit seg hava lisið, er annars No reiser kvelden seg eftir nýnorska skaldið Olav Nygard (1884-1924). Triðja ørindi í hesi yrking byrjar soleiðis:
Med linne andardrag stig natta inn,
med myrke lokkar kringum hals og kinn
og herdaduk av alvelette eimar.
Reglur sum hesar kunnu, fullfíggjaðar sum tær eru, lættliga fáa ein lesara at tváa sær og lata seg úr skónum. Fermd sum hon er við spræknari náttúruást og kosmiskum skapanaryli er yrkingin hjá Nygard øðrvísi og meira fullførd í síni hugsan enn Tummasar náttartekstir. Og kortini er Tummas í sínum náttaryrkingum í tóna kanska ikki so langt frá Nygard. Eisini hjá Tummasi er náttin umskapt til persón, og í summum førum er myndburðurin hin sami:
Men náttin kemur eystan, tá samanlagt er blóm,
við sínum loystu, ravnasvørtu lokkum ...
Um vit nú hyggja at Vøgguljóði, so tykist bæði í hesi yrking og í No reiser kvelden seg tann merkiliga purpurkenda y-bókstavmyndin (myrke, kyrtli), sum á gátuføran hátt tykist at ganda fram nátt og dýpd, at rína við lesaran:
Og meðan náttin um londini
í svørtum kyrtli sveimar,
leiði eg teg við hondini
um svøvnsins løgnu heimar.
Sum heild tykist stílurin í OG DANSURIN GONGUR at vera eyðkendur av onkrum loftkendum fínleika, myndir og orð minna um klantrasligan grafikk, fáa ein at hugsa um ta fræandi krúnuna á smyrilsurtini ella um tey snyrlandi mynstur, sum skapanin hevur prýtt tær hvalspýggjur við, sum á sumri dansa sín bylgjandi sævardans fram við okkara bryggjum og strondum. Furan við altarhvítum børki, greinum, ið skína sum kertiljós og roykilsi av mjørka er eitt gott dømi um hesar fínliga vovnu tekstvendur. Eitt annað dømi er yrkingin Hann gongur í nátt. Tær fáu, einføldu myndirnar lívsins harri, tann tóma høllin, tann tóma sálin eru á ein hátt svikaligar, tí innihaldið í tekstinum er ikki einfalt, men eyðkent av tví- ella tvørsøgn. Einum rennur í huga Janusar Ver sterk mín sál, munurin er bara, at Tummasar yrking er spakmælt og sør fyri patos. Ikki at undrast á, at sviin Pär Lagerkvist var ein av skaldsins yndishøvundum. Evnið í yrkingini er transcendensur ella gudsfatan. Hásætið stendur harraleyst, men paradoksið er, at tað samstundis ikki er harraleyst, tí sálarinnar tosti ella hugans tørvur hevur sett ein nýggjan harra í tann tóma kongastólin:
Deyðræddur vænti eg at hoyra ekkóa
hansara velduga dómaramál.
Hansara, sum í hesi nátt
gongur ígjøgnum eina tóma sál.
T.N. Djurhuus: OG DANSURIN GONGUR. Endurútgáva í sambandi við móttøku á Føroyaprenti 5. mai 2006. Myndir eftir Ingálv av Reyni. Forlagið Fragd. Bókin verður um nakrar dagar at fáa í handlunum.