Ein altjóða sáttmáli sigur, at lond eiga ikki at rinda loysigjald fyri fólk, sum verða burturflutt, men sambært bretska blaðnum The Times skulu burturflytararnir bara leggja seg eftir at ræna fólk úr teimum røttu londunum, tí so kunnu teir vera rættiliga vísir í at fáa væl av pengum burturúr.
Eftir øllum at døma loysir tað seg serliga væl at burturflyta týskar, franskar og italskar ríkisborgarar, tí sambært The Times hava tey trý londini goldið burturflytarum í Irak 250 milliónir krónur í loysigjaldi, sjálvt um stjórnirnar í teimum trimum londunum avsanna tað.
Eftir teimum upplýsingum, sum blaðið hevur fingið fatur á, hevur Frakland goldið 146 milliónir krónur fyri tríggjar franskar ríkisborgarar, Italia 64 milliónir fyri tveir av sínum borgarum og Týskland 47 milliónir fyri tríggjar av sínum. Prísurin fyri hvønn gísla hevur ligið ímillum 14 og 58 milliónir krónur, skrivar blaðið.
Vesturlendskir diplomatar ilskast inn á stjórnirnar í París, Berlin og Rom, tí teir halda, at tær eru alt ov skjótar at slaka, og at tað hevur eggjað yvirgangsmonnum í Irak til at ræna vesturlendingar.
-Á pappírinum standa vit saman, men tað er líkt til, at nakrar stjórnir hava goldið loysiogjald, sigur ein týðandi diplomatur við The Times.
Sambært blaðnum er eisini illgruni um, at Svøríki, Jordan, Turkaland og Rumenia hava goldið loysigjald fyri gíslar í Irak.