Tað eru boð eftir føroyingum í útlandinum. Eitt nú í Grønlandi. Fyritøkan Sea Star á Toftum er í løtuni við at byggja longstu havn í Grønlandi. Hon er 300 metrar og er í Fiskifjørðinum í Vesturgrønlandi, har ein ein stór námsútbygging er í gongd.
Talan er um eitt olivinnám, sum hol varð sett á fyri góðum ári síðani. Nú verður so seinasta hond løgd á projektið við eitt nú føroyskari arbeiðsmegi. Sea Star er partur av verkætlanini og hevur staðið fyri uppsetan av arbeiðsskúrum, vegagerð og havnagerð. Tilsamans 21 mans eru knýttir at arbeiðsuppgávunum í Grønlandi. Ì løtuni eru 14 mans til arbeiðis í Fiskifjørðinum. Oddamaður er Jákup Martin Kjeld, sum setti Sea Star fyritøkuna á stovn saman við beiggja sínum fyri trimum árum síðani.
Hetta samstarv byrjaði í sambandi við bygging av nýggja Føroya Telebygninginum. Tá vóru teir frá Sea Star við sum undirveitarar hjá donsku byggifyritøkuni MT Højgaard. Somikið væl eydnaðist henda byggiuppgávan og samstarvið við MT Højgaard, at felagið á Toftum varð tikið við í stóru námsverkætlanina í Eysturgrønlandi, sum MT Højgaard stendur fyri.
Aðrar havnaútbyggingar
Eftir at hava verið við til at gera námsbýin kláran hava fólkini hjá Sea Star arbeitt við at gera havnina lidna. Hon skal taka skip, sum lasta 55.000 tons av olivin. Fólkini hjá Sea Star eru kavarar og handverkarar av ymsum slag. Partur av arbeiðinum er eisini at gera betongfundament til eitt risastórt knúsiverk. Ætlanin er, at havnin skal vera liðug í september. Tá hetta arbeiðið er liðugt liggur føroyska fyritøkan eisini framvið at vera við í havnaútbyggingum í Nuuk og øðrum grønlendskum býi.
Jákup Martin Kjeld, sum er høvuðsmaðurin aftanfyri Sea Sta,r hevur sjálvur arbeitt hjá MT-Højgaard og hevur har fingið royndir við eitt nú havnabygging. Í løtuni starvast 33 fólk hjá fyritøkuni. Tey, sum ikki eru í Grønlandi, arbeiða sum undirveitarar hjá MT Højgaard, sum stendur fyri um- og útbygging av SMS.
Jákup Martin er nøgdur við arbeiðið teir hava gjørt í Grønlandi. Tað er hart arbeiði men fólkið trívist væl sigur hann. Fortjenastan er eisini góð.
FJM í Runavík við
Fleiri aðrar føroyskar fyritøkur eru við í stóru námsverkætlanini í Grønlandi. Tær eru ráðgevandi verkfrøðingarfelagið Sofus M. Jacobsen í Havn, sum hevur staðið fyri sjálvari projekteringini av námsbýnum við Fiskifjørðin við tilhoyrandi vegum, kloakkum og húsum. Fyritøkan KJ-Elráð hevur staðið fyri elinstallatiónunum, meðan FJM í Runavík stendur fyri uppsetan av tí stóra knúsiverkinum. Hetta er eitt stórarbeiði og eru fleiri mans frá FJM á staðnum. Aftrat hesum kemur so eisini RM bóllkurin, sum er eitt nýtt føroyskt felag, ið tekur sær av tilbúgvingarætlanum. RM stendur fyri Risk Management.
Tað er svenska fyritøkan Minelco, sum hevur loyvi til at bróta olivin í grønlendska náminum. Fyritøkan hevur so latið MT Højgaard upp í henda at standa fyri øllum projektinum, ið so aftur hevur valt at brúka nógvar føroyskar undirveitarar.
Byrjað varð fyri einum ári síðani, og tað skilst, at tað er einki minni enn eitt bragd, at tað hevur borið til at fáa alt klárt eftir bara einum ári, samtíðis sum at 120.000 tons av olivin longu er farin á altjóða marknaðin.
Nú kemur so verulig gongd á framleiðsluna. Royndir vísa, at har er helst nokk av olivini at bróta úr fjallinum við Fiskifjørðin í 100 ár. So mikið nøgd er svenska fyritøkan Minelco við MT Højgaard, at danska fyritøkan nú eisini hevur fingið til uppgávu at standa fyri sjálvum rakstrinum av náminum.
60 mans til arbeiðis
Sáttmáli er gjørdur fyri eitt fimm ára skeið, og hesi árini skulu brótast fyri eina hálva milliard krónur av olivini úr náminum. Umleið 60 mans koma at arbeiða við framleiðsluni, teirra millum helst fleiri føroyingar.
Námsbygdin í Vesturgrønlandi hevur vakt miklan ans bæði í Grønlandi og eisini í øðrum londum. Fyri tað fyrsta verður verkætlanin mett sum eitt mynsturprojekt og ein successøga, so skjótt og væl hevur tað gingið frá byrjan til í dag. Kendir politikarar og vinnulívsfólk úr fleiri londum standa í kø at vitja námsbygdina í Fiskifjørðinum. Svenski forsætisráðharrin og svenski uttanríkisráðharrin hava júst verið á vitjan.
Sum skilst kann henda námsverkætlanin koma at skunda undir aðrar námsætlanir í Grønlandi, herímillum eisini í Eysturgrønlandi. Og eisini her koma føroyskar fyritøkur inn í myndina.










