Kvinnurnar ongan góðan í Javnaðarflokkinum

Javnaðarflokkurin hevði ikki ráð til at senda eitt kvinnuligt umboð til Grønlands á ráðstevnu fyri kvinnuligar parlamentarikarar, sum var í Grønlandi um mánaðarskiftið. Hetta sigur Kristian Magnussen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Fólkaflokkurin rindaði fyri Rúnu Sivertsen, og Løgtingið fyri teir flokkar, sum frammanundan hava kvinnur valdar. Smáu flokkarnir hava heldur ikki ráð.


Tann 18. november í 1999 samtykti Føroya Løgting at taka undir við eini tilráðing hjá Útnorðurráðnum, har skotið verður upp at skipa fyri ráðstevnum fyri kvinnuligum  parlamentarikarum í útnorðuri, umframt umboðum, sum fáast við javnstøðu. Sambært tilráðingunum er endamálið við ráðstevnunum, at kvinnuligir politikarar kunnu skifta um hugskot og royndir og at styrkja samstarvið sínámillum. Ráðstevnan er annaðhvørt ár, og tey trý londini í útnorðuri skiftast um at vera vertir. Fíggingin av ráðstevnuni fer av fíggjarlógini og fyrsta ráðstevnan av hesum slagi var í Føroyum í september 2004, har umboð fyri allar teir politisku flokkarnir, eisini teir sum ongan kvinnuligan parlamentarikara hava, tóku lut.
 
Trý umboð avstað
Um mánaðarskiftið varð so næsta ráðstevnan hildin í Grønlandi, í Qaqortoq frá 31. mai til 2. juni. Men hesaferð vóru tað bara flokkarnir, sum hava kvinnuligar parlamentarikarar, sum vórðu sendir avstað uppá rokning hjá løgtinginum. Sostatt máttu flokkarnir, sum ongan kvinnuligan parlamentarikara hava, sjálvir rinda fyri ferð og uppihald, um teir vildi senda, til dømis eina varakvinnu fyri løgtingsmann, avstað.
Tað er Løgtingið, ið rindar fyri teir flokkar, sum hava kvinnulig umboð á tingi. Tær eru Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen fyri Tjóðveldisflokkin, og Lisbeth L. Petersen fyri Sambandsflokkin.
 
Løgting fyri løgtingslimir
Sambært Súsonnu Danielsen, stjóra á skrivstovu Løgtingsins, settu teir báðir, Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin og Kristian Magnussen fyri Javnaðarflokkin seg í samband við hana nakað undan ráðstevnuna í Grønlandi. Teir spurdu, um teir kundu senda ikki-parlamentarikarar avstað at umboða flokkarnar, nú teir onga valda kvinnu hava, og um løgtingið kundi standa fyri útreiðslunum av hesum. Men svarið frá Súsonnu Danielsen var, at tað kundi als ikki komið uppá tal, tí í reglugerðini stendur, at ráðstevnan bert er ætlað kvinnuligum parlamentarikarum, og at endamálið við ráðstevnuni er at hava eitt netverk fyri kvinnur í politikki, har tær geva sínamillum stuðul til hvørja aðra.
- Hetta er tað, sum Løgtingið hevur játtað at bera útreiðslurnar av, greiðir Súsanna Danielsen frá. Sostatt vóru boðini til teir báðar flokkarnar, at teir sjálvir máttu standa fyri útreiðslunum, um teir kortini valdu at senda umboð avstað.
 
Rúna sum konsulentur
Tað valdi Fólkaflokkurin so at gera, og flokkurin sendi Rúnu Sivertsen avstað sum konsulent fyri flokkin og vórðu útreiðslurnar tiknar av játtanini hjá flokkinum, sum er ætlað til innantings arbeiði, so sum umsiting og skrivara. Hetta visti Súsanna Danielsen, og hon sigur, at hon ikki kann blanda seg uppí, hvat flokkarnir brúka peningin til umsiting ella peningin til politiska upplýsing til.
 
C hevur ikki ráð
Nú var so upp til Javnaðarflokkin at taka støðu til, um flokkurin eisini vildi senda umboð avstað, men sambært Kristiani Magnussen valdi Javnaðarflokkurin ikki at senda til dømis Mamy Dahl Sørensen ella Helenu Dam á Neystabø, hóast tær eru varakvinnur hjá tingmonnum í flokkinum.
Um orsøkina sigur Kristian Magnussen, at í fyrsta lagi er tað órættvíst, at bert teir flokkar, sum frammanundan hava kvinnuligar parlamentarikarar fáa umboð við. Harumframt sigur Kristian Magnussen, at flokkurin hevur ikki ráð til at brúka av kontoini til umsiting, tí flokkurin brúkar allar pengarnar til skrivstovuhald og umsiting annars.
- So Fólkaflokkurin brúkar minni til umsiting, og hevur ráð til at senda Rúnu Sivertsen avstað, sigur Kristian Magnussen.
Spurdur um tað kemur dátt við hjá Javnaðarflokkinum og um teir ikki hava vitað av at ráðstevnan fór at vera í Grønlandi í ár, so flokkurin kundi lagt upp fyri útreiðsluni, sigur Kristian Magnussen, at hetta kjakið hevur tikið seg upp seinastu vikurnar, og at flokkurin ikki hevur valt at leggja pening til viks til endamálið.
Spurdur um tað veruliga er so, at Javnaðarflokkurin ikki hevur ráð til at senda eina kvinnu til Grønlands, nú flokkurin júst hevur fingið milliónatals krónur fyri eina ávísa sølu, sigur Kristian Magnussen, at ongin avgerð er tikin um, hvat hesin peningur skal nýtast til enn, og at hann skal ikki nertast, fyrr enn ein arbeiðsbólkur í flokkinum hevur tikið støðu til tað.
 
Løgið signal at senda
Havandi í huga umstøðurnar hjá kvinnum í politikki í løtuni, har Javnaðarflokkurin situr við landsins leiðslu og ongin kvinna er nær í námind av valdinum, samstundis sum, at flokkurin hevur haft landsstýrismannin í javnsøðumálum, umframt at flokkurin onga kvinnu hevur í tinginium, spyrja vit Kristian Magnussen, um hetta er rætta signalið at senda í løtuni. Og hann sigur, at tað kanska er eitt óheppið signal, men at ongin vissa er fyri, at hóast flokkurin sendi eitt umboð til Grønlands, so kom nøkur broyting í kynsbýtið í føroyskum politikki. Eisini endurtekur Kristian Magnussen, at tað er órættvíst, at tað bert eru teir flokkar, sum frammanundan hava fingið kvinnur valdar, sum sleppa at taka lut í ráðstevnuni.
Men tað er Útnorðurráðið, sum hevur avrátt, at tað bert skulu vera parlamentarikarar sum sleppa við. Og tá tað júst er Javnaðarflokkurin, sum hevur ein lim í útnorðurráðnum í løtuni, hví hevur flokkurin so einki gjørt fyri at broyta hesa tilráðing, so tey trý parlamentini kunnu senda umboð fyri allar flokkar, og ikki bert teir, sum frammanundan hava kvinnuligar parlamentarikarar, spyrja vit Kristian Magnussen. Og hann svarar, at hetta møguliga er eitt mál, sum flokkurin fer at taka upp.