n av henni sum hægri lóg er lítil og ongin. Danska grundlógin er aldri fatað so, at hon setir greið mørk fyri, hvat politiska skipanin kann og ikki, heldur er hon mett sum ein kámur karmur um politisku [...] Sum nevnt omanfyri er tað ikki rætt, at grein 19 má skiljast sum ein forðing á hesum øki. Meiri sannlíka orsøkin til hesa donsku støðu er, at tað onga aðrastaðni enn á uttanríkisøkinum er av størri týdningi [...] donsku grundlógini er, at tá grundlógin í síni tíð varð til, vóru spurningarnir um støðuna hjá Føroyum og hinum atlondunum ikki spurningar um, hvat mátti verða, men spurningar um hvat kundi verða og tí
kjakforum, er ringt at sleppa uttanum Faroenet. Faroenet er mær vitandi elsta føroyska kjakforum, ið enn er á lívi. Tað hevur verið eitt tað mest vitjaða kjakforumið, og er tað framvegis. Ein tann størsti [...] dagbók ella kalendara, ið sostatt er við til at stýra og planleggja gerandislívið. Óivað eisini ein nyttug funktión. Men tað ið veruliga er áhugavert við alnótini, er at til ber sum einstaklingur at røkka [...] sjálvt, men um málið er enskt, so kann ein sangur, ein grein ella okkurt annað í prinsippinum verða lisið av miljardum her á jørðini. Ógvandi tanki! Ymisk føroysk kjakforum Tað er her vit koma aftur til
trúgvandi - vantrúgvandi, góð - ring o.s.fr. Men soleiðis er tað lukkutíð ikki. Holdningar byggja í stórsta mun á kensluliga førningin, sum vit hava í viðføri. Tí er tað ein illusión at siga, at miðlafólk [...] orientering, er ein heilt onnur søga. Var tað ætlanin, so hava miðlarnir arbeitt við fjaldari dagsskrá, sum ikki er í samljóði við setningarnar avtalaðir eru millum aðalráð og miðilin. Sama er galdandi fyri [...] Meðan góðir vanar og traditiónir fána burtur sum leiðreglur, svinnur eisini fatanin av, hvat er rætt og hvat er skeivt. Góðir siðir og virðingin hvør fyri øðrum fær aðrar dimensiónir - ja, missa sín u
seta seg sjálvan og sína egnu list í relieff. Ein kundi næstan rópt tað lítillæti. France og Gide Tað næsta ein varnast er allar bøkurnar. Listafólk eru, hvat bókmentum viðvíkir, ógvuliga ymisk, summi eru [...] var byrjað, vóru sjálvstýrisfólk. Sum dømi um, hvat ein sum útiseti kundi uppliva, nevnir Janus ein fyrilestur, sum Jørgen-Frantz Jacobsen helt, um evnið “Hvat hava franskir vínbøndur og føroyskir bøndur [...] kjølfestu, onnur kenna sínar klassikarar og mangt og mikið aftrat. Janus Kamban er ein av hesum seinnu. Hansara bókarúgva er stór og fjølbroytt, lutvís eisini persónliga merkt og ikki minst áhugaverd av
Heimið er ein ytri endurspegling av tí, sum fer fram innaní tær: óruddar tú rundanum teg, er eitt sama slag órudd innan í tær. Tá ið tú ruddar, hvørvur innara óruddið sum frá líður. Tað, sum er óliðugt [...] soleiðis: lutir, vit ikki brúka ella eru góð við. lutir, sum liggja og sløðast. ov nógvir lutir á ov lítlum plássi. alt, sum er óliðugt. Lutir, tú ikki brúkar ella ikki ert góð við: Lutir, tú ert glað fyri, og [...] sín rætt. Fínir orkutræðrir knýta teg til allar lutir, og er heimið á tremur av lutum, sum tú ert góð við ella brúkar við skili verður tað ein einastandandi kelda av orku og stuðli í lívinum. Harafturímóti
umsiting at gera er undir sama taki. Til hetta er bert at siga, at Barnanverndarstova Føroya ella Kommunala Arbeiðsgevarfelag Føroya ikki er ein kommunal fyrisiting, og als ikki ein partur av kommunalu [...] Felagið er eitt sindur í iva um, hvat gildi borgarstjórin sipar til. Vit kunna bert staðfesta, at kommunurnar í mun til fólkatalið fíggja Barnverndarstovu Føroya. Við í hesum útreiðslum er leiga av [...] november Føroya Kommunufelag undir, at koma við hálvum sannleikum og pástandum um hvat KSF meinar um barnaverndarøkið. Hetta er ikki rætt, tí Føroya KommÊunufelag hevur bert staðfest at KSF tvíhelt um, at
Júst sum mannalívið, ið bara er eitt bil og ein dag endar og er burtur úr hesum heimi. Ein tanki, ið hevur fylgt honum alt lívið og sæst aftur í skaldskapinum. Rúmið er ikki stórt, einar tíggju fermetrar [...] menniskjunar er, at tað skal doyggja, má eg ásanna, at tað er kraft í teimum orðunum og hugvekjandi sum høvundur at reika á teimum rásunum. Tí lívið er bara til láns og skal berast aftur. Og tað er ein sannroynd [...] tað er lætt at siga nú, frískur og á lívi. Hvussu støðan hevði verið, um eg í morgin fekk deyðadómin frá læknavísindini, er ein onnur søga og hevði uttan iva kveikt lív í ein nýggjan ótta, sum er øðrvísi
á vegnum. Tað er deiligt. Tú hevur fingið góð og minni góð ummæli. Fyrsta skaldsøgan, tú hevur latið úr hondum, er spádd at verða ein klassikari, eitt nýbrot í føroysum skaldskapi. Hvat kanst tú brúka [...] hennara út, sum eitur "Í morgin er aftur ein dagur". Hetta er ein søgulig skaldsøga, dramatisk og hugkveikjandi, sum fer fram í Havn stutt eftir aldaskiftið. - At skriva skaldskap er so nýtt í Føroyum samanborið [...] døma ein høvund eftir einum setningi hann hevur skrivað. Skalt tú sápla ritverkið hjá einum høvundi niður mást tú kenna tað út í odd og egg. Alt annað er óseriøst og virðingaleyst. "Ein mamma er ein mamma"
tað, sum vit stúrdu mest fyri, gjørdist ein fyrimunur. Ein kann so spyrja, hví danskir politikarar eru so trekir at sleppa Føroyum. Orsøkirnar eru nógv: Ein er so tann, at teir vilja styrkja støðuna hjá [...] áður í søguni. Sjálvstýri/heimastýri ? miðfirrað stýrisskipan Heimastýri er ikki annað enn ein skipan, har evsta valdið, sum er fólkatingið, hevur lagt ávísar uppgávur til eitt landspartating, ið nevnist [...] ið hetta inniheldur av mongum málum. Enn er fíggjarligi parturin ikki komin upp á pláss, og tað er ikki lættari hjá føroysku samráðingarnevndini, tá støðan er tann, at teir skulu »berjast« á tveimum hermótum
framleiða minni? Ein triði møguleiki er at biðja tey sum eru á arbeiðsmarknaðinum um at “renna skjótari”. – Aðrir møguleikar eru ikki. Kostar nógv At stytta arbeiðsvikuna við trimum tímum er eitt sera kos [...] arbeiðsvikuna við lóg, og at hækka lønina, soleiðis at fólk fáa somu løn fyri 37 tímar, sum tey nú fáa fyri 40 tímar. Tað kann undra, at ein flokkur sum til fyri bara einum ári síðani umsat arbeiðsmarknaðarmál [...] kostnaðarmikið átak. Minsta tímalønin er í løtuni kr. 133, 89. Tríggir tímar við hesi lønini kosta góðar 400 krónur. Tað vil siga, at um ein arbeiðsgevari skal seta eitt annað fólk í starv í tríggjar tímar