Eftir Jóannes Dalsgaard og Hanus Kamban
Karmurin um hann er ljós og vakurleiki. Í køkinum, ganginum og stovuni hanga málningar og grafikkur eftir Trónd Patursson, John Olsen, Elinborg Lützen, Palle Nielsen, Stefan Danielsen og Ingálv av Reyni.
Í atelierinum eigur húsbóndin alla myndina. Á gólvinum høgrumegin sæst standmynd við heiti Karyatidur, vinstrumegin stendur Dahl próstur og myndin av drongi, sum tekur seyð, og høgt uppi á tí stóra vegginum yvirav sæst relieffið av Tróndi gamla – fyrsta skúlapróvtøka í Føroyum, kunnu vit kanska siga.
Inn yvir alt ríkidømið, tað mesta evnað til úr hvítum, lýsandi gipsi, vellir gjøgnum tað velduga eysturvindeygað tað føroyska ljósið.
Annars eru opinleiki, kurteisi og forvitni tað fyrsta, sum kemur einum í huga, tá ein heilsar upp á listamannin og myndahøggaran Janus Kamban. Og hesir eginleikar tykjast at eiga óminkaða megi, eisini nú bara fáir dagar eru, til hann verður 95. Serliga livandi er áhugin fyri list, søgu og politikki. Greipaður saman, sum tað tykist, við einum líka so lítlum áhuga fyri at seta seg sjálvan og sína egnu list í relieff. Ein kundi næstan rópt tað lítillæti.
France og Gide
Tað næsta ein varnast er allar bøkurnar. Listafólk eru, hvat bókmentum viðvíkir, ógvuliga ymisk, summi eru gávurík natúrbørn við lítlari og ongari bókmentaligari kjølfestu, onnur kenna sínar klassikarar og mangt og mikið aftrat.
Janus Kamban er ein av hesum seinnu. Hansara bókarúgva er stór og fjølbroytt, lutvís eisini persónliga merkt og ikki minst áhugaverd av hesi grund. Har eru Scherfig, Laxness, William Heinesen, Anatole France, André Gide, James Joyce, bøkur um heimspeki, list, søgu og mentan, ikki sjáldan við høvundsins ella týðarans heilsan innaní.
Á eini bókahill í stovuni, nakað niðarlaga vinstrumegin, sæst ein bók við breiðum, gráum ryggi. Carl G. Laurin: Konsthistoria. Her kunnu vit skoyta uppí, at Carl Gustaf Laurin (1868-1940), svii og vinmaður hjá Hjalmari Söderberg, tá var ein tann gitnasti listfrøðingurin í Norðurlondum.
Carl G. Laurin
– Hasa fekk eg frá Rikard Long, tá ið eg bleiv konfirmeraður, sigur Janus. Inni í bókini sæst áskriftin hjá Rikardi og dagfestingin: 27. apríl 1930. Janus fortelur, at tað mesta, hann hevur lært, lærdi hann í kommunuskúlanum, har Poul Jensen, Waagstein, H.M. Jacobsen og frøkun Siversten undirvístu. Í realskúlanum vóru Rikard Long og Hans Andrias ljósini millum lærararnar.
Rikard Long og Mads Jacobsen vóru í tjúgunum at kalla teir einastu, sum høvdu áhuga fyri list, í professionellari merking.
- Allur klassin var dekoreraður við skipum, sum eg hevði teknað, sigur Janus, og Rikard hevði okkurt, sum eg hevði teknað, innrammað uppi hjá sær sjálvum.
Hesin hugurin til at lívga um ein ungan sprota var sjálvandi grundin til, at Janus fekk bókina hjá Laurin frá sínum lærara. Tá ið Janus mong ár seinni gekk á Kunstakademinum, gjørdu næmingarnar, saman við Aksel Jørgensen professara, eina ferð til Stockholm, við toki sjálvsagt. Í Stockholm vitjaðu teir Laurin og sluppu at síggja hansara arbeiðsrúm.
“Olivia”
Men hvør er Janus Kamban? Mamma hansara Maria var úr húsunum í Dali í Havn. Foreldur hennara vóru Christian Pauli Ziska og Jóhanna í Dali. Hon var systir Andrias Ziska og systkinabarn Nyholm Debes og Janus Øssurson. Jens og Napoleon í Dali vóru sostatt ommubeiggjar Janusar, og sjálvur var hann føddur tann 10. september 1913, hálvt annað ár eftir at sluppin Olivia, sum Napoleon førdi, gekk burtur.
Einkjan eftir Napoleon gekk leingi trúliga yvir til Strond at skimast, men einki skip kom afturíaftur. Seinni fluttu hon og børnini til New Zealands. Men lagnan hjá Oliviu og hennara manning varð ongantíð gloymd. Millum teirra, sum tá sjólótust, var eisini Christoffur Ziska, mammubeiggi Janusar.
Pápi Janusar var Hanus Kamban, upprunaliga Jensen. Hann tók læraraprógv í 1905. Hann læt garðin Úti í Stovu í Skúgvi frá sær, sum so teir báðir yngru brøðurnir festu. Hanus búði og virkaði í Havn, men hevði til sín deyða nógv samband við Skúvoy og skúvingar. Eftir fyrra heimsbardaga fór hann til Danmarkar, so at sonurin Marius kundi fáa læknahjálp. Hanus gekk tá eitt ár á Danmarkar Læraraháskúla.
Úti í Stovu
Hetta árið búði Maria við børnunum suðuri í Skúgvi. Tey búðu tá í skúlanum. Lærarin Martin Joensen Næs, sum enn var ógiftur, búði í Pálshúsi, haðani hann var ættaður.
Kríggið hevði havt við sær, at fólk á bygd aftur vóru farin at velta korn, og Janus og hansara systkin sluppu bæði at sáa og klára. Janus var um hetta mundið eini sjey ár. Men nøkur ár frammanundan var hann eisini onkuntíð saman við pápa sínum og ferðaðist suðuri í Skúgvi. Antines, farbróðir Janusar, var tá bóndi Úti í Stovu, og búði har saman við konu síni Matheu. Børnini vóru nógv, og Janus og pápi hansara gistu tá í Nýggjubúðini.
Tey gomlu húsini Úti í Stovu vóru stór bóndahús, við roykstovu, stovu, glasstovu, einum rúmi millum stovu og glasstovu og trimum kømrum. Tað var siður, at prestur búði Úti í Stovu, í einum serligum prestakamari, við vindeyga og einum lítlum gangi við inngongd móti ánni. Uppi á loftinum, har allar klædnakisturnar stóðu, svav abbabeiggi Janusar, Smiðurin var hann róptur. Húsfólkini og Smiðurin ótu, sitandi rundan um trogið, í roykstovuni. Omman, Elspa, búði tá á Skipagøtu, har tann yngsti sonurin, Jens, var giftur inn.
- Tá ið vit komu aftur til Havnar, var alt broytt, sigur Janus. – Havnin hevði fingið elektrisitet.
Gudmund Hentze
Umframt Rikard Long kom ein annar maður, listamálarin Gudmund Hentze (1875-1948), at fáa serligan týdning fyri starvsvegin og framtíðina hjá Janusi. Tá ið Gudmund Hentze var uppi í Føroyum og skuldi mála ein málning, sum skuldi vera løgtingsins gáva til Ísland á altingsins 1000 ára degi, kom Janus í samband við hann.
Gudmund, sum var hálvur sandingur, var kendur listamaður, ávirkaður av teimum eingilsku prærafaelittunum, symbolismuni og Aubrey Beardsley. Hann er m.a. kendur fyri myndir, hann gjørdi til bókaútgávur eftir eitt nú J.P. Jacobsen og Sophus Michëlis eins og til verk eftir Saxo og Shakespeare. Gudmund gav gætur eftir Janusar gávum, eggjaði honum at halda fram, og soleiðis fór leikur, at Janus tann 10. sept. 1930, á sínum 17 ára degi, sigldi til Keypmannahavnar.
- Tá ið eg hugsi um tað, sigur Janus, fór eg alt ov tíðliga avstað. Og eg haldi, at Gudmund yvirmetti meg. Janus gekk fyrst á Bonnéns Akademi, fór seinni, eggjaður av myndahøggaranum Svend Rathsack, burtur frá málaralistini og gjørdi av at royna seg sum myndahøggari. Hann kom í 1932 inn á Kunstakademiið, har myndahøggarin Einar Utzon-Frank (1888-1955), hvørs formsmál hevði festi í klassicismuni, var professari og stjóri. Ein annar, sum virkaði á Akademinum, var Aksel Jørgensen, professari (1883-1957), sum serliga íðkaði ta grafisku listina og undirvisti í henni. Janus var næmingur á Akademinum í fýra ár. Hann sýndi fram fyrstu ferð á Charlottenborg í 1936 og luttók síðani javnan á donskum framsýningum.
Ruth Smith
Føroysk list, í professionellari merking, byrjar við listamálaranum Sámal Joensen-Mikines. Mikines, sum var føddur í 1906 og kom inn á Kunstakademiið í 1928, er slóðbrótarin. Í tríatiárunum virkaðu - umframt Mikines - Elinborg Lützen, Ruth Smith, Ingálvur av Reyni og Janus Kamban sum næmingar og listafólk í Keypmannahavn.
Ruth Smith og Janus vóru javngomul og byrjaðu nakað samstundis á Akademinum. Ruth Smith ætlaði upprunaliga at læra til sjúkrasystir, men ein sjúklingur á Diakonissestiftelsen, har hon arbeiddi, ansaði eftir hennara gávum, og soleiðis bar tað á, at hon valdi listina. Janus umtalar Ruth Smith við góðsku og stórari virðing og tekur serliga fram, hvussu hon stríddi eitt áhaldandi stríð fyri at fáa tað, hon vildi geva listarligan útveg, fram á løriftinum. Hennara lív var torført og alt ov stutt.
Andrea Reinert
Janus var hesi árini ikki bara partur av einum listaligum umhvørvi, men eisini av einum meira breiðum føroyskum umhvørvi, útisetaliðnum, har tey flestu, serliga eftir at kríggið var byrjað, vóru sjálvstýrisfólk. Sum dømi um, hvat ein sum útiseti kundi uppliva, nevnir Janus ein fyrilestur, sum Jørgen-Frantz Jacobsen helt, um evnið “Hvat hava franskir vínbøndur og føroyskir bøndur í felag?”. Í hesum geniala fyrilestri hevjaði Jørgen-Frantz tann føroyska bóndan og seyðamannin, kynstrið at ala fram góðan kjøtsmakk, upp á eitt vísindaligt stig.
Til skjals er ein fotomynd, har ein sær føringar føra fram sjónleikin Marita eftir Hans Andrias Djurhuus. Millum leikararnar eru Janus Kamban og Eyvind Dalsgaard, ið seinni eisini var myndahøggari. Tann kvinnuliga høvuðsleiklutin hevði Andrea Reinert úr Norðradali.
- Hon var so vøkur, sigur Janus, og hon mundi vera tann einasti av okkum, sum hevði veruligar sjónleikaragávur. Andrea royndi seg eisini sum rithøvundur, og til skjals eftir hana er stuttsøgan “Dreymurin”, sum kom á prent í eini bók, sum Sigrid av Skarði legði til rættis, við mynd eftir Janus. Hon doyði rættiliga ung av krabbameini í hálsinum.
– Eg var og vitjaði hana á Oyrasundshospitalinum, sigur Janus. – Hon græt og segði: Eg vil so fegin liva.
Á súkklu í Jyllandi – og á bláman í Livorno
Eitt summarið, fortelur Janus, fóru hann og Heðin Brú eina ferð á súkklu runt í Danmark. Teir fóru heilt norður til Aalborg og Limfjørðin og súkklaðu síðani suður eftir fram við Jyllands vesturstrond. – Eg skilti ikki jútskt, men tað gjørdi Heðin Brú, sigur Janus. Teir høvdu tíðina fyri sær og gistu stundum hjá fólki, sum Heðin Brú kendi, stundum úti á berajóli ella undir sátum. - Eg hevði ætlað at vitja Lisabeth hjá Jens í Dali, men hagar komu vit ongantíð.
Seint í tríatiárunum fekk Janus eitt legat upp á 500 krónur og gjørdi tá av at fara sína fyrstu italiuferð. Hann fór fyrst við toki til Verona, har tað gamla rómverska amfiteatrið er sjáldsama væl varðveitt. Síðani gekk leiðin til Firenze, har Janus búði á einum gistingarhúsi og fekk høvi til at síggja tað ríkidømi av list frá endurburðartíðini, sum hesin býur fløðir yvir av. Mussolini ráddi um hetta mundið, men tey á gistingarhúsinum hildu lítið um hann.
Á gistingarhúsinum búði um somu tíð ein rumeni, Gemoll at navni, sum las búnaðarfrøði. Janus og Gemoll blivu vinmenn og gjørdu av at fara eina ferð til havnarbýin Livorno, har baðistrond er. Janus hevði svimjibuksur við og fór útí at svimja. Tá ið hann kom upp, spurdi Gemoll, um hann kundi læna hansara buksur, og tað var sjálvandi gaman í.
Eina løtu seinni, nú hoyrist róp. Tað vísti seg, at rumenin var lopin á bláman, men dugdi ikki at svimja. Tann italienski bjargarin, sum var í kritahvítum, nýpressaðum brókum, noyddist so, við ringum tannabiti, at loypa útí. Gemoll varð bjargaður!
Ideologiirnar
Fyri føroyskum sum øðrum europeiskum listafólkum vóru tríatiárini ein avbjóðing. Atdrátturin frá ideologiiunum var sterkur, og mongum kundi tykjast, at har vóru bara tvinnir kostir í at velja. Tað fall Janusi natúrligt at gerast partur av vinstravonginum, har eisini listamenn og høvundar sum Hans Kirk, Hans Scherfig, Broby-Johansen og Halldór Laxness vóru at finna.
Men Janusar hjálpari og mentor, Gudmund Hentze, sum dyrkaði tað heroiska og var hugtikin av tí “sterka manninum”, endaði við at nærkast fascismuni og nazismuni.
Í hesum sambandi er tað natúrligt at spyrja, hvat samband Mikines hevði við nazismuna. Eftir kríggið kom jú undan kavi, at hann stóð á limalistanum hjá tí danska nazistaflokkinum, og tað verður sagt, at summir listfrøðingar hava roynt at finna upprunan til hetta í eini serligari “heimstaðar-realismu við ariskari-norrønari hevd”.
Mikines var ikki nazistur
Sambært Janusi er hetta als ikki rætt. Mikines, sigur Janus, hevði einki skil fyri politikki og var – politiskt sæð – einki. Men hann hevði í tíðarskeiðum stórar trupulleikar av ymiskum slag. Nú bar so á, at hann kom í samband við fólk, møguliga í Humlebæk, sum bæði vóru rík og nazistar og eina tíð hjálptu honum peningaliga.
Mikines var veikur, tá ið tað váta slagið hevði í meira lagi av valdi á honum. Soleiðis bar tað á, at hann bleiv lokkaður at gerast limur í nazistaflokkinum. Tá ið tað rann av aftur, royndi hann at melda seg út, men tað bar ikki til. Janus ger vart við, at hann eigur eitt bræv frá Mikinesi, har hann biður seg vælsignaðan hjálpa sær burtur úr tí torføru støðu, hann er komin í.
Innlimanin fekk eftir kríggið avleiðingar, og á eini fernisering í Oslo vórðu myndirnar hjá Mikinesi tiknar niður. Men Mikines, heldur Janus fram, tók henda mótgang sum ein maður og bleiv ikki “sligin út”. Her kann verða lagt aftrat, at hann ongantíð bleiv burtursagdur av tí føroyska listaliga umhvørvinum.
Anniki Paasikivi
Janus Kamban hevði ymiskar bústaðir árini í Keypmannahavn. Ta allarfyrstu tíðina búði hann hjá skyldmanni sínum Janusi Øssursson úti á Eysturbrúgv. Eina tíð búði hann hjá Ninnu (hjá Sigmundi á Argjum), sum hann eisini var nær skyldur við. Seinni flutti hann inn í eina herskapsíbúð stutt frá jarnbreytarstøðini Eysturbrúgv og hevði atlier í erva í íbúðini. Men so skuldu hesi húsini rívast niður, so Janus flutti inn í eina íbúð á Nørrebrúgv, í fyrstu uppgongd eftir Dronning Louises brúgv.
Eftir at kríggið var byrjað, gjørdi Gudmund Hentze av at flyta úr býnum og leiga sína listamansíbúð út. Ein finsk dama, Anniki Paasikivi, setti seg í samband við Gudmund og leigaði íbúðina. Nú hendi tað, at føringar fyrireikaðu eina framsýning, sum skuldi vera í íbúðini hjá Janusi. Teir høvdu brúk fyri nøkrum verkum, sum stóðu í íbúðini hjá Gudmundi. Á henda hátt kom Anniki í samband við føringar. Hon og Janus gjørdust vinfólk.
Anniki Paasikivi var arkitektur, men starvaðist hjá Fólkasamgonguni, eitt tátíðar ST, ið var til frá 1919 til 1946. Hon kundi nú reklamera fyri føroyskari list, so tá ið framsýningin læt upp, streymaðu diplomatbilarnir til íbúðina hjá Janusi. Anniki dugdi umframt sítt móðurmál, finskt, svenskt og onnur europeisk mál. Tá ið tey finsku børnini komu til Danmarkar, bleiv hon eitt slag av sambindingarliði millum tey og tey donsku heimini, tey komu til.
Anniki var dóttir J.K. Paasikivi, sum var finskur forseti 1946-56. Hann umboðaði ta sonevndu Paasikivi-Kekkonen kósina, har endamálið var at hava hampuliga góð viðurskifti við Sovjetsamveldið og á tann hátt tryggja Finnlandi frælsi og støðufesti aftur undir tí sovjetska skugganum.
Nonnegaard
Søgan um, hvussu Listafelag Føroya varð stovnað, og um hvussu “asfaltføringarnir” seinni, saman við eldsálum heima, eftir kríggið gróðursettu hesa ungu nálina í einum ikki altíð líka vinarligum føroyskum umhvørvi, er søgd fyrr og skal ikki verða endurtikin her.
Ein heilt avgerandi leiklut fekk Nonnegaard-Petersen, sum var stjóri í Føroya Banka árini 1954-69. Nýkomin til Føroya spurdi hann starvsfólkini í bankanum, hvat stovnurin plagdi at lata, tá ið gávur skuldu gevast. – Kongeligt porcelæn, var svarið, hann fekk.
– Det skal være slut med det, svaraði Nonnegaard. Síðani fór hann undir at keypa føroyska list, og tað vardi ikki leingi, til aðrir bankar og peningastovnar gingu í hansara sporum. Hetta var mentanarpolitikkur – so tað munti!
List og politikkur
Áhugavert er, at Janus eftir kríggið hevði eina ætlan um at búgva eina tíð í Fraklandi, og at hann tí fór undir at læra seg franskt. Ætlanin var av ongum, men áhugin fyri tí franska helt sær, og eftir kríggið gekk Janus eina tíð til tímar í fronskum hjá Anton Pedersen, sum var lærari á Føroya Preliminer- og Studentaskeiði. Í bókasavninum hjá Janusi eru ikki fáar franskar útgávur, m.a. eftir Anatole France og Jean-Paul Sartre.
Politiskt var Janus sum nevnt, eins og eitt nú Jack Kampmann, Fraser Eysturoy og William Heinesen, at finna á vinstravonginum. Hann helt Land og Folk til tað seinasta. Verk sum Karyatidur og Palestina-Dávid, tað fyrra ein viðmerking til eitt verkfall í Havn og tað seinna ein sera kontant sipan til tann órætt, sum er framdur ímóti tí palestinsku tjóðini, eru dømir um, at hann eisini hevur skapt list við hvøssum politiskum profili.
Men hvussu við sambandinum millum list og politikk? Janus endurtekur nøkur orð eftir Harald Giersing: Politisk kunst er ikke godt, men al god kunst er politisk. Janus nevnir í hesum sambandi, hvussu lítið innlit summir listfrøðingar vísa, tá ið teir brúka ástøðið í staðin fyri hjartað ella skilið.
Ein lýriskur dámur
- Hygg bara at Scherfig. Summir listfrøðingar dugdu ikki at fata, at hann bæði kundi vera kommunistur og skapa hesar naivu frumskógarmálningarnar. Listin sum útvegur rúmast ikki undir einum politiskum frymli.
Samanburðurin við Scherfig er beinrakin og kann, í ein vissan mun, fáast at sipa til Janus sjálvan. Eftir at Janus hevði virkað sum myndahøggari í meira enn ein mansaldur, fór hann undir at skapa litað prent, har motivini ofta eru tikin úr natúrini, seyður, fuglur, hvalir, áir í andarisi, pollamjørki í Havn, sveimandi summarnátt.
Hóast eingi av hesum verkum eru naiv ella naivistisk, ber til at siga um summi teirra, at her kemur til sjóndar ein lýriskur dámur, sum av góðum grundum ikki slapp framat í tí strongu høggmyndini. Onnur prent, eitt nú tann meistaraliga, stílførda myndin av ær og lambi - har ærin vendir høvdinum móti lambsins hala, meðan lambið sýgur, so høvdið á tí verður burtur undir mammuni, so tey bæði gerast ein savnað heild – eru sum seinasti varði á eini lívlangari ferð fram ímóti einfeldini.
Vit biðja farvæl. Sum vit ganga burtur frá húsunum, er tað sum ein dámur av hvíld, vakurleika og ljósi hongur í okkara fótafari.
FAKTA
Grundarlag undir hesi grein er tvær samrøður. Aðra gjørdu Poul Henrik Jensen og Hanus Kamban fyri tveimum árum síðani. Hina gjørdu Jóannes Dalsgaard og Hanus Kamban seinasta vikuskifti. Annars er bókin JanusKamban eftir Gunnar Hoydal tann higartil besta keldan til vitan um Janus og hansara verk.