at tú skalt hava fysiska koyrikortið uppi á tær. Og tað er rætt, sigur Tórun Miðberg, leiðari á koyrikortdeildini á Akstovuni. Lógin ger greitt, at tað skal vera fysiska koyrikortið, sum tú hevur við [...] sigur, at Akstovan hevur leingi vitað um talgild koyrikort, og at upp á sikt er ætlanin, at føroyska koyrikortið skal eisini vera talgilt. Teknist sæð hevði ein tílík loysn eisni borið til í Føroyum. Men tað [...] Tað ber ikki til at brúka koyrikortið á appuni Vanganum, um tú verður steðgaður av løgregluni og biðin um at vísa koyrikort. Í sendingini Góðan morgun Føroyar mánamorgunin, var lurtari, sum spurdi, um
úrslit og sambond til samstarv og samvinnu. Altíð við vælferð fólksins í huga. Vilt tú skapa úrslit, mást tú virka í veruleikanum, og ikki í einum ímyndaðum ella ynskiligum veruleika. Føroyski veruleikin er [...] hetta hava vit sæð hópin av dømum um gjøgnum tíðirnar. Og føroyski veruleikin er eisini, at politiski veruleikin í mongum førum hevur bjóðað løgfrøðiliga veruleikan av. Also, at mál, sum í fyrstu atløgu [...] velja júst Javnaðarflokkin á Fólkatingsvalinum? Soleiðis spurdi ein ungur maður hendan dagin. Tað skalt tú, tí Javnaðarflokkurin fer niður á Fólkating við opnum sinni við tí fyri eygað at samstarva við danskar
okkara hevur. Men aftur til tað tú skrivaði – tú bólkar samkynd undir eitt og dregur tey niður í díkið og traðkar á tey, samstundis sum tú tekur rættin til, at draga Guð, sum einki menniskja hevur sæð, niður [...] tað sama, hevur eingin hesa ræðumyndina av samkyndum. Tí hevði tað verið áhugavert at vita, hvagani tú hevur hesi tíðindi ella hvar tú hevur hitt hesi menniskjuni. Eftir míni sannføring virðir tú ikki landsins [...] 79 ár og havi livað meginpartin av mínum lívi í Føroyum, og eisini verið tíðarskeið í Danmark og Noregi, uttan at síggja nakað til henda bólka-ræðuleika, tú skrivar um. Tey eg havi hitt, hava verið hampulig
tað. T.d. kanst tú programmera hitan at fara frá kl 07.00 og at slókna aftur kl 22.00, greiðir Virgar Poulsen frá. Hann sigur, at um tú ivast í, um tú hevur sløkt kaffimaskinuna, tá tú ert farin heimanífrá [...] heimanífrá, so kanst tú fara inn á internetið at kanna tað. Sært tú har, at kaffimaskinan er tendrað, so kanst tú sløkkja hana ígjøgnum telduna. Við hesi skipan eru nógvir pengar at spara. ? Tú kanst eisini kobla [...] sjúkrahúsbygningurin í Havn hevur. ? Hesar teldustýrdu skipaninar til sethús vinda meiri og meiri uppá seg, og tað eru fleiri hús í Føroyum, sum hava tær. Tað er dýrt at installera, men tú sparir tað aftur
sólarklárt í minni hansara. Søgan er í stuttum tann, at vit báðir komu saman í ferðalagi í flogfari heim til Føroya. Tyktist so tilvildarligt, men Harrin hevði sína hond við í hesum. Maðurin, sum nú var í manndómsárum [...] segði: “Eg eri komin aftur at siga TAKK!” Hevur tú ikki onkuntíð í onkrari trongari lívsstund, í loyndum biðið eina bøn til hin livandi Gud? Tú fekst svar. Tú vart hjálptur úr trongdini. Ein svíkjandi [...] trongdarløtuni var tilvildarlig. Lagnunnar tilvild. Men tú veitst betur. Gev tí Gudi tøkk nú. Næsta trongdarløtan kann verða ávegis. Og tá veitst tú hvar tú skalt venda tær. Harrin signi teg!
vinkona hansara Sólja varnast eina nýggja veru í spælinum, sum eingin nakrantíð hevur sæð fyrr! Brádliga spæla tey millum teir bestu Fornt-spælararnar í heiminum. Men okkurt er ikki heilt, sum tað sær [...] lesaran inn í ein virtuellan fantasiheim við nógvum spenningi og undurfullum sagnarverum. Fornt er eitt telduspæl. Ein virtuellur fantasiheimur, har tú kanst varnast og jagstra sagnarverur í Føroyum saman [...] snýr seg um tað flótandi markamótið millum veruleika, telduspøl og føroyskar sagnir. Silja Eystberg hevur myndprýtt, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út. Málbólkurin er børn 10-12 ár.
Er tað nakað, sum er takksamt, so eru tað hagtøl. Hagtøl kanst tú fáa at síggja út akkurát sum tú vilt. Hetta lærdu vit í samfelagsfrøði í fólkaskúlanum á Strondum. Men tá ið nú Sámal Matras, samfelagsfrøðingur [...] lættliga snara sannleikanum til at vísa tað, sum tú ynskir. Fyri tað fyrsta hevði fólkafráflytingin í fyrru helvt av ´90unum verið so ógvuslig, at fólkatalið í 1995 var kunstiga lágt. Táið tað so byrjar at [...] . Hesin fólkavøkstur, sum byrjar í 1996 er m.a. orsakað av, at fólkatalið frammanundan hevur verið søguliga lágt. Saman við hesum og við øðrum politiskum avdúkingum í ´90unum, og við einum kompotentum
Í hesi vikuni varð hol sett á 10 viku langa rættarmálið ímóti hópdrápsmanninum Anders Behring Breivik, sum 22. juli í fjør beindi fyri 77 fólkum í Oslo og á oynni Utøya í Noregi. Rættarmálið er alment [...] hava sagt frá, hevur Breivik verið ein rættiliga einsamallur persónur og ikki havt nakran afturat sær í hesum málinum. Hann hevur gjørt nakað ekstremt alvorligt, men alíkavæl situr hann í rættarsalinum [...] tað sama verið farnar fram í Føroyum, sigur Eyðun Joensen. Breivik vekir stóran ans, og eins og vit fyrr hava sæð í slíkum málum, verða fleiri kvinnur hugtiknar av honum. Í hesi vikuni bleiv ein kvinna
millum 50 og 100 fólk við hvørjum túri. Um tú hevur okkurt at bjóða øllum hesum fólkum, so fært tú tey eisini at keypa frá tær, heldur hann. Harafturat hevur felagið ætlanir um at breiðka úrvælið umborð [...] Høvdanum hevur í eina tíð rikið kioskina við fótbóltsvøllin, og ætla tey reka kioskina umborð á Dúgvuni á sama hátt, sum tann fyrra kioskin verður rikin. Broytingar á veg Símun á Høvdanum, nevndarlimur í sm [...] helst sæð, at tað nú eru vit, sum reka kioskina, sigur hann. Her sipar hann til, at onkrar smávegis broytingar longu eru í umbúna, og kunnu tey ferðandi gleða seg til eitt størri úrvæl umborð. Í eina tíð
liva við teimun, men slett ikki uttan. Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Fartelefonina. Hvat er títt besta heimaráð? Ver í góðum lag, sjálvt tá tú ikki hevur hug. Tí tað gagnar tær sjálvum best, og tað [...] verða biðin um tað. Nær feldi tú seinast eitt tár? Tá tann fittasti og vandaligasti persónurin, eg havi kent, fór til gravar fyrr í ár, fastir mín, Marita Weihe. Nær smakkaði tú tær seinast á? Fríggjakvøldið [...] arbeiðsskaði). Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? Tað veit Gud, eg veit ikki, tað er bara tekin um, at eg havi tað nógv for gott. Hvørji ráð hevur tú til fólk, sum ætla sær at lata upp eitt dansistað