Dúgvan
Ragnhild Ellingsgaard
Smápartafelagið á Høvdanum hevur í eina tíð rikið kioskina við fótbóltsvøllin, og ætla tey reka kioskina umborð á Dúgvuni á sama hátt, sum tann fyrra kioskin verður rikin.
Broytingar á veg
Símun á Høvdanum, nevndarlimur í smápartafelagnum á Høvdanum, greiðir frá, at enn er so stutt tíð fráliðin, síðan felagið yvirtók kioskina, og tí eru ongar stórvegis broytingar komnar longu nú.
- Men innan stutta tíð skuldi ein helst sæð, at tað nú eru vit, sum reka kioskina, sigur hann.
Her sipar hann til, at onkrar smávegis broytingar longu eru í umbúna, og kunnu tey ferðandi gleða seg til eitt størri úrvæl umborð.
Í eina tíð hava eingi bløð verið at fingið umborð á Dúgvuni, og úrvælið í kioskini hevur verið so sum so. Men sum Sosialurin skilur á Símuni, so verður alt hetta broytt.
- Fyrimunurin við at reka eina kiosk umborð á Dúgvuni er, at har ferðast millum 50 og 100 fólk við hvørjum túri. Um tú hevur okkurt at bjóða øllum hesum fólkum, so fært tú tey eisini at keypa frá tær, heldur hann.
Harafturat hevur felagið ætlanir um at breiðka úrvælið umborð, soleiðis at kioskin eisini kemur at selja breyð og annað gott. Eins og Smyril ger.
- Tað mest umráðani er at hava okkurt til øll, og at veita eina góða tænastu, sigur Símun í stuttari viðtalu við Sosialin.