Tá ið fólktilflytingin var í hæddini!

Er tað nakað, sum er takksamt, so eru tað hagtøl.
Hagtøl kanst tú fáa at síggja út akkurát sum tú vilt. Hetta lærdu vit í samfelagsfrøði í fólkaskúlanum á Strondum. Men tá ið nú Sámal Matras, samfelagsfrøðingur við tveimum ymiskum grafiskum myndum roynir at fortelja okkum, at fullveldissamgongan økti ikki um tilflytingina, so fari eg at royna meg við tí triðju grafisku myndini fyri at avmytifisea hansara uppáhald. So kann veljarin sjálvur meta um, hvør hevur rætt.
Fullveldissamgongan, sum SMK samanber við, sat í knapt seks ár. Um vit samanbera hesi seks árini, við tey seks árini frammanundan og tey seks árini aftaná fullveldissamgonguna, so sær myndin soleiðis út - grafiskt sæð:

Tað, sum hinvegin eigur at takast við til eina mynd sum hesa, og eisini við til tær grafisku myndir, sum SMK setur fram, er, hvør orsøkin er til gongdina.
Grafisk mynd í sær sjálvum nýtist ikki at verða ósonn, men kann lættliga snara sannleikanum til at vísa tað, sum tú ynskir.
Fyri tað fyrsta hevði fólkafráflytingin í fyrru helvt av ´90unum verið so ógvuslig, at fólkatalið í 1995 var kunstiga lágt. Táið tað so byrjar at kvinka uppeftir aftur, er hetta fyrst og fremst fiskivinnuni og harvið eisini búskapinum fyri at takka. Táið nú bæði fiskivinnan og búskapurin ganga rætta vegin økist fólkatalið.
Hesin fólkavøkstur, sum byrjar í 1996 er m.a. orsakað av, at fólkatalið frammanundan hevur verið søguliga lágt. Saman við hesum og við øðrum politiskum avdúkingum í ´90unum, og við einum kompotentum viljasterkari samgongu (skal eg siga tað sjálv), so økist sjálvbjargniskenslan og viljin í fólkinum at klára seg. Hetta er so eisini ein av orsøkunum til, at fleiri fólk enn í nøkrum øðrum 6-ára tíðarskeiði velja at flyta til Føroyar meðan fullveldissamgongan sat.