Slóðbrótandi sveinastykki

? Eg haldi ikki, at lærarin og sensor vistu hvat eg tosaði um, so tað hevur allarhelst kvinkað karakterin uppeftir. Tað sigur Virgar Poulsen, elektrikaralærlingur úr Saltangará, sum herfyri fekk 13 fyri sveinastykkið. Hann projekteraði eini hús, har hiti, streymur, hurðar og vindeygu eru fjarstýrd, og kunnu latast upp og steingjast via internetið ella fartelefonina.

? Sveinastykkið sjálvt var ein uppgáva, har vit skuldu projektera eini sethús við eini standardskipan, nevnd IHC, sum merkir Intelligent House Control ella teldustýrt húsatamarhald. Tað vil siga, at tú koblar bæði hita og streym til eina telduskipan, soleiðis, at tú kanst tendra og sløkkja radiatorar og el-lutir via internetið ella fartelefonina. Tú kanst eisini tíðarinstilla tað. T.d. kanst tú programmera hitan at fara frá kl 07.00 og at slókna aftur kl 22.00, greiðir Virgar Poulsen frá. Hann sigur, at um tú ivast í, um tú hevur sløkt kaffimaskinuna, tá tú ert farin heimanífrá, so kanst tú fara inn á internetið at kanna tað. Sært tú har, at kaffimaskinan er tendrað, so kanst tú sløkkja hana ígjøgnum telduna.
Við hesi skipan eru nógvir pengar at spara. ? Tú kanst eisini kobla hitan til vindeyguni ella útluftingina, soleiðis, at um vindeyguni fara upp ella útluftingin fer frá, so slóknar hitin. Harvið sleppur tú frá at gjalda fyri hitan, sum bara hevði farið út í luftina og sum tú tískil ikki hevði fingið nakra nyttu av allíkavæl, sigur Virgar.

Seinasta skúlaskeiði ð
Seinasta skúlaskeiðið hjá elektrikara lærlingunum vardi í 10 vikur. Í hesum tíðarskeiðnum skuldu lærlingarnir repetera skrivliga tilfarið og gera tvær uppgávur. Eina, nevnd PLC, har lærlingarnir skuldu programmera eina teldu til at stýra einum stórum fiskavirki, og so omanfyrinevndu IHC uppgávuna, sum var sjálvt sveinastykkið.
? Vit høvdu einar tvær vikur at gera sveinastykkið í, men eg hugsaði nógv um tað áðrenn. Áðrenn síðsta skúlaskeiðið hevði eg nevniliga installerað IHC skipanina í tvey hús, fyri meistaran hjá mær. So eg var ikki heilt ókendur á økinum, tá sveinastykki skuldi gerast.
Virgar sigur, at hann hevði frætt um eitt modul, sum ikki var komið til Føroyar enn, og sum víðkaði nógv um møguleikarnar við IHC skipanini. T.d. kundi hetta modulið gera tað møguligt eisini at lata hurðar og vindeygu upp við fjarstýring. Hetta við nýtslu av fartelefonini.
?Táið vit byrjaðu uppá síðstu fimm vikurnar, bað eg læraran um at bíleggja mær eitt tílíkt modul ígjøgnum skúlan. Men tað var ógvuliga dýrt, so hann var trekur. Tað endaði við, at eg bara bílegði tað sjálvur, sigur Virgar. Tað tók heilar tvær vikur inntil modulið kom fram, so tá ráddi um at arbeiða skjótt. Nú vóru nevniliga bert tríggjar vikur eftir, til sveinastykkið skuldi vera liðugt.


Sveinastykki
Tað tók Virgari nakrar dagar at finna útav, hvussu hetta modulið virkaði. Síðani skuldi hann seta tað saman við uppávuni, sum eisini skuldi loysast.
? Seinastu dagarnir vóru sera tíðarpressaðir. Eg sat á skúlanum hvørt kvøld og arbeiddi við uppgávuni. Eg skuldi installera vanligu IHC skipanina, sum stýrir streymi og hita. Síðani skuldi eg installera hetta nýggja modulið, sum stýrir hurðum og vindeygum. Síðani skuldi eg kobla tey saman, soleiðis, at tey fungeraðu sum ein eind. Eg valdi eisini at tekna húsini trídimensionelt á telduni, hóast hetta ikki var partur av uppgávuni. So eg hevði úr at gera.
Virgar sigur, at hann fekk 10 fyri tað handaliga í uppgávuni. Men so skuldi hann upp í munnligum, at forsvara sveinastykkið. Hvørki lærarin ella sensor høvdu sæð hetta modulið áður, og tískil heldur ikki fyrimunirnar av tí. Hetta er ein ógvuliga góð skipan til fólk, ið bera brek, og sum í vanligum húsin høvdu verið púra óhjálpin. Við hesum kunnu tey hava ein gerandisdag, har tey klára seg sjálvi. Fartelefonin kann programmerast, soleiðis, at um tú trýstir á ein ávísan knøtt, fer t.d. eitt vindeyga ella úthurðin upp.
? Eg greiddi læraranum og sensor frá um skipanina, og eg haldi faktiskt ikki at teir vistu sjálvir, hvat eg tosaði um, sigur Virgar og flennir. ? Tað eru nøkur hús í Føroyum við standard IHC skipanum, men enn eru eingi við hesum modulinum, so hetta var púra ókent fyri teimum.
Virgar fekk 13 fyri flotta arbeiðið, og lærarin hevur sagt honum, at tað var sensor, sum beinanvegin segði, at tað skuldi verða karakterurin.
Men lærarin sjálvur mundi eisini vera bergtikin, tí eftir hetta, valdi hann hóast alt at gjalda fyri dýra modulið. ? Nú liggur tað úti á tekniska skúla. Lærarin keypti tað frá mær, eftir at hava sæð hvussu tað virkaði, sigur Virgar.

Elektrikaraarbeiðið broytt
Tað hendir allatíðina nógv á kt-økinum, og Virgar sigur, at hendan skipanin, sum hann valdi at taka uppí sveinastykkið, og sum hvørki lærarin ella sensor kendu nakað til, longu er vorðin ein gomul nýggjheit. Nú er ein uppaftur nýggjari og snildari skipan, nevnd AIB, sum m.a. nýggi sjúkrahúsbygningurin í Havn hevur.
? Hesar teldustýrdu skipaninar til sethús vinda meiri og meiri uppá seg, og tað eru fleiri hús í Føroyum, sum hava tær. Tað er dýrt at installera, men tú sparir tað aftur eftir fáum árum, tí skipanin er nógv meiri økonomisk enn vanliga skipanin.
Virgar heldur, at elektrikaraarbeiðið hevur flutt seg ógvuliga langt seinastu árini. ? Nú snýr størsti parturin av arbeiðnum seg um teldur. Ein og hvør kann finna útav at skrúva eina peru í, men ikki øll duga at kobla eina tílíka telduskipan til elektronikkin í einum húsi, so at alt verður fjarstýrt, sigur hann.
Virgar hevur nú bert lærutíðina eftir, og verður útlærdur í oktober. Men hann verður allarhelst ikki á klettunum leingi, tí hann ætlar sær møguliga at fara til Noregs at arbeiða sum elektrikari. ? Ella kanska eg fái arbeiði á einum boriplatformi. Tað er ein lítil dreymur, sum eg havi. Men nú fáa vit at síggja, sigur hann.
Òansæð hvat hann velur, verður tað neyvan torført at finna arbeiði. Ikki við einum tílíkum karakteri fyri sveinastykkið.