vórðu viðgjørd her í blaðnum, var onkur, sum segði seg vita, at stjórin í Ísbú í Føroyum, Martin Hendriksson, var uppi í einum nýggjum felag, sum ætlaði at fara undir fiskaarbeiði í Oyndarfirði. Hesum [...] verður í brævinum, at felagið arbeiðir við málinum, og at ætlanin er, at leiðslan skal koma til Føroya seinni í mánaðinum. Og okkurt er, sum bendir á, at leiðslan í Ísbú í Reykjavík meinar hetta í álvara [...] vónar at fáa sínar pengar. Sosialurin royndi í gjár at fáa orð á stjóran í Ísbú, Jens Valdemarsson. Men hann var í Kina, varð sagt í Reykjavík.
longu farin í gongd við eitt projekt, sum snýr seg um sjófugl. Har royna vit at hyggja eftir sjófugli í teimum økjum, sum oljufeløgini hava við í síni fyribils nominatión, sum varð gjørd fyrr í ár. Vit hyggja [...] stovnar í Føroyum um, hvat henda vinnan snýr seg um, hvussu hon kann ávirka umhvørvið og vil tey við hesum fáa ein dialog í gongd millum stovnarnar og oljufeløgini um, hvussu felagssarbeiðið í GEM skal [...] saman í einum slíkum samarbeiði við myndugleikar og stovnar í einum landi. -Eg haldi, at hetta er eitt modell, sum umheimurin kann læra av og brúka. Soleiðis at tá farið verður undir oljuleiting í øðrum
Menningin í tøknini gongur skjótt, og Sosialurin fylgir væl við - fyri á tann hátt eisini at ganga í fremstu røð tá tað snýr seg um føroysk tíðindi á Internetinum. Internet-Sosialurin verður í dag lisin í umleið [...] tilsvarandi. Sosialurin er eisini eitt av teimum fáu bløðunum í ríkinum, sum hava eina dátabásu, har alt tilfarið verður goymt - og tað einasta føroyska blaðið, har til ber elektroniskt at leita í gomlum tilfari [...] eins týdningarmikið er tað knútapunkt, sum Sosialurin soleiðis verður fyri onnur - eitt nú lýsarar. Hyggur tú á heimasíðuna hjá Sosialinum í dag (www.sosialurin.fo) sært tú umframt Sosialin fimm lýsingar
ársfundinum í Singapore var Óli hægri í tygn enn nakar av limunum í donsku sendinevndini. Fundurin var hildin í Pasir Ris býarpartinum, sum liggur skamt frá floghavnini, Changi Airport. Millum Pasir Ris í floghavnina [...] hjá Føroysku Sjómannskirkjuni, sum sendir fólk út í heim. Fólk frá Føroysku Sjómanskirkjuni arbeiða eisini í Singapore. Sunnudagin var Óli Jacobsen, fyrst í kirkju og síðan á skipavitjan við undirritaða. [...] skapinum, ITF og í hesum sambandi er hann komin víða um heimin. ITF er býttur sundir í átta undirdeildin, ella sektiónir, sum teir kalla hesar innan felagsskapin. Ein sektiónsformaður er sostatt heldur
vit kenna úrslitið av kanningini, kunnu vit tosa umtil ta tíð¹, er helst einki óvanligt í. Tað hann víðari segði í røðuni, er eitt sindur ógreitt. Hann segði m.a.: ? I mellemtiden har vi et par ting, vi [...] Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking úr Landsstýrinum um, hvørjar avtalur løgmaður hevur gjørt við donsku stjórnina, men har vistu tey einki. Um hvørt Nyrup Rasmussen segði rætt á røðarapalli Fólkatingsins
dag á, nær uppskotið fer í tingið, men ætlanin er at halda upprunaligu tíðarætlanina. Tvs. at lóggávan kemur í tingið í heyst. Sosialurin skilur, at talan verður neyvan langt inn í næsta mánað. Uppá fyrispurning [...] arbeitt við fullari ferð í Vinnumáladeildini í Tinganesi at fáa uppskotið til oljulóggávu niðan í tingið. Arne Poulsen, vinnumálastjóri sigur við Sosialin, at hann kann ikki í løtuni seta nakran ávísan [...] er komin í tingið og samtykt, so skuldi ikki gingið so nógv tíð til lisensmálið kom fyri. Tað hevur annars verið ætlanin alla tíðina, at 1. lisensrundan við Føroyar skuldi bjóðast út tíðliga í 1998. Sp
leiðslan í Reykjavík hevur trupuleikar við at fáa stjóran í Ísbú í Føroyum at samarbeiða. Tað er soleiðis, at fyri at hava eit felag skrásett í Føroyum, skal ein føroyingur vera við. Føroyingurin í Ísbú í [...] skilir Sosialurin. Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík, sigur, at tað tekur tíð at koma til botns í hesum málinum. Hann hevur ikki hug at upplýsa, hvussu nógvar pengar felagið skyldar í Føroyum [...] hann Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík. Jens Valdemarsson sigur, at teir arbeiða framvegis við at finna fram til, hvussu nógvar pengar Ísbú skyldar hvørjum í Føroyum. Tað eru onkrir tekniskir
fer fram, halda tey. Tá Sosialurin í gjár hitti Kristian Magnussen, landsstýrismann, hevði hann enn ikki fingið áheitanina og kendi ikki annað til hana enn, tað hann hevði sæð í bløðunum. - Øll munnu vera [...] umboðini fyri starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum kendu seg væl móttikin, tá tey í gjár handaðu honum áheitanina um at byggja nýtt í staðin fyri at umbyggja Landssjúkrahúsið. Kristian Magnussen lovaði at gera [...] Landsjúkrahúsinum, men øll noyðast at gera sær greitt, at andin nú er ein annar enn í 80-árunum, tá bygging bara varð sett í gongd uttan at hugsað varð um kostnað. Haraftrat mugu vit minnast til, at vit sjalv
hevur heimstað í oljubýnum Houston í Texas. Teir skulu fyrst á eina venjingarlegu, sum felagið hevur í New Orleans. Har fara teir í nakrar vikur á skeið í boring. Seinni fara teir so umborð á ein av boripallunum [...] verið við í nógvum av boriarbeiðunum. Annars arbeiða teir um alla verðina við sínum 28 boripallum. 11 av teimum eru í Norðsjónum. Tá Amerada Hess-bólkurin skipaði fyri oljuráðstevnu í Føroyum í mars var [...] gass. Tað er í løtuni stórur eftirspurningur eftir boripallum. Sambart nýggja stjóranum í Mærsk Contractors, sum blaðið tosaði við herfyri, so eru kanska 97% av øllum boripallum í arbeiði í dag. Tá tað
føroyingum at síggja pornofilmar í sjónvarpi, um bert teir verða vístir á kaðalsjónvarpi. So greið er niðurstøðan hjá løgfrøðingum, Sosialurin hevur tosað við. Aðrastaðni í blaðnum í dag finst ein lesari at, at [...] §234 í revsilógini, sum annars verður nýtt, tá talan er um »offentliggørelse af utugtige billeder.« Hendan lógargrein hevur millum annað verið nýtt, tá fútin á sinni steðgaði søluni av pornobløðum í Føroyum [...] lukkuligt, sum fólk kunnu øsa seg, um tey í sjónvarpi ella á filmi síggja eina bera reyv, hóast øll somul ganga við eini slíkari, sigur ein kelda, Sosialurin hevur tosað við. Men at vísa ófantaligar k