Singapore, Sosialurin: Óli Jacobsen, er ein sannur Globetrottari og hann hevur ferðast víða um lond. Seinastu mongu árini hevur hann verið formaður á sjómannadeildini hjá stóra altjóða flutningsfelagsskapinum, ITF og í hesum sambandi er hann komin víða um heimin. ITF er býttur sundir í átta undirdeildin, ella sektiónir, sum teir kalla hesar innan felagsskapin. Ein sektiónsformaður er sostatt heldur ikki hvør sum helst. Á ársfundinum í Singapore var Óli hægri í tygn enn nakar av limunum í donsku sendinevndini. Fundurin var hildin í Pasir Ris býarpartinum, sum liggur skamt frá floghavnini, Changi Airport. Millum Pasir Ris í floghavnina liggur Changi Prison og her verða deyðadømdir avrættaðir. Hetta órógvaði ikki Óla
Óli Jacobsen er annað enn fiskimannafelagsformaður, politikkari, gøtumaður og familjumaður. Hann er eisini sera áhugaður, hvat fyriferst úti í heimi og tá hann luttekur á fundum, so roynir hann eisini at síggja so nógv sum møguligt, tá høvi býðst.
Hann var neyvan meira enn lendur og hevði neyvan sovið meira enn ta einu náttina í Singapore, so var hann hann ein skipaðan túr fyri at síggja býin. Her fekk hann eitt snar skeið í býarsøguni.
Aftaná fundin fríggjadagin teknaði hann seg til eina ferð til ein bý norðuri í Malaysia. Hetta er ein lítil fiskimannabygd, nevnd Kukup. Úr Singapore til Malaysia er stuttur teinur og sundið er neyvan breiðari enn Sundalagið sunnanfyri Streymin.
Ein annan dagin var hann ein lítlan túr yvir á Indonesisku oynni Batam, sum liggur nakrar fjórðingar suður úr Singapore.
Á skipavitjan
Óli var eisini gestur á Sjómannskirkjuni i Singapore. Føroya Fiskimannafelag er góður stuðul hjá Føroysku Sjómannskirkjuni, sum sendir fólk út í heim. Fólk frá Føroysku Sjómanskirkjuni arbeiða eisini í Singapore.
Sunnudagin var Óli Jacobsen, fyrst í kirkju og síðan á skipavitjan við undirritaða. Á Hitachi Skipasmiðjuni lá danska oljuskipin »Odense Mærsk«.
Óli var ikki meir enn komin umborð, so hitti hann eitt kent andlit. Tað var ein gjáarmaður, búsitandi í Havn. Hann eitur Arni Joensen og er skipari á »Odense Mærsk« Arni var bæði blíður og tíður og hetta gjørdist til eina drúgva vitjan við nógvum og hugnaligur práti. »Odense Mærsk« Hevur seinastu árini siglt í føstum farti í Australiu og Arni hevur verið við. Hesin charturin var av nú og teir fóru at sigla aðrastaðni.
Óli hevði ongantíð fyrr verið umborð á so stórum skipi og hann var annars heilt ovfarin av støddini á skipunum, sum lógu við skipasmiðjuna. »Odense Mærsk« er ein lítil jolla upp á 50.000 tons. »Hetta skipið er líka stórt sum allur føroyski fiskiflotin tilsamans«, helt Óli fyri, tá hann gekk eftir brúnni umborð. Við skipasmiðjuna lógu skip yvir 300.000 tons. Dokkin, har Odense Mærsk lá, hevði søttliga rúma øllum fiskinum føroyingar fiska eitt ár.
Oljuferð í Noregi
Óli Jacobsen fór ikki heim aftur úr Singapore fyrr enn mánadagin. Hetta komst av, at hann longu mikudagin skuldi á eina oljuferð fyri føroyskar politikkarar í Noregi. Hann náddi sostatt ikki at koma heim til Føroyar áðrenn Noregsferðina og nýtti tí heldur tíðina at hyggja seg um í Singapore. Óli tók nógvar myndir, sum uttan iva verða at síggja í komandi FF bløðum.