loyva sær at slaka og gjara út bæði til høgru og vinstru. Undir slíkum umstøðum er lætt at stýra. Hin orsøkin er fiskastovnarnir við Føroyar. Meðan vit frá 1991 til og við 1994 høvdu tey vánaligastu fiskiárini [...] kinum næstseinasta leygardag varð afturvaldur til formann í sambandsflokkinum, heldur hann, at nú er alt í lagi aftur. Løgtingið kann bara fara aftur til arbeiðis, og hann heldur seg nú vera so mikið styrktan [...] Við øðrum orðum vil hetta siga, at Edmund Joensen nýtir Føroya Løgting og tær týdningarmiklu samráðingarnar við donsku stjórnina um bankamálið, til kastubløku í eini innanhýsis uppgerð í sambandsflokkinum
gið. Men fyribils hava vit mett, at krøvini frá HFS verða hvørki serliga umfatandi ella serliga dýr. Men alt tekur sína tíð so fyrstu tíðina fer helst ikki at bera til at taka ímóti fiski, sigur n [...] Eiðisfólk og onnur hava nú keypt flakavirkið í bygdini aftur frá Føroya Fiskavirking. Í einum ógvuliga stuttorðaðum tíðindaskrivi beint fyri páskir varð kunngjørt, at Fiskavirking hevði selt einum felag [...] trákkast eftir at fáa arbeiði á Eiði, mugu brynja seg við toli eina tíð afturat. Tí tað er ikki líkt til, at arbeiði verður á virkinum teir fyrstu mánaðirnar Eyðfinnur Jacobsen í Havn, sum er nevndarformaður
sólbrúnandi tablettum, verður tilevnað. Í Fólkatingið Orsøkin til, at E161g hevur vakt so mikla øsing í Danmark er, at tað verður mett at elva til ovurviðkvæmi. Málið er sambært nøkrum donskum politikarum [...] støðan er so álvarslig, sum onkur vil gera hana til. Tað eru fjølmiðlarnir, ið hava gjørt hetta til eitt stórmál og nakrir politikarar hava tikið tað til sín, fyri at gera vart við seg. Veruleikin er, at [...] høsnini, ið verpa eggini, sum verða flutt inn til Føroya, fáa uttan iva eisini fóður við evninum E161g. Men er ikki orsøk at vera fyrivarin um evnið elvir til ovurviðkvæmi? ? Eg havi ikki sæð nøkur tøl ella
r vóru slíkar, at har bar stutt sagt ikki til at vera ørðvísi. Einasta atgongd, tey høvdu til vatn, var ein lítil, skitin hylur, sum bæði fólk og fæ nýttu til drekkivatn. Og tað sigur seg sjálvt, at undir [...] høvuðsstaðnum. Teir ferðast fegnir langt til tess at náa flogfarinum. London er ein spennandi býur, har tú kanst fáa, hvat tað skal vera. Tó tóktist, sum ikki bar til at fáa ordiligt kaffi. Og var tað ringt [...] serliga legði merki til við hesum fólkunum, var, at har vóru mest bara ung fólk og børn. Gamalt fólk var einki at síggja. Um tað var tí, at livialdurin er so lágur í landinum, er ikki til at siga. Men hugsandi
eigur Føroya Løgting. Teir skuldarbundu palliba við børnum og abbabørnum við alt ov høgum veðhaldum. Ávaringar vóru nógvar um at her fór at ganga galið og at vit koyrdu út av eggini, men alt til fánýtis [...] , at so er. Her má tað gerast, ið gerast kann, fyri at fáa tað, ið av órøttum er tikið frá okkum, mett 1,5 milliard. Men tá so tjóðveldis- og fólkafloksmenn geva heimastýrislógini og blokkstuðlinum skuldina [...] fánýtis, teir lótu standa til og so ein dag gekk ikki meira. Tann ovurhonds stóra skuld bleiv løgd á palliba, ið onga skuld hevði í hesum. Nógv skuldarbundin fólk leitaðu sær í onnur lond fyri at lívbjarga
samstarv við Amerada Hess, Dong, Norsk Hydro og Lasmo, sum nú hava sent ikki færri enn 12 fólk til Føroya at standa fyri skeiðinum. Haraftrat er eitt umboð fyri stóra boripallfelagið Transocean. Jan Mortensen [...] umfatandi, at tað rætt longu nú at kunna føroyskar fyritøkum oo. um, hvat krevst til eina slíka ætlan av bæði vørum og tænastum. Mett verður at tað kostar ikki minni enn 150 mill. kr. bara at gera eina boring [...] Tíðliga gjáramorgunin fóru 40 føroyingar, umboð fyri feløg og vinnufyritøkur og øll limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, á eitt heldur óvanligt skeið á Hotel Føroyar. Talan er um boriskeið, sum FAG skipar
Reyða Krossi Føroya. Teir vóru sera fyrikomandi og játtaðu beinanvegin, sigur Elin. Leikurnar verða tí fyrst latnar Reyða Krossi Føroya, sum hevur átikið sær at skipa leikurnar víðari til Reyða Kross í [...] Á Krossmessu 3. mai verður Leikudagin 98. Tá hava fólk høvi til at lata leikur, ? bamsur, bóltar, bilar, dukkur ella hvat tað kann vera til eitt gott endamál. Innsavningin er nevniliga ætlað børnum úti [...] Hon hevur hugsað leingi um at gera hetta tiltakið til veruleika. ? Onkur skal vera tann, ið setir ígongd. Fólk hava mangan savnað klæðir og pengar til børn, sum einki eiga. Hví ikki leikur? Børn eru so
havi altíð mett, at Bjarni Djurholm er ein maður við skili í, men orðalagið í hesum greinum var so líkt, at ilt var at síggja nakran mun teirra millum. Báðir nýttu stóran part av greinini til at niðurgera [...] heiminum. Báðir eru lærarar, og báðir áttu sostatt at vitað, at í hvussu er allur tann yngri parturin av Føroya fólki er so væl søguliga skúlaður, at hann veit um hesi viðurskifti. Øll rein sosialistisk lond svølta [...] onnur lond í Europa, so er virðingin fyri tí einstaka tað, sum mest fellur okkum í eyguni Vit kunnu til dømis hyggja at ES. Har taka politikarar ferð eftir ferð avgerðir, sum politikarar í Norðurlondum ikki
føroyingur minnist ikki, tá IMF´ararnir komu til Føroya, tá kreppan herjaði upp á tað harðasta í 1992. International Monetary Found, IMF, er ein stovnur, sum er settur til at hjálpa londum, sum eru um at fara [...] fyrr í vikuni, at samlaða háttanin er uppá 40 milliardir US dollarar. Hendan upphæddin verður mett er nóg stór til at búskapurin í Indo?nesia kemur aftur á føtur. Pengarnir verða latnir yvir eitt skeið, so [...] politikki, sum IMF hevur kravt fyri at játta pening til Indonesia. Í veru?leikanum er prísurin ikki hækkaður, men stjórnin hevur tikið stuðulin til bensin og petroleum burtur og tað merkir, at fólkið sjálvt
Tá vit hugsa um Heimarøktina, so vita vit, at útfrá metingunum til fíggjarlógaruppskotið fyri 1998, so er mett, at umleið 400-500 fólk standa á bíðilista kring landið fyri at sleppa inn á røktarheim. Hesi [...] ið, kanska leypa nøkur fólk av, til at seta inn har? Ella barnaansingin, ið eisini hevur stórar trupulleikar, tað kundi eisini hugsast at verið eitt gott alternativ til hana? Ella vinnulívið eitt nú f [...] loysn uppá trupulleikarnar, ístaðin fyri bert at flyta trupulleikarnar ímillum stovnarnar. Til Sjónvarp Føroya Vit hava fingið ta fatan, at tit eru ein almennur stovnur, men vísir tað seg bert aftur og