Eiðisfólk og onnur hava nú keypt flakavirkið í bygdini aftur frá Føroya Fiskavirking.
Í einum ógvuliga stuttorðaðum tíðindaskrivi beint fyri páskir varð kunngjørt, at Fiskavirking hevði selt einum felag á Eiði virkið.
Keypsprísin eru partarnir samdir um ikki at upplýsa.
Men frá góðum keldum á Eiði hava vit fingið at vita, at prísurin er umleið fýra milliónir krónur.
Tað er partafelagið frá 18. oktober 1997, við undirheitinum Norðís, sum hevur keypt virkið á Eiði frá Fiskavirking.
Flakavirkið Norðís á Eiði varð eitt av virkjunum, sum Fiskavirking tók undir sínar veingir.
Men skjótt varð virkið afturlatið, og nú hevur onki arbeiði verið á virkinum í langa tíð.
Mugu geva tol
Og tey, sum hava trákkast eftir at fáa arbeiði á Eiði, mugu brynja seg við toli eina tíð afturat.
Tí tað er ikki líkt til, at arbeiði verður á virkinum teir fyrstu mánaðirnar
Eyðfinnur Jacobsen í Havn, sum er nevndarformaður í felagnum, sigur, at næsta stigið verður at fáa virkið góðkent.
Og tað fer at taka sína tíð sigur hann.
Hann metir, at tað fer at taka mánaðir, heldur enn vikur at fáa ta endaligu góðkenningina, so nær arbeiðið verður á virkinum, dugur hann ikki at siga enn.
Enn er tað nevniliga óvist, akkurát, hvørji krøv Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer at seta.
Tað veldst m.a. um, hvørji fiskasløg skulu virkast á virkinum, hvussu nógv fiskasløg skulu virkast og tað veldst eisini um góðskingarstigið.
Men fyribils hava vit mett, at krøvini frá HFS verða hvørki serliga umfatandi ella serliga dýr.
Men alt tekur sína tíð so fyrstu tíðina fer helst ikki at bera til at taka ímóti fiski, sigur nevndarformaðurin.
Fyrst og fremst flakavirki
Hann sigur, at ætlanin er at virkið fyrst og fremst skal vera flakavirki og at tað skal taka ímóti toski og hýsu og øðrum fiskasløgum, sum kunnu brúkast til tað.
Men ætlanin er eisini at viðgera fiskin meiri fyri at virðisøkingin skal vera so stór sum gjørligt.
Men akkurát hvørjar ætlanirnar eru er ikki heilt greitt enn.
Nýggju eigararnir hava roknað við, at virkið skal taka ímóti 3.000 tonsum um árið.
Hann roknar við, at arbeiðið verður til okkurt um 50-100 fólk.
Samráðingarnar gingu væl
Eyðfinnur Jacobsen sigur at samráðingarnar við Fiskavirking gingu heilt væl.
Tað var longu seinasta summar, at vit samdust um, at vit skuldu keypa virkið.
Síðani hevur Fiskavirking longt freistina fleiri ferðir, tí tað hevur verið so trupult at fáa fígginginga í lag.
So eg haldi ikki, at vit kunnu siga annað enn at Fiskavirking hevur verið vælviljað, tí tað er ikki teirra skuld, at tað gekk so long tíð.
Orsøkin til, at tað gekk so long tíð áðrenn keypið kom í lag, var, at tað var trupult at fáa fígging.
Men síðani vit fingu styrkt felagið við einum fólki, sum báði hevði pengar seta í ætlanina og servitan um framleiðislu og sølu, fór at ganga betri.
Eyðfinn Jacobsen hevur ongar atfinningar ímóti bankunum fyri tað, um teir eru sera varnir at fíggja fleiri flakavirki.
Bankarnir leggja sera stóran dent á, at tað eru røttu fólkini, sum koma at standa fyri rakstrinum á einum virki. Og somuleiðis leggja bankarnir stóran dent á, at útlitini eru so góð sum gjørligt til, at ætlanin skal bera í longdin.
Og alt tað er í grundini ein góð trygd hjá teimum, sum skjóta pengar í virkið, og tað haldi eg ikki, at vit skulu finnast at, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Norðís hevur ikki fingið nýggjan stjóra enn.
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at eftir avtalu fær hann ikki upplýst, hvør tað fólkið er, sum felagið hevur styrkt seg við, báði við pengum og servitan.
Men síðani er tað váttað, at tað eru teir báðir fyrrverandi oddamenninir á Kósini í Klaksvík, systkinabørnini bæði, Jóhan Páll Joensen og Jóhan David Joensen, sum eru komnir uppí ætlanina á Eiði.
Umframt Eyðfinn Jacobsen, eru nevndarlimirnirnir í Norðís, Bjarti Mohr, Niklas Foldbo, Símun Pauli Ejdesgaard og Tordur Niclasen.