mistøk, so megna teir at koma burturúr tí, uttan at vit fáa nakað burturúr. Soleiðis er tað bara. Spældu fótbólt Allan Simonsen fegnaðist um, at liðið hjá honum alla tíðina royndi at spæla fótbólt: ? Tað [...] Tað gongur rætta vegin, og tað er frálíkt at síggja, at ístaðin fyri at standa í verjuni og sparka bóltin fram á vøllin, so tora spælararnir at royna at spæla fótbólt. ? Vit fingu ikki teir stóru møguleikarnar [...] men hann helt, at tað gjørdist væl betri eftir hvíldina: ? Okkara miðvallarar komu ikki at liggja soleiðis, sum vit høvdu ætlað tað. Mótstøðumenninir fluttu seg nógv, og tað hevði við sær, at okkara spælarar
Hammer ikki dugað at brúkt. Søfartsstyrelsen vísti á, at einki var umborð av eykalutum. Hesum vístu bæði skiparin og 1. meistari aftur. - Eg segði, at eg var betonkiligur við at fara við skipinum, men fór [...] vit fóru heimaftur, visti eg, at vit høvdu bundið skipið í fimm vikur, sum tað fór at taka at rætta brekini, og eg droymdi ikki um, at teir kundu finna uppá at fara avstað við skipinum, segði Per Rasmussen [...] Tey vóru 11 við skipinum heim, teirra millum tveir franskmenn, ein skipari og ein maskinmeistari. Eingin av manningin hevði sagt nakað við Kára Horn um at kenna seg ótryggan við at fara við Nólsoyar Pálli
væntar ikki, at løgtingsmenn fara at taka av Framtaksgrunnin. ? Tað verður eitt heldur stórt stig at taka, og tá koma politikarar at standa í teirra egna skugga. Og tað verður vónleyst at vita, hvussu [...] tað, sum verður gloymt er, at loysnirnar skulu hava eitt politiskt grundarlag at byggja á. Hetta sást so væl við kvotunum. Tað er ikki óvist, at vit kundu fingið kvotur, uttan at hetta var kroyst inn á okkum [...] prinsipp, sum er trupult at gera nakað við. Nógvir av teimum, sum tosa um at koyra nevndina í Framtaksgrunninum, argumentera eisini fyri, at tingini skulu verða sundurskild - at løgtingið ikki skal blanda
fólki ella fyri Føroya Løgtingi, at eg eri dóttir pápa mín. Eg kann ikki taka støðu til, um eg eri gegnig ella ikki gegnig. Men eg kann siga so mikið, at tá eg varð biðin um at taka hetta starvið upp á meg [...] sat, ivaðist eg, um eg skuldi taka av. Hetta sigur Helena Dam á Neystabø í viðmerking, nú ivi verður reistur um hana sum eygleiðara. ? Eg visti, at hetta fór at hava nógv arbeiði við sær, og fór tí og [...] allar flokkar, um teir hildu, at eg var tann rætta. Eg fekk positivt játtað frá øllum, at tey, sum bóðu meg átaka mær starvið, ikki hildu tað vera nakran trupulleika, at eg var dóttir pápa mín. Helena Dam
Annars veit eg ikki rættuliga, hvat eg skal svara, men eg minnist, at tá alt hetta byrjaði, tá spurdi eg meg fyri um gegni og ógegni, og fekk týðuliga at vita, at vit sum eygleiðarar hava einki við kanningina [...] verið við í øllum málinum. ? Tað er ein stórur munur, heldur Bjarni Djurholm. ? Eg kann eitt nú siga, at eg haldi eg veit, hvat úrslitið verður. Men eg havi onga trygd fyri, at so verður, tí eg áni ikki [...] ? Eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera nakar trupulleiki fyri kanningina, at Helena Dam á Neystabø er dóttir Atla Dam. Men eg veit ikki, hvussu tað við tí formella í hesum máli. Hetta sigur Bjarni
Tað førdi við sær at samfelagsliga skipanin varð fullkomiliga broytt. At kalla allir almennir stovnar vórðu privatiseraðir, undantikið el-verkini, og lutvíst sjúkrahúsini. Tað hevur víst seg, at samfelagsliga [...] eru settar fyri at fáa arbeiðsloyvi. Útgangsstøðið er, at fólkið í landinum hevur fyrstarætt til arbeiðið. New Zealand verður mett strangasta landið at flyta til. Fyri at søkja um loyvi at flyta inn, skulu [...] Várharra gávumildur við New Zealand Um Ingeborg skal lýsa landið og náttúruna, har tey komu, so kann hon bert siga, at Várharra var sera gávumildur, tá hann skapti New Zealand, men at Hann var meira kargur
eløgini longu nú fáa at vita, at ein treyt fyri at vera við er, at tey hava gjørt eitt sindur av heimaarbeiði við eitt nú at útvega sær føroyskar samarbeiðspartnarar, soleiðis at føroyska vinnan kann hava [...] hevur verið við á oljumessum áður og er hetta ein uppfylging av tí. Sofus Gregersen sigur við Sosialin, at teir fóru við fyri at fáa nýggjar kontaktir og fyri at knýta enn tættari samband við tey fólk, sum [...] møguleikarnar at finna olju, og tí vóru vit fegnir um bara at fáa onkran at gera arbeiðið. Nú eru vit komin hartil, at ein veit, at har er olja. Spurningurin er bert, um hon kann útvinnast við vinningi. Hinvegin
Eg var sera uppsettur til dystin, tí eg vildi hava tað skuldi ganga betri enn leygardagin. Eg eri eisini nøgdur við mítt avrik, hóast eg gjørdi tveir óneyðugar feilir í seinna hálvleiki, segði Ingi Olsen [...] hart seinastu vikurnar, tí vit vistu, at skuldu vit yvirhøvur klára at fylgja við, so máttu vit vera í toppformi, sigur Ingi Olsen. Og tað vísti seg eisini, at vit orkaðu líka væl sum teir. Vit runnu [...] føroyskur hondbóltur nakrantíð hevur fingið og eg eri serstakliga fegin um avrikið hjá okkum. Vit hava nú víst, at føroysk lið kunnu standa seg í Europa, og vit eiga at taka fleiri avbjóðingar á okkum. Fyrsta
styrkur, og umframt at tvørámenninir noyðast at gera nógv meiri við tað, so er alneyðugt hjá teimum at styrkja seg við tveimum ella trimum útlendingum, um tað skuldi hent, at teir vinna sær pláss í bestu deildini [...] hava nakran møguleika at standa seg í bestu deildini, so skal venjinagarstøðan vera so nógv betri, enn hon sá út til at vera á Svangaskarði. Ímóti B68 var ein útlendingur, Pavlovic, við teir fyrstu 82 minuttirnar [...] sum reikaði sera nógv, varð sendur avstað. Fleiri av teimum reyðu royndu at taka hann á vegnum, dómarin tagdi við floytuni fyri at sígga, hvussu tað tørnaði út, og tvørámaðurin sleit seg leysan og smekkaði
arbeiða við, tí landskassin helt uppat at gjalda tað hann átti - vóru ikki senaraðar, og tað ynsktu vit heldur ikki - og fingu heldur ikki meira pening tilførdan. Eg fari tí við hesum at gera vart við, at tað [...] varð: - at landskassin fekk fleiri pengar at arbeiða við - at vinnan varð sanerað - at bankarnir fingu tilførdan nýggjan kapital frá føroyska borgaranum. Meðan kommunurnar: - fingu færri pengar at arbeiða [...] Eilif Samuelsen veit væl, at hetta er ikki rætt, fyri ikki at siga, at ein landsstýrismaður sigur ósatt. Í 1993, eftir at Kommunubólkurin varð settur á stovn, fór arbeiðsbólkur við trimum embætismonnum kommununar