Tað var lætt hjá TB

2. deild menn:

B68-TB 1-6 (0-2)

 

Fótbóltsvikuskiftið á Svangaskarði var vánaligt hjá heimaliðnum. Sunnudagin tapti 1. deildarliðið 5-2 ímóti HB, og leygardagin lógu teir næstbestu eftir á 6-1, men tað var ímóti bestu tvørámonnunum.

TB var á odda 2-0, tá tað var hálvleikt, men eftir at heimaliðið tríggjar minuttir eftir hvíldina hevði minkað um munin við góðum langskoti frá Arnfinni Olsen, var útiliðið eitt sindur órógvað í eina fitta løtu.

Men so glapp. 70 minuttir vóru farnir, tá vongverjin í høgru, Tórur Mortensen, sum reikaði sera nógv, varð sendur avstað. Fleiri av teimum reyðu royndu at taka hann á vegnum, dómarin tagdi við floytuni fyri at sígga, hvussu tað tørnaði út, og tvørámaðurin sleit seg leysan og smekkaði inn um Allan Joensen í B68 málinum og so var liðugt. TB skoraði aftur eftir 79, 88 og 89 minuttir, og hvørja ferð runnu teir ígjøgnum tunnu verjuna.

Toftamenn høvdu ov lítla tyngd. Veteranurin Ingemar Højgaard, sum nátúrliga hevði verið savnandi spælarin, noyddist út við skaða, tá sekstan minuttir vóru farnir, og so var tunnligt.

Eyðun Gullok Svalbard stútaði fyrsta TB málið, tá seks minuttir vóru farnir, og Herman Mortensen smekkaði úr 16 metrum til 2-0, tá tað restaðu níggju minuttir av fyrra umfarinum.

TB er á veg til tveir dystir um eitt pláss í bestu deildini, og sjálvandi er stóri spurningurin, um teir hava nakað at gera í fremstu røð. Tað vóru nógvir ungir menn á liðnum, t.d. Karl Øster, Niels Oluf Joensen, Andrass Nolsøe og Einar Petersen, og millum meiri royndu spælararnar vóru Pól F. Joensen, Eyðun Gullok Svalbard og Herman Mortensen. Skulu hesir hava nakran møguleika at standa seg í bestu deildini, so skal venjinagarstøðan vera so nógv betri, enn hon sá út til at vera á Svangaskarði.

Ímóti B68 var ein útlendingur, Pavlovic, við teir fyrstu 82 minuttirnar. Hann var góður styrkur, og umframt at tvørámenninir noyðast at gera nógv meiri við tað, so er alneyðugt hjá teimum at styrkja seg við tveimum ella trimum útlendingum, um tað skuldi hent, at teir vinna sær pláss í bestu deildini. Óli Johannesen sat á beinkinum og uppmuntraði gomlu liðfelagarnar. Hann hevði verið veldugur at fingið afturat hjá TB, um teir røkka 1. deild komandi ár. Men enn er nógv eftir at spæla um, áðrenn teir kunnu koma so langt. jh