Rætt signal til oljuvinnuna: alt yvir føroyskan keikant

 

Tað hevur víst seg gull vert, at Oljuráðleggingarnevndin í síni frágreiðing hevur gjørt altjóða oljuheimin greitt, at allar vørur og tænastu, sum hava samband við oljuleiting við Føroyar, skulu yvir føroyska keikant. Hesin boðskapur hevur funnið sær leiðina fram til ikki minst kontraktorfeløgini, sum eru við á oljumessuni í Aberdeen. Hetta hevur so aftur gjørt, at útlendsku feløgini hava víst føroysku vinnuni, sum er við Offshore Europe, stóran ans og víst áhuga fyri at fáa samstarv í lag. Sofus Gregersen frá KJ-Hydraulik heldur, at hetta eigur at læra okkum ikki at spara uppá krøv og treytir til altjóða oljuvinnuna, tá hon kemur inn á føroyskt øki.

Millum mongu føroysku luttakararnar á oljumessuni í Aberdeen í farnu viku var eisini Sofus Gregersen, stjóri á KJ-Hydraulik í Fuglafirði.

Hann hevur verið við á oljumessum áður og er hetta ein uppfylging av tí. Sofus Gregersen sigur við Sosialin, at teir fóru við fyri at fáa nýggjar kontaktir og fyri at knýta enn tættari samband við tey fólk, sum teir hava tosað við áður.

-Vit royna at fáa nakað meira ítøkiligt burtur úr einum samstarvi, og eg haldi vit eru komin eitt týðandi stig víðari á hesi oljumessuni.

Sofus Gregersen sigur, at fleiri av leverandørunum til oljuídnaðin eru sinnaðir at taka upp samarbeiði við KJ-Hydraulik, m.a. tí teir ikki hava verið so hepnir við sínum samstarvspartnarum á hydraulikøkinum. Hetta sjálvandi eisini tí, at teir vilja vera við frá byrjan og harvið vísa goodwill.


Stórur áhugi

Sofus Gregersen sigur, at áhugin hjá teimum flestu av feløgunum, sum virka innan oljuídnaðin, er stórur fyri Føroyum. Hann vísir á, at orðingin í frágreiðingini frá Oljuráðleggingarnevndini um, at alt, sum fer at hava við eina føroyska oljuvinnu at gera, skal yvir føroyskan keikant, hevur verið einki minni enn gull verd.

-Útlendsku feløgini, sum virka í oljuvinnuni, hava longu lagt sær hetta í geyma, og tað hevur líka-sum fullkomiliga broytt teirra hugburð mótvegis føroyingum - nú tey vita, at tey eru noydd at arbeiða saman við føroyingum, um tey skulu vera við í menningini av oljuvinnuni á føroyskum øki.

Sofus Gregersen heldur tað vera av stórum týdningi, at oljufeløgini og kontraktorfeløgini longu nú fáa at vita, at ein treyt fyri at vera við er, at tey hava gjørt eitt sindur av heimaarbeiði við eitt nú at útvega sær føroyskar samarbeiðspartnarar, soleiðis at føroyska vinnan kann hava møguleika fyri at mennast. Tað er ikki nokk bara at hava strámenn í Føroyum. Vinnan her skal takast við í útviklingin.

Hesin boðskapurin gekk væl inn. So royndirnar hjá føroyskum virkjum at fáa samband við útlendskar fyritøkur fingu her rættiligan vind í seglini.


100 norsk virki hittu føroyingar

At áhugin hjá kontraktorfeløgunum og leverandørum fyri at fáa samband við føroyska fyritøkur er stórur sæst m.a. av luttøkuni á teimum samkomum, sum vórðu í sambandi við messuna.

Eitt kvøldið, tá Texaco skipaði fyri einum tiltaki, vóru umleið hálvthundrað kontraktorfyritøkur komnar fyri at heilsa uppá føroyska vinnulívið. Og tá Saga skipaði fyri einum líknandi kvøldi vóru ikki færri enn 100 norskar fyritøkur við.

Sofus Gregersen sigur, at tað at so nógvir føroyingar eru við á messuni og so tað, at føroyskir myndugleikar longu hava sett út í kortið og sagt, at allar vørur og tænastur í sambandi við eina komandi føroyska oljuvinnu skulu yvir føroyskan kaikant - hevur longu havt ómetaliga stóran týdning fyri at tilbúgva føroyskt vinnulív til eina komandi oljuvinnu.

Í sambandi við at seta treytir og krøv til oljufeløgini hevur orðaskifti tikið seg upp í Føroyum um, hvør vítt vit hava verið ov sein at seta eitt nú seismikkfeløgum treytir. Vit spurdu Sofus Gregersen, sum neyvt hevur fylgt gongdini í øllum oljumálinum, um dagarnir í Aberdeen hava sannført hann um, at vit føroyingar hava verið ov vánaligir, tá tað kemur til at seta eitt nú seismikkfeløgum treytir!

-Eg velji at síggja hetta sum ein part av umstøðunum frá byrjan. Vit vistu so lítið um møguleikarnar at finna olju, og tí vóru vit fegnir um bara at fáa onkran at gera arbeiðið. Nú eru vit komin hartil, at ein veit, at har er olja. Spurningurin er bert, um hon kann útvinnast við vinningi. Hinvegin geva hvørki seismikkfeløg ella oljufeløg nakað sum helst frá sær. Har er eingin góða mamma. Tað er ein køld verð.

Sofus Gregersen sigur, at út frá teimum samrøðum hann hevur havt við einstakar norðmenn, er niðurstøðan, at tú skal ikki koma til oljufeløgini við bónda- og fiskaramentaliteti - við húgvuni í hondini - og siga ja takk. Ein skal seta treytir.

-Oljufeløgini eru von við allar møguligar og ómøguligar treytir úti í verðini. Seta vit ikki treytirnar, skal ein heldur ikki rokna við, at tey koma við nøkrum sjálvi fyri okkara skyld. Tað er tí spurningurin um at seta treytirnar so harðar sum møguligt og síðani at kunna samráðast til nakað, sum báðir partar kunnu liva við.


Vit fingið lítið burtur úr

Hvat viðvíkur seismikkfeløgunum, sum hava arbeitt undir Føroyum, so roknar Sofus Gregersen við, at tey hava gjørt eina ómetaliga góða forrætning burtur úr teimum úrslitum tey hava. Har hava Føroyar so einki fingið burtur úr.

-Tað kann ein so iðra seg um. Ein eigur í framtíðini at seta tær treytir, sum ein metir rættar.

Her hugsar Sofus eisini um seismikkskipini, sum í dag og í framtíðini koma at arbeiða á føroyskum øki. Alt, sum tey brúka umborð, átti at verið farið um føroyska havn, eins og Oljufrágreiðingin ger vart við í sambandi við eina komandi oljuleiting.

-Undir øllum umstøðum skulu vit nú til at seta útlendsku oljuvinnuni treytir, og ikki minst nú vit hava nógv størri vitan um undirgrundina enn fyri bert fáum árum síðani.

Okkum nýtist ikki at geva alt út gratis, tí hetta er okkara tjóðarogn og -arvur. Er tað so onkur, sum ikki vil ganga undir okkara treytir, so er tað altíð onkur annar, sum vil tað.


Alt gingið uppá stás

Eisini Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni heldur, at messan hevur eydnast stak væl. Nógv hava vitjað, og fyritøkurnar hava havt nógvar fundir við útlendskar fyritøkur. Alt hevur gingið uppá stás. Á ovaru hæddini á básinum eru tíggju sitipláss, og á níggju av teimum sótu føroyingar og útlendingar og prátaðu saman. Hetta sigur ikki so lítið heldur Kjartan Kristiansen.

Hann vísir á, at tað hevur verið afturvendandi, at fólk, sum hava vitjað básin, hava verið sera vónsvikin av, at rutusambandið millum Føroyar og Skotlandi er kvett.