Ingi var í heimsklassa

Hondbóltur: Spælandi venjarin hjá VÍF, Ingi Olsen, skaraði fram úr, tá VÍF sunnudagin vann á rumenska meistaraliðnum, Dynamo Bukarest.

­ Eg var sera uppsettur til dystin, tí eg vildi hava tað skuldi ganga betri enn leygardagin. Eg eri eisini nøgdur við mítt avrik, hóast eg gjørdi tveir óneyðugar feilir í seinna hálvleiki, segði Ingi Olsen við Ítróttarsosialin eftir dystin.

Ingi stríddist fyri fleiri, hann var altíð í verjustøðu, fangaði bóltar, setti skjótálop í gongd og var sjálvur topskjútti.

­ Ingi var í heimsklassa. Hann spældi ótrúliga væl, vann taptar bóltar, skoraði og stríddist alla tíðina, Eg havi ikki sæð sovorðið áður, segði Sverri Jacobsen um avrikið hjá Inga.

Sjey ferðir skoraði Ingi, og hann spældi eisini Sámal Joensen leysan, tá hesin kundi gera sigursmálið hjá VÍF.


Fimm landsliðsspælarar

Sunnukvøldið tóku VÍF¹arnir sær væl uppiborið av løttum. Teir ótu døgurða saman við rumensku spælarunum á La Carreta, og feiðraðu annars avrikið.

Spælararnir hjá Dynamo Bukarest vóru ovfarnir av VÍF, og hildu nógv um avrikið sunnudagin. Rumenar stillaðu við sterkastu manning, og millum spælararnir vóru fimm landsliðsspælarar Spælararnir eru professionellir og venja upp til 9 ferðir um vikuna.

Men hetta gav teimum ongan fyrimun reint kropsliga.

­ Vit hava vant rættiliga hart seinastu vikurnar, tí vit vistu, at skuldu vit yvirhøvur klára at fylgja við, so máttu vit vera í toppformi, sigur Ingi Olsen.

­ Og tað vísti seg eisini, at vit orkaðu líka væl sum teir. Vit runnu frá teimum fleiri ferðir móti endanum, og teir gjørdu nógv mistøk, tá teir gjørdust troyttir.

­ Hetta er tað besta úrslitið føroyskur hondbóltur nakrantíð hevur fingið og eg eri serstakliga fegin um avrikið hjá okkum.

­ Vit hava nú víst, at føroysk lið kunnu standa seg í Europa, og vit eiga at taka fleiri avbjóðingar á okkum.

Fyrsta avbjóðingin hjá Inga og VÍF verður tó í heimligu kappingini, sum byrjar um minni enn ein mánaða.

ek