? Tað kann tykjast eitt sindur paradoksalt við Framtaksgrunninum, sum skuldi seta nýtt virksemi í gongd í Føroyum, at hann beinleiðis fór aftur í tað gamla. Hann stuðlaði eini fiskasølu, sum fór at pilka rækjur í Kina. Tað er ikki beinleiðis at seta nýtt virksemi í gongd, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.
? Hatta er sjálvandi heldur banalt sagt, heldur Jógvan Mørkøre. Men hann sigur, at kósin ikki er tann rætta, soleiðis sum tað gongur í samfelagnum í dag, tá vit spyrja hann, um viðurskiftini viðvíkjandi Framtaksgrunninum, gongdini í føroysku fiskivinnuni og í samfelagnum sum so.
Jógvan Mørkøre væntar ikki, at løgtingsmenn fara at taka av Framtaksgrunnin.
? Tað verður eitt heldur stórt stig at taka, og tá koma politikarar at standa í teirra egna skugga. Og tað verður vónleyst at vita, hvussu viðurskiftini tá fara at hátta seg, eins og tað kundi blivið, fingu vit eina antimonopollóg á sinni.
? Tá var onkur politikarari, sum ávaraði, tí eingin kundi siga, hvussu tað bleiv aftaná, sigur Jógvan Mørkøre.
Hann heldur eisini, at politikarar uttan iva halda tað vera eitt vánaligt signal at senda út, at nú valdar anarki. Tí heldur hann, at menn ikki vildu gera eina antimonopollóg, sum beinleiðis varð vend ímóti Fiskavirking.
Løgtingið
uttan ávirkan
Alt hetta botnar í nøkrum konstruktiónum, sum løgtingið ikki eigur, heldur Jógvan Mørkøre. ? Hvørki Fiskavirking, Framtaksgrunnin ella kvoturnar. Hetta eru viðurskifti, sum komin eru inn á okkum uttanífrá. Av tí sama eigur hetta ongan góðan.
? Talan er um skrivaraborðsloysnir, sum kanska sambært onkra teori eru rættar, men tað, sum verður gloymt er, at loysnirnar skulu hava eitt politiskt grundarlag at byggja á. Hetta sást so væl við kvotunum. Tað er ikki óvist, at vit kundu fingið kvotur, uttan at hetta var kroyst inn á okkum. Var tað hinvegin vinnan, sum kom við hesum, høvdu vit uttan iva kunna funnið onkra loysn, sum vit kundu liva við, heldur samfelagsfrøðingurin Jógvan Mørkøre
Politikarar
ikki blanda seg
? Tað er uppi í tíðini, at politikararnir skulu halda seg uttanfyri. Hetta er tað, sum verður lagt upp til í nýggju stýrisskipanarlógini. Teir skulu ikki blanda seg upp í stakstýringina. Hetta er eitt prinsipp, sum er trupult at gera nakað við. Nógvir av teimum, sum tosa um at koyra nevndina í Framtaksgrunninum, argumentera eisini fyri, at tingini skulu verða sundurskild - at løgtingið ikki skal blanda seg upp í stakavgerðir.
? Men tað er nakað annað, tá grunnurin nærum verður tømdur upp á nøkur fá stór virki. Tá kann tað verða ein spurningur, um hetta er í trá við endamálið, heldur Jógvan Mørkøre. ? Her kunnu vit so tosa um at hava eftirlit við, hvussu grunnurin fer við almennum pengum - og hendan síðan hevur verið illa vard, vísir Jógvan Mørkøre á.
Hann heldur, at ta kundi borið til hjá løgtinginum at farið til løgmann, og sagt, at hann skuldi fylgt tingsins vilja. Men her sansaði at í vár, tá tað næstan kom til skarpskeringar í málinum viðvíkjandi Fiskavirking.
? Tað hevur víst seg, at løgmaður í heilt nógvum týðandi málum ikki hevur havt samgonguna aftan fyri seg. Men av tí at samgongan og andstøðan ikki hevur kunna samst um nakað annað, so hevur einki verið at gjørt.
? Hetta kom serliga týðuliga fram í sambandi við Fiskavirking, at tey, sum skuldu bjóða løgmanni av, kundu ikki semjast um nakað annað, men hugsað heldur, hvat so fór at henda, um Fiskavirking fekk eitt skot fyri bógvin.
? Tá var m. a. Jóannes Eidesgaard frammi og bað menn sinna seg. Men hann hevði jú eisini virkið á Tvøroyri at hugsa um, og eingin kundi verið vísur í, at júst hetta virki fór at koyra víðari.
Avgerðir uttan politiska tilgongd
Vit eru í eini undarligar fasu, har tær týðandi avgerðirnar verða tiknar uttan nakra politiska tilgongd. Hetta ørkymlar eisini politikararnar og sást væl, tá Richard Mikkelsen rættuliga arrogant ikki vildi tosa um avgerðirnar, sigur Jógvan Mørkøre, sum einki løgið heldur vera í, at hetta provokerar politikarar.
? Hetta er ein stórur trupulleiki, sum eisini hevur slóðað fyri nógvum av hesum diktatunum uttanífrá. Vit hava ongantíð rættuliga megnað at fáa ein samanhangandi politikk á hesum økjunum.
? Tá alt á sinnið skramblaði saman hevði verið høvi at stungið fingurin í jørðina, heldur Jógvan Mørkøre, sum vísir á, at tá eisini varð tosað um at skifta út og sanera.
? Tá var tosað um at fáa loyst strukturproblemið - vit høvdu ov nógv virki og ov nógv skip. Men støðan í dag er ikki nógv øðrvísi, vit hava aftur fleiri skip og fleiri virki. Tað er ilt at síggja, at tað kann verða øllum lív lagað, heldur Jógvan Mørkøre.
Annar trupulleiki er tað regionala. Her kundi ráðfiskabýtið verið ein møguleiki - við kvotabýti, ið varð býtt út á økini. Hetta kann verða eitt sindur ringt í dag, nú vit hava knýtt kvoturnar at skipunum.
Skulu tosa
um aðra vinnu
? Vit hava ongantíð fingið hol á tankarnar um eina differntiering. Hetta má gerast soleiðis, at tað ber til. Vit kunnu ikki lova øllum at arbeiða í fiskivinnuni - tað er tað gamla, og tað er at geva fólki stein fyri breyð.
? Tann gamla karosellin koyrir enn. Vit gera stórt sæð tað sama umaftur, og kemur skrædlið aftur, so hava vit prógvað, at við megnaðu ikki at gera nakað.
? Skal nakað gerast, má tað gerast eftir eini ætlan, vit mugu hava eitt tilætlað mál - og tað er hetta, sum lammar politiska lívið.
? Eg havi ilt við at síggja veruliga politikkin hjá samgonguni - hvat skal fara fram á landi og hvat skal fara fram á sjógvi. Vit síggja hvussu teir høgga eftir hvørjum øðrum, løgmaður hartar sínar samgongumenn fyri fiskidagarnar, og samgongumenn loypa á løgmann um spurningin um Fiskavirking og Framtaksgrunnin. Har eru stórir spenningar og eingin samlaður politikkur.
Sama heldur Jógvan Mørkøre er galdandi fyri teir stóru flokkarnar, har eingin greiður politikkur er.
Tað var einaferð onkur, sum vísti á, at pláss var ikki fyri fleiri enn 25.000 fólkum í Føroyum.
? Nú veit eg ikki, hvør týdningur var lagdur í hetta, men hugsa vit um fiskivinnuna, so kundi hendan myndin verið nýtt upp á hana - at hon valla kann breyðføða fleiri enn 25.000 fólk, sigur Jógvan Mørkøre.
? Okkum tørvar ein heilt annan hugsunarhátt. Okkum tørvar eina prosess - eitt politiskt orðaskifti, sum kann føra til, at vit í Føroyum fara undir aðrar vinnur, at vit veruliga gera nakað við hetta, sigur Jógvan Mørkøre. Hann heldur ikki, at vit enn eru komin nakað serligt á leið við hesum, og saknar hetta í stóran mun í politiska kjakinum - og í fjølmiðlunum.
Hvørjum føroyingar fara at liva av í 21. øld, veit Jógvan Mørkøre ikki at siga, men hann vísir kortini á nakað, sum kann geva høvi til eftirtanka.
? Í 19. øld livdu føroyingar av landbúnaðinum. Eingin hevði tá trúð upp á, at føroyingar í 20. øld skuldu liva av fiskivinnuni. Men tað hava vit gjørt, og eftir øllum at døma er eingin, sum roknar við, at vit fara at liva av øðrum, enn fiskivinnuni í 21. øld heldur.
? Men tað er hetta, sum vit eiga at fyrihalda okkum til í politiska kjakinum, sigur Jógvan Mørkøre.