Tað var sama plátan hjá landsliðsvenjaranum, sum tað plagar at vera, tá Føroyar hava tapt tepurt ímóti einari av stóru tjóðunum:
? Tá vit hugsa um, hvørjum tað er, sum vit spældu ímóti, so kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við 2-0 tap. Her er talan um topp professionellar spælarar, teir taka av beinanvegin, tá møguleikin er har, tí vit gera mistøk. Málini stóðust av persónligum mistøkum, men tá teir gera mistøk, so megna teir at koma burturúr tí, uttan at vit fáa nakað burturúr. Soleiðis er tað bara.
Spældu fótbólt
Allan Simonsen fegnaðist um, at liðið hjá honum alla tíðina royndi at spæla fótbólt:
? Tað gongur rætta vegin, og tað er frálíkt at síggja, at ístaðin fyri at standa í verjuni og sparka bóltin fram á vøllin, so tora spælararnir at royna at spæla fótbólt.
? Vit fingu ikki teir stóru møguleikarnar í snarálopum, sum vit so at siga hava fingið hvørja ferð frammanundan. Kekkarnir hildu alla tíðina fleiri spælarar afturi á vøllinum, og tað gjørdu teir, tí teir hava sæð, at vit fleiri ferðir hava skorað uppá kontramøguleikar. Teir vita t.d. at Todi Jónsson er ein vandamikil harri, og teir vóru um hann allar 90 minuttirnar.
Trupulleikarnir á miðvøllinum
Landsliðsvenjarin ásannaði, at tað vóru stórir trupulleikar á miðvøllinum fyrra umfarið, men hann helt, at tað gjørdist væl betri eftir hvíldina:
? Okkara miðvallarar komu ikki at liggja soleiðis, sum vit høvdu ætlað tað. Mótstøðumenninir fluttu seg nógv, og tað hevði við sær, at okkara spælarar noyddust at arbeiða nógv og flyta seg í teirra samanspæli. Vit tosaðu um hetta í steðginum, og eg haldi, at tað gjørdist nógv betri seinna umfarið. Okkara spælarar tordu at samanspla alla tíðina, og tað var positivt, helt venjarin.
Hann var ikki ovfarin av, at kekkarnir ikki trýstu so nógv á føroyska málið, sum teir gjørdu á heimavølli fyri knøppum trimum vikum síðani:
? Tá høvdu teir heimaáskoðararnar kring vøllin, og áskoðararnir vildu síggja mál. Hesa ferð vóru teir á útivølli, og tað ráddi um at vinna og ikki at undirhalda viðhaldsfólkini. Tað var professionelt arbeið, sum skuldi útinnast, og tað gjørdu teir so.
Ein framúr
Venjarin vil vanliga ikki so fegin draga nakran spælara framum nakran annan, men hesa ferð var eingin ivi hjá honum um, hvør føroyingurin hevði sýnt besta avrikið:
? Jan Dam spældi framúr væl. Hann vísti myndugleika, hann hevði góðar støður á vøllinum, hann dugdi at lesa spælið sera væl, hann taklaði sera væl, og hann var tryggur í avspælinum. Talan var um eitt avrik á sera høgum støði, helt venjarin.
Eitt upplivilsi
Tá tosið fall inn á einastu uppgávuna, sum er eftir hjá landsliðnum í ár, segði venjarin seg ikki at stúra:
? Tað er ein stór avbjóðing hjá spælarunum at royna seg á útivølli í Spania. Spælararnir hava fingið nógvar royndir, og teir vita, hvussu torført tað er at vera á útivølli ímóti stóru fótbóltstjóðunum. Vit fara at gera okkara besta, og so fara vit at taka hetta sum tað upplivilsið, sum tað verður, helt venjarin. jh