m. Tað er ongatíð gott, tá tað ein sigur verður misskilt, - kanska við vilja! - Eg meti meg at vera misskiltan í hesum føri. Eg havi skrivað eitt lesarabræv og sent tað til bløðini. - Eg segði tað kanska [...] hann átti ikki at havt sagt tað. Slíkt skapar bara konfliktir, søgdu tey. - Men her kemur tað fram aftur, hetta við at vera konfliktsky. Er tað nakað eg ikki eri, so er tað konfliktsky. Tí skal eingin [...] mangan. Tað sum kanska er verri, er at hetta rakar ikki bert teg sjálvan, men er eisini keðiligt fyri familjuna. - Men fyri meg persónliga ger tað einki. Eg veit, hvat eg havi sagt og eg havi ongar tr
Føroya. Tað var bert eitt prestastarv leyst at søkja tá, og var tað á Viðareiði. Tað søkti eg og fekk tað, og har var eg verandi í fimm ár. Um tað spøkti? Nei. Tað vóru onkur løgin ljóð, tá tað bleiv stilt [...] hann og konan trivist væl. - Jú, tað hevur verið gott, men tað hevur eisini verið strævið. Prestagjaldið er stórt, og tað hevur verið nógv at gjørt. Umframt vanliga arbeiðið í kirkjuni, hevur sóknarpresturin [...] ein kemur við slíkum boðum. Men tað er gott at gráta, tí tá grætur mann sorgina út. Tað kann vera tungt, at hava við menniskju at gera, men mær hevur hevur altíð dámað tað væl. - Boðini skulu gevast varðliga
kann lata uppaftur. - Vit hava øll eina vón um at tað fer at henda. Vit hava fyrr verið í eldi og kláraðu tá skerini. Og eg vænti, at vit klára tað eisini hesaferð. Øll eru niðurtyngd Marianna er ikki [...] lívið í nógvum heimum ? ja, í sjálvari bygdini. Hóast tey høvdu ein illgruna um tað, komu tíðindini púra óvart á tey øll. Fólk vóru kedd, hørm, ørkymlaði og í døpurhuga av hesum. Eisini Marianna. - Ja [...] seinni skuldu tey so sanniliga fáa úrslitið av hesum fundinum at vita. Og tað uppá ein heldur barskan máta. Tá Marianna og øll hini vaknaðu morgunin eftir, týsdagin 30. november, varð sum siður er tendrað
bókina, so tá ið eitt ark var prentað varð tað sent í kassanum norður við Pride og so falsaðu vit tað. Tað varð seymað við hond og so límað inn í umslagið. Tað var stórarbeiði tá og føldist sum eitt stórt [...] kríggið og tá var tað nakað væl lættari hjá okkum, ikki minst málsliga. Tá ið vit skuldu bíleggja nýggja skrift úr Danmark, máttu vit skifta alt út, tí tað bar ikki til at brúka tað saman við tí enska [...] skipanina. - Kundarnir fylgdu við og kundaskarin er vaksin øll árini. Sjúkrahúsið var ein stórur kundi, men tað gekk øgiliga striltið við at fáa tað at taka prentlutir higani. Alt var bíligari og betri, sum
eyðkennir tey øll er, at tey eru so sárbar. Uttan mun til, um talan er um tað ógvusliga barnið, tað ovurvirkna barnið, ið alla tíðina hevur albogarnar úti og ger nógv um seg, ella um tað er tað viðkvæma og [...] um ella í skúlanum. Roynt verður at fáa viðgerðina inn í tað dagliga spælið, og eydnast tað, fer barnið spakuliga sjálvt í holt við tað, ið tað skal gera, og leitar eftir teimum røttu upplivingunum. - [...] vísti, at spæliumhvørvið hevur einki at siga. Tað gjørdi tað sama um barnið hevði bø, sand, brekkur, gott rásarúm og nógva leiku rundan um seg. Ella um tað livdi í trongum umstøðum við fáum møguleikum.
ivast Thomas Koba eina løtu. - Eg haldi, eg geri tað fyri at fáa viðurkenning. Tað hevur í øllum førum stóran týdning fyri meg, at onnur halda tað vera gott, sum eg geri. Kenslan av at kunna skapa sín egna [...] eisini gera í Føroyum enn tað, sum vanligu turistfilmarnir vísa. Um filmarnir geva onkrum ferðafólki hug at koma til Føroyar, er tað fínt, heldur Thomas Koba, men málbólkurin er øll sløg av fólki allastaðni [...] 'journalistiskari korrektheit'. - Tað ber sjálvandi ikki til at koma allan vegin runt um eitt evni uppá tveir minuttir, og tað er heldur ikki ætlanin við filmunum. Fyri meg snýr tað seg fyrst og fremst um at fylgja
siga við meg, at tað er gott, at eg havi okkurt at takast við, má eg flenna og hugsi um, at eg havi eitt nógv ríkari og fjølbroyttari lív enn tey, sigur hon. Leila sigur, at júst tað, at hon gjørdist sjúk [...] hjáárinum enn annað. Tá er tað, sum at velja millum pest og kolera. - Alt tað, sum mær hevur verið fyri, hevur myndað meg og gjørt meg til tað menniskja, eg eri í dag. - Tað er bert ein hending, eg hevði [...] bundin at koyristóli. Eg havi ein heilt annan vinkul at arbeiða útfrá, tí eg havi í eina fjórðings øld kent á mínum egna kroppi, hvat tað merkir at vera rørslutarnað. - Síðani havi eg í 16 ár verið formaður
eg haldi, at tey øll høvdu tað í 2021 - ja, so havi eg tað eisini gott. Og hvat var tað keðiligasta? - Haldi ikki, at nakað serstakt keðiligt hendi í árinum. Eg havi roynt at fingið tað besta burtur úr [...] Hvat var tað besta, sum hendi í 2021? - Tað besta.... uha, tað er ilt at siga. Haldi ikki, at nakað serstakt hendi, sum eg kann koma í tankar um í eini handavend. Tá familjan hevur tað gott, soleiðis [...] ræst kjøt varð koyrt í pottin, sum siður er. Eftir tað er tað hugni til út á náttina. Tað sigur Elna Johannesen í Rituvík. - Nýggjársdag geri eg ikki tað stóra fysiskt. Eg eri bara til og reflekteri yvir
orki og havi góða heilsu, fari eg at søkja sjógvin við AWI Star bátinum, Tvíburar. Tað er ikki tað sama nú, sum tá eg sum 27 ára gamal byrjaði at føra skip. Men eg kann ikki klaga, tí eg havi tað gott og føli [...] altíð einsamallur á báti. - Eg havi gjørt fleiri góðar túrar og havi eisini fingið upp í bátin. Tað mesta, eg havi havt í útróðrarbátinum, er 10.000 pund av upsa. Onkuntíð havi eg roynt upp í einar 3-4 dagar [...] sigldi nú hjá Jákupi í hálvt annað ár, og tað gekk ógvuliga væl. - Jákup var ein góður reiðari, sum eg kann bera alt gott. Hann segði tingini beint út, men tað var ongantíð nakað, sum legði seg ímillum
árum síðan, og øll hesi árini hava vit eisini gagnnýtt svartkalvahøvdini, sigur hann. Beiggin doyði - Sum eg nevndi í áðni, havi eg verið heima í Føroyum umleið triðja hvørt ár, og so havi eg eisini verið [...] og býr á Tjarnagarði, sigur Martin. Leingist heimaftur Martin sigur, at tað er væl bíligari at liva yvir í Harbour Grace, enn tað er í Føroyum, og skatturin har yviri er eisini væl lægri. - Bensin og olja [...] um hann kann vænta sær, at konan tímir heim til Føroya at búgva, sigur hann, at tað roknar hann við. - Í løtuni er tað soleiðis, at foreldur hennara ikki eru so frísk, og mamman livir ikki væl, men eg