- Eg taki hvønn dag sum hann kemur

- Vónirnar fyri 2022 eru, at hetta verður eitt gott ár, bæði her heima og uttanlands, sigur Elna Johannesen.

 

Hvar og hvussu heldur tú nýggjár?

 

- Nýggjársaftan var eg til arbeiðis ein part av degnum. Síðan gekk leiðin heim til Rituvíkar, har ræst kjøt varð koyrt í pottin, sum siður er. Eftir tað er tað hugni til út á náttina.

 

Tað sigur Elna Johannesen í Rituvík.

 

- Nýggjársdag geri eg ikki tað stóra fysiskt. Eg eri bara til og reflekteri yvir árið, sum júst er farið. Kanska fái eg onkran tanka ella okkurt hugskot um okkurt, eg kann broyta ella gera øðrvísi í 2022.   

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2021?

 

- Tað besta.... uha, tað er ilt at siga. Haldi ikki, at nakað serstakt hendi, sum eg kann koma í tankar um í eini handavend. Tá familjan hevur tað gott, soleiðis sum eg haldi, at tey øll høvdu tað í 2021 - ja, so havi eg tað eisini gott.

 

Og hvat var tað keðiligasta?

 

- Haldi ikki, at nakað serstakt keðiligt hendi í árinum. Eg havi roynt at fingið tað besta burtur úr hvørjum degi og havi roynt at sæð tað jaliga í staðin fyri tað neiliga.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2022? 

 

- Vónirnar eru, at 2022 verður eitt gott ár, bæði her heima og uttanlands. Eg vóni eisini at kunna liva eina vanligari tilveru, har uttanlandsferðir telja nógv. Annars vil eg taka hvønn dag, sum hann kemur og fáa sum best burturúr.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Nei, eg gevi einki nýggjárslyfti, sigur Elna Johannesen, sum ynskir øllum eitt eydnuberandi ár - við hesum orðum:

 

* Hoyr tað jaliga, sum verður sagt heldur enn tað neiliga.

 

* Legg til merkis tað, sum verður gjørt - í staðin fyri tað, sum ikki verður gjørt.

 

* Minnst til tær góðu løturnar - ikki goyma upp á tær minni góðu.

 

* Vís umsorgan - Ikki bara vænta at fáa.

 

* Flenn eftir bagatellum - Ikki gremja teg um smálutir.

 

* Fái fram tað besta í hvørjum øðrum. Lívið er stutt, men gleðirnar kunnu vera nógvar.