- Eg vil heimaftur til Føroya at búgva

Føroysku rækjuskipini, sum hava verið útistongd í kanadisku havnunum í longri tíð, hava týdning fyri Ný Foundland, nú tey aftur kunnu leggja veiðina upp og keypa útgerð har yviri. - Men tað er stórur munur á nú, og tá nógv skip, eitt nú føroysku saltfiskalínuskipini, komu higar. Tá høvdu ikki bara landararnir arbeiði, men eisini tey, sum stóðu við barrdiskarnar, sigur havnarmaðurin, Martin Andreasen brosandi

Samrøða

 

53 ára gamli Martin Andreasen úr Havn hevur búð yviri í Harbour Grace í Ný Foundlandi í 20 ár. Hann er giftur har yviri, og Martin og konan eiga saman eina 17 ára gamla dóttir. Kona og dóttir hava bert verið í Føroyum einaferð øll hesi ári, men Martin plagar sjálvur at vera í Føroyum umleið triðja hvørt ár, tá skipið, hann er við, er á beding.

- Eg fylgdi við rækjutrolaranum Fame í sínari tíð, tá hann endaði í Kanada. Helmingurin av manningini skuldi vera kanadisk og helmingurin føroyingar.

Martin sigur, at í eitt ella hálvt annað ár sigldi hann har yviri og ferðaðist millum Kanada og Føroyar, men sum tíðin leið, fann hann sær konu í Ný Foundlandi. Tey búsettu seg í Harbour Grace, har nógvir føroyingar gjøgnum ár og dag hava verið.

 

Verfaðir fiskimaður

- Pápi til konu mína er úr St. Pier í Ný Foundlandi, sum er franskt. Hann sigldi í sínari tíð saman við fleiri føroyingum í Kanada, eitt nú við Hvítanesi og Hvilvtenni. Honum dámdi væl føroyingarnar, og teir hildu nógv av honum. Verfaðir kennur soleiðis nógvar føroyingar, sum framvegis vitja hann, tá teir eru í landi. Ein føroyskur fiskimaður var soleiðis og vitjaði hann í gjár, tá eg tosaði við hann í telefon. Verfaðir plagar at fáa tár í eyguni, tá hann sær føroyingarnar aftur.

Spurdur, um aðrir føroyingar eisini búgva um hansara leiðir í Ný Foundlandi, sigur Martin, at hovbingurin, Arnbjørn Hammer, er ein – og Hallur Anthoniussen av Toftum ein annar.

- Tað er stuttur teinur ímillum okkum tríggjar, kanska einar 10 minuttir í bili til Hall, sum býr í býnum Carbounear. Arnbjørn býr eisini her í Harbour Grace, sum er ein býur við eini 5.000 fólkum. Vit síggjast javnan, tá vit eru heima í senn.

Martin sigur, at Arnbjørn var ein av monnunum, sum í síni tíð fylgdu við Fame til Kanada, men hann búsetti seg seinni í Harbour Grace.

- Hallur siglur við gamla Ango. Hann er giftur, og tey eiga eina dóttir.

Hann vísir á, at tá føroysk skip eru inni í Ný Foundlandi, fáa teir javnan vitjan – og ofta eisini føroyskan mat frá føroysku sjómonnunum.

- Arnbjørn hevði soleiðis fingið turran fisk og spik í vikuni, nú føroysk skip eru inni har yviri.

 

Rækjur og svartkalvi

Martin Andreasen siglir við einum stórum kanadiskum/ donskum rækjubáti við toftamanninum, Williami Hansen, sum skipara.

- Atlantic Enterprise er ein lutfalsliga nýggjur bátur, sum lastar eini 670 tons av rækjum – ella eini 1000 tons av svartkalva.

Hann sigur, at skipið í ár hevur havt loyvi at fiskað 7.000 tons av rækjum og stívliga 2.000 tons av svartkalva – alt í kanadiskum sjógvi.

Martin siglir vanliga sum verksmiðjuleiðari, men hevur eisini eina navigatiónsútbúgving, sum liggur onkustaðni ímillum heimaskipara og skipara – eftir føroyskum mátistokki.

- Eg eri onkran túr við sum stýrimaður, men mær dámar betri á verksmiðjuni enn á brúnni.

Hann letur annars væl at gongdini við fiskiskapi í kanadiskum sjógvi, og hann letur eisini væl at inntøkuviðurskiftunum hjá manningini.

- Vit eru nakrir umborð, sum eru fastløntir. Tú kanst altíð hugsa tær meira, enn tú fært, men vit hava góða fortjenastu. Eg vænti, at parturin hjá dekkara í ár man liggja um einar 400.000 krónur.

Túrarnir hjá Atlantic Enterprise liggja vanliga um einar 3-4 vikur hvør, og menn eru vanliga umborð í tveir túrar – og síðan í landi í tveir. Tá teir eru á svartkalvaveiði, kunnu túrarnir gerast nakað longri.

Tvær manningar hoyra til skipið; tá teir eru á rækjuveiði, er talið 28, og tá teir eru á svartkalvaveiði, er talið 30.

- Rækjurnar verða kókaðar ella ráfrystar – alt eftir støddarskiljing og marknaði, og svartkalvin verður skráskorin og pakkaður í 12 kilo stórar eskjur.

Hann sigur, at tá rækjufiskiskapurin er góður, og alt gongur væl, kunnu teir fáa millum 50-70 tons av rækjum í lastina um samdøgnið – og besta samdøgnið, hann veit um, er 82 tons.

Rækjurnar verða skildar í tilsamans sjey støddir.

Eitt, sum Martin nevnir og sum tykist áhugavert, er, at teir eisini taka, reinsa, frysta og pakka smáu svartkalvahøvdini, sum verða seld til Kina fyri einar 16 krónur fyri kilo. Í Kina verða høvdini brúkt til suppu.

- Eg fór umborð á Atlantic Enterprise, tá hann var nýggjur fyri sjey árum síðan, og øll hesi árini hava vit eisini gagnnýtt svartkalvahøvdini, sigur hann.

 

Beiggin doyði

- Sum eg nevndi í áðni, havi eg verið heima í Føroyum umleið triðja hvørt ár, og so havi eg eisini verið heima, tá okkurt hevur verið í familjuni. Eg var soleiðis í Føroyum, tá pápi mín, Børge Andreasen, doyði í 1996 – og eisini nú beiggi mín, John Andreasen, doyði.

Martin sigur, at orsøkin til, at hann nú er heima í Føroyum aftur, er, at hann hjálpir familjuni við ymiskum praktiskum viðurskiftum, sum skulu gerast.

- Tað gekk so skjótt við beiggja mínum, sum doyði av krabbameini – bert nakrir fáir dagar frá tí, at hann føldi seg illa til passar, til hann var deyður. Hetta var svárt, leggur føroyski fiskimaðurin í Harbour Grace aftrat.

Hann sigur, at sjúkan hjá beiggjanum byrjaði við, at hann kendi kvalmu á sær og helt seg hava influensu.

- Eg var júst komin aftur av skipi. Vit tosaðu í telefon, og eg bað hann fara til lækna, so hann fekk okkurt fyri sjúkuna. Tað fór hann, men boðini, hann fekk, var, at hann hevði krabbamein. Nakrar fáar dagar seinni var hann deyður, bert 58 ára gamalur.

Læknarnir søgdu, at John hevði krabbamein í livrini, og at hetta var farið út í blóðið.

- Mamma mín Ragnhild, sum er ættað úr Funningsfirði, livir og býr á Tjarnagarði, sigur Martin.

 

Leingist heimaftur

Martin sigur, at tað er væl bíligari at liva yvir í Harbour Grace, enn tað er í Føroyum, og skatturin har yviri er eisini væl lægri.

- Bensin og olja kosta umleið ein helming av tí, tey kosta í Føroyum. Prísurin á bensini liggur um 4,70 krónur fyri liturin, og er á veg longur niður. Tá prísurin á bensini var hægstur, lá hann kortini um 7 krónur fyri liturin. Oljan í Ný Foundlandi kostar umleið tað sama sum bensin.

Vit spurdu eisini Martin, um hann hevur ætlanir um at vera búgvandi í Harbour Grace, men her er hann rættiliga avgjørdur.

- Nei, eg vil ógvuliga gjarna heimaftur til Føroya at búgva. Eg haldi, at tær leingist meira, so hvørt árini ganga. Her yviri er ikki nógv, arbeiðsloysið er stórt, men hevur tú góðan kjans við skipi – á eitt nú rækjuveiði ella krabbaveiði, sum er vertíðarveiða, er gott at búgva í Ný Foundlandi.

Í krabbavertíðini hevur hann verið onkran túr á krabbaveiði, tá hann hevur havt frítúrar við Atlantic Enterprise.

- Eg var soleiðis onkran krabbatúr í summar, og hetta dámdi mær stak væl.

- Eg haldi, tær leingist meira, nú internetið virkar so væl, og tú kanst fylgja væl við í tí mesta, sum fyriferst her heima á klettunum.

Spurdur, um hann kann vænta sær, at konan tímir heim til Føroya at búgva, sigur hann, at tað roknar hann við.

- Í løtuni er tað soleiðis, at foreldur hennara ikki eru so frísk, og mamman livir ikki væl, men eg trúgvi, at tá tey ikki eru meira, vil hon flyta heim til Føroyar at búgva.

Martin sigur, at tað tekur umleið ein tíma at koyra úr Harbour Grace til høvuðsstaðin í Ný Foundlandi, St. Johns, har eini 250.000 fólk búgva.

- Har eru vit ofta, tá eg eri heima, leggur hann aftrat.

Hann heldur, at samlaða fólkatalið í Ný Foundlandi man liggja um eini 600.000.

Tað er kostnaðarmikið at ferðast úr Ný Foundlandi til Føroyar, og tá Martin kom heim hesaferð, ferðaðist hann í tilsamans 24 tímar, tí hann noyddist at bíða so leingi á summum plássum.

- Eg kom heim til Føroya 17. november og fari avstað aftur 13. desember.

Ein ferðaseðil heim til Føroya og yvir aftur til Ný Foundlands kann liggja ímillum 10.000 og einar 20.000 krónur – alt eftir, hvussu tú ferðast, og hvørjum tú ferðast við.

 

Fáa føroyskan mat

Martin veit at siga, at føroysku rækjuskipini, sum nú aftur sleppa inn í kanadiskar havnir, vanliga leggja veiðina upp og taka útgerð í býnum Bay Roberts, sum liggur einar 10 minuttir í bili úr Harbour Grace.

- Vit síggja javnan rækjuskipini Arctic Viking, Fríðborg og Havborg. Tað er felagið More Fish, sum umboðar skipini í Ný Foundlandi, og hetta er sama felag, sum hevur umboðað skipini í mong ár. Í Bay Roberts er frystihús, sum tekur ímóti rækjunum, og tá skipini landa, hava landarar í býnum arbeiði, sum teir eru fegnir um.

Hann sigur, at føroysku skipini, sum hava verið útistongd í kanadisku havnunum í longri tíð, hava týdning fyri økið, nú tey aftur kunnu leggja veiðina upp og keypa útgerð.

- Men tað er stórur munur á nú, og tá nógv skip, eitt nú føroysku saltfiskalínuskipini, komu higar í síni tíð. Tá høvdu ikki bara landararnir arbeiði, men eisini tey, sum stóðu við barrdiskarnar sigur Martin Andreasen brosandi.