ferðaðust fólk ikki so nógv sum nú á døgum. Nú á døgum kann hetta samanberast við eina Amerikuferð. Vit komu í øllum góðum til Keypmannahavnar og skuldu búgva umborð á »Fregatten Jylland«, sum lá við Islands [...] próstur, vildi hitta meg. Hann hevði spurt, um nakar av bóndafólkunum á Ryggi var við. Eg fór so úr bátinum upp á brúnna at heilsa upp á Gudmund Bruun, henda sera dámliga og vinsæla mann, ið tók ímóti mær [...] urtagarðinum hjá Gudmundi. Aftaná vórðu tiknar myndir av okkum á prestagarðstrappuni. Annars vóru vit útferðir ymsa staðni á Fjóni. M.a. vórðu vit boðin á slottið, Tidselholt. Eisini har varð borðreitt fyri okkum
eitt størri trýst á búskapin So hvat konjunkturið viðvíkur, so er sostatt eingin eyðgivin loysn uppá íløguspurningin, og tí má hann svarast við konkretum grundgevingum. Vit hava víst á, at við teirri gongd [...] ovurstórt trýst á tann lítla og viðkvæma føroyska búskapin? Vit halda ikki, men sakna grundgevingar frá teimum, sum halda tað øvugta. Í »Vágatunnilin ? ein lýsing« var dentur lagdur á at lýsa projektið [...] ferðslan verður meiri enn í dag. Í eini grein í Dimmalætting herfyri var staðfest, at tunnils-projektið í Ålesund hevði eitt dundrandi undirskot, uttan at hetta á nakran hátt varð koplað til Vágatunnilin. Tað
við Hvannasund. Smoltið verður flutt av oynni á heysti og á vári. Vegna tað lítla strandfaraskipið ið vit hava, vóru vit noyddir at byggja okkum ein brunnbát á Tórshavnar skipasmiðju fyri 2,5 milliónir kr [...] at sigla uppá Svínoynna, alt ov lítil og siglir ov seint. Solomon prestur skrivaði eina ferð í Dimmalætting um vandan, ið kundi standast av, at »Másin« bert hevur ein motor og dagliga siglir framvið bjørgum [...] óhappið hendir nettup tá ið tað ikki skal. Ikki er ringt at ímynda sær, hvat tá kann henda. Stjórin á Strandferðsluni sigur við Sosialin 30/12 »Vit og klassin eru sannførd um, at tá ið alt hetta er gjørt
í 1990-unum, beint ímóti støðuni, sum limirnir høvdu gjørt greitt á landsfundi um, at ongar forverringar av sáttmálanum kundu koma upp á tal, skrivaði undir sáttmála, har nógvir fiskimenn komu at vera nógv [...] kunnu lesa ársfrágreiðingina hjá Fiskimannafelagnum, sum løgd varð fram á ársfundinum tann 29. og 30. desember 1994, har Óli Jacobsen á síðu 5 viðurkennir, at?kom hesin sáttmáli at merkja skerjingar hjá f [...] Vit síggja tó, at tá Óli er mest óndsinnaður og grovur í sínum álopum á fakfelagsrørsluna, so torir hann ikki at seta sítt navn undir illgitingarnar og útspillingarnar, men fjalir seg aftan fyri sokallaða
landsstýrið meir enn eina ferð hevur boðað frá, at tað ikki vil samráðast við donsk fakfeløg. Dimmalætting sigur frá Peturi Petersen, at samráð merkir tað sama sum hoyring, og er hetta ikki satt. Eitt [...] Peturi Petersen, aðalstjóra, til fundar. Men klokkan 11 komu boðini: Myndugleikarnir vilja ikki koma á fund, fyrr enn vit hava tikið arbeiðið uppaftur(!). T.e., landsstýrið og embætismenn tess sýna lítlan
møguleika at vera á nevnda tingfundi. Annars fáa tingmenn uttan fyri Havnina eina serliga viðbót, sum m.a. skal dekka ferðaútreiðslur til allar tingfundir. Nú hava hesi 20 fakfeløgini heitt á limirnar um ikki [...] fiskimonnum, má roknast við, at Ingeborg Vinther hevur greitt fundarluttakarunum frá, at hon als ikki møtti á tingfundi, tá málið fekk 3. viðgerð og varð endaliga samtykt tann 30. desember. Fundarluttakararnir [...] avgerandi atkvøðugreiðslan fór fram møtti Ingeborg als ikki upp og atkvøddi tískil heldur ikki. Í »Dimmalætting« týsdagin sigur hon, at »hetta hevði sína forkláring. Hon slapp ikki norð um fjørð til tingfund
arbeiðið niður ein lúsa dag og at hava eina einkisigandi mótmælisgongu, har eg sjálvur samb. »Dimmalætting« var ein av høvuðsskurkuum. Tað er eyðkent fyri hesa forsamling, at hon skiftir grundgeving eins [...] sum mótmælini vóru bend ímóti, men »fíggjarpolitikkinum hjá landsstýrinum«. Tað kom tó greitt fram á fundinum, at tað vóru fiskimenn og tess felag, sum vóru fíggindin. Eitt spennandi hendi tó: Havnar [...] verkfalli móti sínum egnu limum, sum arbeiða uttanlands. Hetta man vera eindømi í heimssøguni! Nú aftan á kunnu øll hesi feløg staðfesta, at hóas tallar tær ómetaligu kreftir, sum eru brúktar í hesum máli við
Tørvurin er stórur. Sum eitt hugskot mæli eg til, at ein orðabókabókastovnur verður settur á stovn, t.d. á Føroyamálsdeildini. Hetta hevði so kunnað gjørt tað møguligt hjá okkara kæru málfrøðingum - við [...] taka sær av orðabókaarbeiðinum. Hølistrupulleikar eru á Føroyamálsdei í dag, so neyðugt er við einari útbygging. Men tey, sum fáast við orðabókaarbeiðið á Føroyamálsdeildini eiga eisini at gera vart við hesi [...] li hevði verið settur á stovn í Havn hevði verið mítt besta uppskot. Tað hevði bøtt mikið um málvansarnar og verið fjølmiðlafólki at miklum gagni. At tríva í málreglurnar av og á er altíð ein góður tanki
førum bert finst á bókasøvnunum. Eitt annað, ið eisini ávirkar vitjanina á bókasøvnunum er, at í dag er alt meiri vanligt, at bert fáar bøkur verða keyptar til ávís evni, og so verður heitt á næmingarnar [...] allan heim Eitt annað, ið hevur vundið nógv upp á seg, eftir at fólk hava varnast Internetið hjá landsbókasavninum, er, at fyrispurningar javnan koma á netinum. Í flestum førum er hetta fyrispurningar um føroyskar [...] givið út á føroyskum, so ella so. Prentsmiðjurnar hava eina beinleiðis ábyrgd av at lata landsbókasavninum eintøk av øllum, teir prenta. Men sjálvandi eru ikki bert bøkur á føroyskum máli at finna á lands
starvast á Føroyamálsdeildini og undirvísir á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Jeffrei Henriksen er fyrrverandi lærari á Føroya Læraraskúla. Annfinnur í Skála er lærari í søgu og enskum á Føroya [...] og HF-skeiði í Hoydølum. Randi Jacobsen er blaðkvinna á Sosialinum, men fer í næstu viku í starv á Dimmalætting. Katrin Næs Simonsen er lærari á Eysturoyr Studentaskúla og HF-skeiði og arbeiðir eisini [...] málnevndin hevur sína egnu skrivstovu, sum er á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbsgøtu 16. Tann, ið vil hava fatur á málnevndini kann ringja tel 12397 ella faksa á nummar 18448. Til ber eisini at senda nevndini