eisini ein málverja, sum er verdur at leggja til merkis. Fyrr í ár kom Pól Jákup Poulsen á vøllin móti kollfirðinum, og ta ferðina vendi hann einum hóttandi tapi, við tað at hann tó alt, sum mótstøðuliðið royndi [...] fingið fótin fastan, hevði heimaliðið lagt seg á odda við nøkrum málum, og onga løtu í dystinum hevði tú varhugan av, at sigurin hjá heimaliðnum var í vanda. Hetta var tó ikki orsakað av, at teir á heimaliðnum [...] langt millum løturnar, tá strandingur sýndu, hví flestu hondbóltsáskoðarar meta, at hetta er liðið, sum leikar vakrasta hondbóltin í Føroyum. Góð málmansavrik Skulu nakrir leikarar verða tiknir fram um,
um hjálpina, sum forbønin frá øðrum veitir. So er tað spurningurin um trúgv. Mótstøðufólk av forbøn spyrja ofta, fyri ikki at siga altíð: Hvat so við teimum, sum biðið verður fyri og sum ikki verða grødd [...] teimum: ?Tú vantrúna ætt! Hvussu leingi skal Eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal Eg tola tykkum?? Markus 9:19. Ein erligur máti at koma til Jesus við sínum trupulleikum er at koma sum hin pápin, sum rópti [...] Dánial á Dul Jacobsen Spurningurin hevur støði í umrøðuni av einum afrikanskum trúboðara, sum hevur verið umtalaður í donsku, kristnu vikuavísini Udfordringen. Nú veit eg ikki heilt vist, hvønn afrikanara
at tann sølan, sum fáu framleiðararnir í Føroyum fara at hava til fyrst og fremst ferðafólk í sambandi við rundvísingar, fer at føra til drukk í Føroyum, er sjálvandi burturvið. Tað, sum framleiðararnir [...] í Rúsuni seinni” nyttar ikki. Tað er í løtuni, tá tú ert blivin hugtikin av upplivingini av framleiðslu, søgu og frásøgn frá skaparunum aftanfyri, at tú hevur hug til at keypa eitt ferðaminni. Seinni er [...] skuldi brúka so nógva tíð upp á eitt mál, sum er so lítið samanborið við onnur stórmál í samfelagnum. Hetta er ein sera lítil broyting í verandi lóggávu, sum ikki kann væntast at hava neiligar fylgir í
Tað tóktist leygardagin sum um tær vóru eins fegnar um hetta FM heitið, sum tær hava verið um øll hini. Og royndasti KÍ spælarin, Bára S. Klakstein, er ikki í iva um, at soleiðis er tað. ? Eg hugsaði um [...] tað, tá ið tú komst á 1. lið? ? Í Europa Cup síggja vit, at tað er langt á mál hjá okkum, um tað kann tosast um at koma á mál, men støðið fyri fimtan árum síðani kann ikki sammetast við tað, sum vit nú spæla [...] ikki hugsað um at gevast. ? Burtursæð frá Paulu Mikkelsen, sum er farin av landinum, so tosar eingin um at gevast. Vit eru tríggjar á liðnum, sum eiga børn, men við góðum stuðli heimanífrá og familjuni annars
Allastaðni á G! sást tú fólk við stuttligum knappum í oyrunum, sum fingu bros og viðmerkingar við á vegnum, har tey komu. Eisini klædnabúðin hevði eitt natúrligt pláss á einum festivali sum G!, har villar t-shirts [...] válkaðu sær í svansi, sum fólk bara høvdu tveitt frá sær. Tær høvdu sítt egna afterparty á G! Minti mest um eitt ruskpláss í onkrum fátækrabýlingi í 3. heiminum. Neyðars gøtufólk, sum skulu sópa alt upp. [...] Dánial Hoydal Hóast G! fyrst og fremst er tónleikur, er tað eisini so sera nógv annað. Serliga í ár, tí fleiri nýggir, spennandi sølubásar, framsýningar, framførslur, pallar, matsølur og so framvegis løgdust
ja, tað verður helst sum hjá norska sjómanninum, tá hann setti fløkjustampin “det greier seg i sjøen”. Men við hesum er Eysturoyartunnilin ikki privatur longur. Nú skal landið, tú, eg og vit øll gjalda [...] Sjálvur má eg siga, at ongantíð áður, í míni livitíð, hevur politiska veðurlagið verið so ørkymlandi sum tíðin síðani seinasta løgtingsval. Fyrr var politiska hámarksferðin so nøkulunda avmarkað av sunnum [...] við orðið og setur tískil eina reyða striku undir. Stundir vóru als ikki hjá nøkrum at umhugsa nakað sum helst í hesum høpi, men politiskt hevði tað als ongan týdning, tí minst til, MAKTIN varð varðveitt
verða so nógvar. Vart tú ikki pappitist, so hoyrdu foreldrini kanska til ein politiskan flokk, sum ikki altíð var tónleikur hjá øðrum. Pápin kanska drakk ov illa, ella var tað tí, at tú vart tjúkk ella reyðhærd [...] rættiliga hjartaleys, men tey eru sum oftast líka skjót aftur við eini kærleiksfullari innbjóðing til spæl. Og ein týpiskur endi fyri eina søgu sum hasa um Mariu, sum ikki vildi spæla við Dánjal tí hann [...] Brøðrasamkomuni. Tað er eitt gott dømi um tollyndi, sum er í dag, og sum ikki hevði komið upp á tal fyri bara eini 50 árum síðani. Tann frástøðan, sum mangan var øgilig millum serliga Fólkakirkjuna
samanspæla, og Tórður Holm hevði eitt fínt skot, sum Dejan Milanivoc sneiddi út um samankomingina, men tað knípti ov ofta at velja lættastu loysnina, og sum tað leið móti endanum var tað sjón fyri søgn, at [...] stigini, og tað fer stevnusteypið, sum teir eisini vunnu, altíð at minna teir á. Men hvat spælinum viðvíkur, so fara teir í NSÍ ikki at síggja aftur á henda dystin sum ein av teimum mest minnisríku. Vit [...] torført móti VB verjuni, sum við røsku tvíburðunum Eyðuni og Magna Jacobsen á odda stríddist væl. Ofta spældu teir á heimaliðnum høgt og langt, og tað er ikki serliga heppið, tá tú á miðvøllinum hevur ein
Tá tú ert á oddaliðnum, so er viljin hjá øllum mótstøðumonnunum serliga stórur at vinna á tær. Og tá tú spælir á oddaliðnum, so hevur tú oftast hepnið við tær. Vit hoyra ofta tikið til hetta, og í báðum [...] Við teimum báðum á odda og við fløtum bóltum um beinini á HB miðverjuni, sum trívist best, tá teir fáa bóltin í høvdið, men sum tykist ótryggari, tá spælt verður rundanum teir, megnaði NSÍ at seta dám [...] máttleysir. Í veruleikanum vóru tað bara Dánial Hansen og Sjúrður Jacobsen í verjuni, Kári Hansen og Eyðstein Skipanes á miðvøllinum, og so Gert Langgaard, sum var fluttur fram í spíssin, ið kundu vera
hvat fólk halda um ársins G!festival. Hví ert tú á G!? Tað er næstan ein traditión og so er stemmingurin eisini so góður. Harumframt er tónleikurin nakað, sum mær dámar. Hvat er tað besta við G!? Tað er [...] siga, men kanska eru vaktirnir at sindur smáligir við hvørt. Hevur tú skorað á G!? Ja, fyri tveimum árum síðan. Hvussu nógv hevur tú drukkið? Í dag havi eg onki drukkið, men tað verður nokk okkurt um eina