»Baptist? Tað er ein erlig sak!«

 Eg var rættiliga hørm um mína útlegging av málinum um sið­semisnevndina, hóast eg helt og framvegis haldi, at Bill hevði eina stóra politiska nøs uppiborna fyri sína handfaring av nevndarvalinum. Eg var so mikið hørm, at eg frá Løgtingsins røðarapalli havi biðið hesi fýra, sum vald vóru, um umbering fyri mína útlegging av málinum, sigur Annita á Fríðriksmørk í viðmerking til Dánial á Dul Jacobsen

Annita á Fríðriksmørk

Dánial á Dul Jacobsen sigur soleiðis í lesarabrævið 11. januar.:
»bert einaferð í lívinum havi eg kent meg hongdan alment út vegna munin og tað var av Annitu á Fríð­riksmørk. Hetta var tá hon, saman við øðrum, østi seg inn á Bill Justinussen, tí hann hevði valt meg og onnur í vísindasiðsemisnevndina. Hetta hóvaði, vegna sama mun, ikki henni.«
Tað er rætt, at eg gjørdist ill um valið hjá Bill Just­inus­­sen av vísindaligu sið­­semisnevndini á sinni. Eitt val, sum eg helt var óvan­liga provokerandi frá lands­stýrismansins síðu. Hetta er nú farið, og flest øll hava óivað gloymt, hvat tað var, sum alt hetta snúði seg um.
Men eg má viðganga, at eg var ov skjót úti við av­­trekkjaranum tá, við tí av­leiðing, at skotið var í so nógv rættað móti fýra óskild­igum skilafólkum, sum Bill hevði valt. Minnist meg rætt nevndi eg ongantíð nakran við navni, men tey vóru sjálv­andi løtt at finna fram til í einum so lítlum landi sum okkara.
Eg var rættiliga hørm um mína útlegging av málinum, hóast eg helt og framvegis haldi, at Bill hevði eina stóra politiska nøs uppiborna fyri sína handfaring av nevnd­ar­valinum. Eg var so mikið hørm, at eg frá Løgtingsins røðarapalli havi biðið hesi fýra, sum vald vóru, um um­­bering fyri mína út­legg­ing av málinum. Hetta helt eg meg hava skyldu til, tí hesi fýra skila­fólk­ini høvdu jú bara takkað ja fyri eitt álitis­starv, sum lands­stýrismaðurin beyð teimum. Og tá ið eg gangi út frá, at Dánjal á Dul Jacobsen ikki veit av hesi umbering, vil eg bera hana fram aftur her.

Er munur á Brøðra­sam­komununi og Fólkakirkjuni í dag?
Síðani greiðir Dánjal á Dul Jacobsen frá, hvussu hann upplivdi tað at vaksa upp sum part­ur av Brøðrasamkom­uni, har hann í ávísan mun vart happ­aður fyri sítt tilknýti til samkomuna. Men hetta var nú ikki verri enn so, sig­ur hann, at hetta eisini menti hann. Eg hugsi, at flestu før­­oyingar kenna til líkn­andi dømi, har børn ikki vildu spæla við onnur børn eina løtu inn í millum. Og orsøkirnar kundu verða so nógvar. Vart tú ikki pappitist, so hoyrdu foreldrini kanska til ein politiskan flokk, sum ikki altíð var tónleikur hjá øðrum. Pápin kanska drakk ov illa, ella var tað tí, at tú vart tjúkk ella reyðhærd. Hjá børnum verður alt brúkt, tá ið tey finna tað fyri gott ta einu lítlu løtuna. Ta løtuna kunnu tey tykjast rættiliga hjartaleys, men tey eru sum oftast líka skjót aftur við eini kærleiksfullari inn­bjóðing til spæl. Og ein týp­iskur endi fyri eina søgu sum hasa um Mariu, sum ikki vildi spæla við Dánjal tí hann var baptist, er, at hon fegin vildi spæla við Dánjal seinni.
Søgan um langommu Dánj­­­al, sum ikki slapp at verða lærari, tí at hon fór yvir til Brøðrasamkomuna, er ein syrgilig søga. Og eg trúgvi, at tær eru fleiri av slag­­num. Gangi út frá, at hetta hevur verið einaferð mill­um 1865, tá ið William Sloan kom til Føroyar, og 1920, eitt tíðarskeið, tá ið stórar broytingar fóru fram í Føroyum og árin uttanifrá vóru ógvuslig á nógvum økj­um, og vórðu hesi við til at broyta uppfatan okkara av máli og mentan og ikki minst av Fólkakirkjuni, sum hevði verið einaumboðandi her heima til Sloan kom til Føroya við Brøðrasamkomuni. Og hesa tíðina var tvístøðan mill­­um Fólkakirkjuna og Brøðra­­samkomuna veruliga trekt upp til tað ógvusliga.
Dømi eru so hinvegin eisini um, har Brøðrasamkoman var rættiliga sterk, at tú ikki vart vælkomin á ávís ar­beiðspláss, um tú ikki vart vendur um til Brøðra­samkomuna. Men alt hatta er tíbetur yvirstaðið í dag (onkur vil kanska siga: nær­um yvirstaðið). Havi sjálv verið á legu í Zarepta sum barn og verið við okkara børnum á sunnudagsskúla hjá brøðrasamkomuni. Í báð­­um førum góðar royndir, hóast eg eri heimahoyrandi í Fólkakirkjuni, har eg altíð komið at føla meg heima, tí tað er haðani, eg havi mínar røtur og barlast.
Skal ein samanbera syrgi­ligu lagnuna hjá lang­ommuni hjá Dániali við nak­að sum er aktuelt í løt­uni, so er tað støðan hjá teim­um samkyndu, har ið framstandandi embætisfólk, føra alment fram, at samkynd ikki áttu sloppið at undirvíst í fólkaskúlanum ella arbeitt í barnagørðum. Og so sigur sami maður enntá, at ein av landsstýrismonnunum hev­ur ringt til sín og givið honum sín fulla stuðul fyri tað, sum hann skrivaði í hasi greinini. Men hóast hesa søguna og støðuna í dag, so vil eg kortini halda uppá, at tollyndi millum sam­komurnar er vaksandi.
Eitt annað dømi um størri tollyndi millum sam­­kom­ur er, at tað uttan stór­vegis mótstøðu verður góð­­tikið av Fólkakirkjuni, at landsstýrismaðurin í kirkju­málum er heima­hoyrandi í Brøðrasamkomuni. Tað er eitt gott dømi um tollyndi, sum er í dag, og sum ikki hevði komið upp á tal fyri bara eini 50 árum síðani.
Tann frástøðan, sum mang­­­an var øgilig millum ser­liga Fólkakirkjuna og Brøðra­­samkomuna, er við at renna saman aftur. Vit eru ikki bangin fyri hvørjum øðrum longur, nakað sum eg annars haldi merkti tíðina eftir, at eindarmentanina var konfronterað við onnur viðurskifti  sum tíbetur komu til landið. Nú er holdn­ingur meira millum fólk, sum MC sigur í sanginum, at vit eru so »ymisk, men tó«.
At vit hoyra til hvør sína samkomu er meira tí at for­eldur og forfedrar okkara gjørdu tað, heldur enn tí, at vit ikki kunnu góðtaka nakað annað, enn tað vit sjálvi eru partur av.
So, tá ið Dánjal á Dul Jacobsen endurtekur spurn­ingin, sum hann setti mammu síni sum barn, og spyr í yvir­skrivtini til lesarabrævið »Mamma, baptist hvat er tað?« so trúgvi eg, at í dag vildi svarið bara verið at:
»Baptist? Tað er ein erlig sak!«