Dánial á Dul Jacobsen: I HAVE A DREAM

Droymi um eina tíð í Føroyum, har fólksins rødd gerst so klár og skørp, at ábyrgdin hjá teimum fólkavaldu verður so ítøkilig, at ikki ein einasti maður ella kvinna fæst at taka politiska ábyrgd uttan at vera noydd og júkaði um at gera tað.

I have a dream, men eri vaknaður til marruna.

Sjálvur má eg siga, at ongantíð áður, í míni livitíð, hevur politiska veðurlagið verið so ørkymlandi sum tíðin síðani seinasta løgtingsval. Fyrr var politiska hámarksferðin so nøkulunda  avmarkað av sunnum iva og øðrum natúrligum mekanismun. Nú er avmarkingin av politisku hámarksferðini fullkomiliga burtur. Fyri mær at síggja er hetta hent, tí at ávísir persónar úr núsitandi samgonguflokkum eru vorðnir samdir um eitt einasta aðalmál: Vit skulu í hesum valskeiðinum fyri einhvønn prís varðveita maktina og fyri hesum má alt annað víkja.

Samgonguskjalið var nóg illa rættlisið, so var flatskatturin ein veruleiki. Hetta hugtakið er so nýtt, at rættstavarin á telduni hjá mær kennist ikki við orðið og setur tískil eina reyða striku undir. Stundir vóru als ikki hjá nøkrum at umhugsa nakað sum helst í hesum høpi, men politiskt hevði tað als ongan týdning, tí minst til, MAKTIN varð varðveitt. Í sama andarhaldi, so varð skattingin av pensjónum skrumblað ígjøgnum, hóast  fakfeløg og onnur mótmæltu harðliga. Ein týðilig áminning um, hvar maktin liggur.

Veit ikki um veðrið í summar hevur verið eitt tekin um politiska veðurlagi, men meðan helvtin av landinum í vikuvís hevur sólað sær, so hevur hin helvtin ligið í svartasta mjørka.
Hesin førdi flatskattapolitikkurin, saman við kravinum um, at einki hall skal vera á fíggjarlógini í 2016, hevur sjálvandi havt við sær, at reimin mátti táttast, tað er jú so sólarklárt. Ein av teimum, sum kýtti seg at fylgja harraboðum, var stjórin á almannaverkinum. Hon fór so miðvís til verka, at tað gjørdist øllum greitt, at hetta ber ikki til. Men heldur enn at taka hetta tekinið at sær, at inntøkupolitikkurin er skeivur, so var stjórin rend til hús. Hvør skal siga, nú er trupulleikin loystur.

Men maktin krevur sín prís. Einki fæst fyri einki, so nú, tá tann annars privati Eysturoyartunnilin skal klirast í tinginum, nú gongur ikki upp. Nú mugu Sandoyartingmenn keypast fyri hálvtannaðhundrað milliónir. Hvaðani restin av milliardini til sandoyartunnilin skal útvegast, ja, tað verður helst sum hjá norska sjómanninum, tá hann setti fløkjustampin “det greier seg i sjøen”.
Men við hesum er Eysturoyartunnilin ikki privatur longur. Nú skal landið, tú, eg og vit øll gjalda fyri “fløkjustampin”.

Hava tit sagt A og B, hví so ikki siga C. Fái nú Suðuroyartunnilin avgreiddan samstundis. Alt annað er jú órættvíst. Fyri tað um suðuroyingar ongan góðan samgongulim eiga á tingi, so mugu tit vera somikið at tykkum komin, at tit ikki gevast fyrr enn tit hava funnið tær fýra til fimm milliardirnar ella meira, sum skulu til ein suðuroyartunnil, og tað má henda innan 31. august í ár. Ikki veit eg, um tit trúgva tykkum sjálvum, men hiðani skal vera sagt, at álitið á tykkum ikki bara nærkast, men er væl á veg niðurum nullpunktið.

Steðgið nú á og leggi fyribils alla tunnilsgerð til síðis. Farið síðani í holtur við at greina, hvussu vit samskipa menningina og kostnaðin av øllum samferðslukervinum í Føroyum. Tá tað nú er so strævið at brúka tað serfrøði, sum longu finst í landinum, takið so okkum borgarar við upp á ráð. Vit hava so nógvar arkitektar, verkfrøðingar og aðrar frøðingar í landinum, at tit kunnu skipa fyri eini kapping um besta hugskotið, hvussu vit føroyingar á besta og mest rættvísa hátt ferðast kring oyggjarnar framyvir.

Dánial á Dul Jacobsen