skipað fyri einum Trucker-festivali aftur komandi ár, og verður tað nokk ein størri festivalur enn hesin. Hann takkar øllum teimum ið møttu upp við bilunum og ikki minst Runavíkar Komunu, fyri at teir [...] vístu fram sínar motorsúkklur. Countrybólkurin spældi undir tiltakinum, og skipað var eisini fyri togtogan. Fyri at seta ein serligan dám á festivalin varð endað við at allir 39 bilarnir fóru ein túr til [...] eydnaðist sera væl. Við í festivalinum vóru 39 bilar, sum allir vóru væl vaskaðir og pussaðir upp og tóku seg væl út á havnarlagnum í Runavík. Leif Eliasen sigur, at hann hevði ikki roknað við so stórari undirtøku
Åge Hareide hevur vant norska landsliðið síðani 2004, men eftir vánalig úrslit í ár, takkar hann nú fyri seg. - Eg havi hugsað meg væl um, áðrenn eg tók avgerðina. Vánaligu úrslitini í ár hanga á mær,
við luttøku í kappingunum hjá teimum vaksnu við góðum úrslitum. Bogaskjótideildin takkar Statoilstøðini, Saltangará, fyri stuðulin til heiðursmerkir og steyp. Schandorff Vang Bogaskjótideildin [...] Báðar hálvfinalurnar gjørdust sera spennandi, tí tær endaðu báðar javnar og var neyðugt við eyka píli fyri at finna vinnararnar. Sjúrður og Bogi skutu 104-104. Bogi vann umskjótingina 10-9. Nikkel og Andras [...] Bronsufinalan var millum Kristoffer og Helga og var sera jøvn. Teir skiftust um at vera eitt stig framman fyri hvønn annan 28-28, 29-28, 26-28 og 29-27. Dysturin endaði við sigri til Kristoffer 112-111. Gullfinalan
vunnið ein dyst, spælt ein javnan og tapt ein. Síðsta vikuskiftið taptu teir fyri Neistanum, og tí hevði tað stóran týdning fyri VÍF at vinna dystin í Vestmanna ímóti KÍF sunnudagin. KÍF skuldi hinvegin royna [...] royna at halda góðu gongdini. Teir fingu eina ringa byrjan uppá kappingini, tá teir máttu taka til takkar við tveimum stórtapum í fyrstu dystunum. Men síðsta vikuskiftið kom vend í, tá KÍF hølvaði Kyndil [...] vaska tapið frá síðsta vikuskiftið av sær. Teir lógdu hart út, og eftir 6 minuttir høvdu teir lagt seg á odda 6-2. Vestmenningarnir tóktust ótrúliga uppsettir, meðan kollfirðingarnir sóu nakað slappir út
spurningin má svarið verða, at so leingi hann var á vøllinum, hevði hann alstóran týdning fyri dystin, og tíverri fyri strandingar var týdningurin heilt sjónligur, tá hann skaddur mátti av vøllinum um miðjan [...] enn ikki førur fyri at spæla. Sum so er tó eingin neyð á bakspælarum hjá VÍF, tí samanlagt vóru yvir fýra metrar av hesum. Sámal Joensen man vera tungur hjá flestu verjunum at byrgja upp fyri, og nýggi rumenin [...] aftur tók seg nøkur mál frá strandingunum, og í roynd og veru var eingin ivi um stigini eftir hetta. Tað tænir tó strandingum til rós, at teir ongan tíð fullu í fátt, men alla tíðina stríddust fyri síni søk
hevði roynt seg, hevði lítið veiggj verið í skotunum. Hetta broyttist í seinna hálvleiki, og tá Sóley Mikkelsen so vísti seg sum ein ósvikaliga tryggur brotskastskjútti, tók StÍF veruliga dik á seg og át seg [...] fleiri sigrar hjá kvinnuliðnum í Vestmanna, sum hevur tíðina fyri sær. StÍF mátti taka til takkar við enn einum 2. plássi, og tað hóast liðið stóð fyri besta avrikinum í dystinum, sum var at koma afturíaftur [...] r, tá liðið miðskeiðis í seinna hálvleiki var aftan fyri við átta málum. Men tær blivu aftur ov stuttar, og nú kann ein spyrja seg sjálvan, um tað liggur ein illur andi yvir liðnum, sum ofta hevur havt
Áskoðararnir fingu spenning fyri allar pengarnar, tá kvinnuliðið hjá VÍF vitjaði í Klaksvík leygardagin. Meginparturin av teimum vóru klaksvíkingar, og teir fóru væl nøgdur heim aftur eftir ein góðan og [...] undirhaldandi dyst, sum Stjørnan vann 28-27. Tað var annars VÍF, sum kom betur frá byrjan og legði seg á odda 2-0 og seinni eisini 6-2. Ioana Rapa og Jacklin Durhuus vóru sum vanligt raskastu málskjúttarnir [...] r hjá VÍF, og bara í fyrra hálvleiki skeyt Jacklin seks mál. Høgra verjusíðan hjá Stjørnuni vísti seg eisini at vera veika punktið hjá klaksvíksliðnum fyrra umfarið, men tá heimaliðið móti endanum av fyrra
tað sum um hann hevur broytt stíl, eins og Peter Heine gjørdi fyri 3 árum síðani, og úrslitið sæst hareftir. Curt solo Eftir at Peter Heine fyri tveimum árum síðani yvirhálaði Curt á ratinglistanum, hevur [...] leikti hann skeivt og misti rók fyri bisp. Skelkurin varð somikið stórur, at longu fáir leikir seinni misti Curt eina finnu, og gavst. Tískil mátti Curt taka til takkar við deildum fyrsta plássi. Endaliga [...] eftir góða úrslitið í kappingini. Tað varð eingin sum væntaði, at Curt fór at takast aftur. Hann legði seg á odda í 3. umfari, og fram til níggjunda og seinasta umfar hevði hann trygga leiðslu. Munurin var
Um vikuskiftið luttóku fleiri føroyingar í DM fyri ung í frælsum ítrótti, ið varð skipað fyri í danska býnum Skive. Felags fyri íðkararnir var, at teir allir venja við felagnum Treysti. Hóast einki gull [...] gjørdu vart við seg. Julian Gregersen hevur víst góðan form í føroysku kappingunum seinastu vikurnar, og í Danmark eydnaðist tað honum at taka eitt av metunum frá Marnari Djurhuus, ið fyri nøkrum árum síðani [...] eydnaðist tað Oddvør Josepsen at renna í mál til eitt flott 2. pláss og harvið silvursheiðursmerki í DM fyri ung. Tað er tó ikki bara í renning, at føroyingar vinna heiðursmerki. Óluva Allansdóttir Joensen var
Hetta eru tvey av fleiri liðum, ið kunnu væntast at gera seg galdandi. Serliga hevur EB/Streymur víst góðar taktir, ikki minst í Stórsteypadystinum fyri tveimum vikum síðani, men eisini Víkingur hevur ætlanir [...] ætlanir um at koma langt í ár. Í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið fyri viku síðani syrgdu hesi bæði liðini fyri, at Havnin einki lið hevur í steypakappingini longur, tí EB/Streymur vann á B36 [...] fjør mestsum alla tíðina, men tá avtornaði fór HB avstað við meistaraheitinum og NSÍ mátti taka til takkar við triðjaplássinum. Dystirnir millum hesi bæði í Runavík kunnu enda við hvørjum sum helst, og so