Jákup Mørk
StÍF-VÍF 22-27
Tað kendist hjá mongum, sum um var talan um ársins fyrsta toppdyst, tá StÍF og VÍF hittust inni á Skála sunnudagin.
Undan hesum høvdu bæði liðini staðið seg avbera væl, og tosið gekk longu heitt um, at ein komandi føroyameistari skal finnast millum hesi bæði. Ikki minst var spenningur um, hvussu leikandi strandavenjarin, Costin Dumitrescu, fór at roynast, nú mótstøðan kom frá einum oddaliðið.
Dyggur smeitur hjá StÍF
Upp á hendan seinasta spurningin má svarið verða, at so leingi hann var á vøllinum, hevði hann alstóran týdning fyri dystin, og tíverri fyri strandingar var týdningurin heilt sjónligur, tá hann skaddur mátti av vøllinum um miðjan fyrra hálvleik.
Fram til tá hevði talan verið um ein serstakliga javnan dyst, har millum lítil og eingin munur var á liðunum. Leikandi venjarin hevði verið við í so at siga øllum teimum málum, sum StÍF hevði fingið, og tað, at vestmenningar royndu at ansa honum, gav sjálvsagt betri umstøður hjá hinum leikarunum.
Hjá VÍF var merkisvert, at Áki Olsen ikki var tøkur. Hann meiddi sær fótliðið móti Kyndli, og er enn ikki førur fyri at spæla. Sum so er tó eingin neyð á bakspælarum hjá VÍF, tí samanlagt vóru yvir fýra metrar av hesum. Sámal Joensen man vera tungur hjá flestu verjunum at byrgja upp fyri, og nýggi rumenin hjá VÍF, Negru Nánut, er uppaftur størri, so har er í øllum førum nakað at hugsa um hjá mótstøðumonnunum.
Ja, somikið langt stinga teir báðir seg upp, at Sjúrður Holm, sum annars ikki er nakar lítil maður, tóktist nærum svunnin í einki við síðuna av hesum báðum risunum.
Sum nevnt, so var talan um ein sera javnan dyst, fram til Costin Dumitrescu noyddist av vøllinum, men eftir hetta byrjaðu vestmenningar beinanvegin at dragna.
Ikki tí, munurun gjørdist ikki so øgiliga stórur fram til hálvleikin, men ein sat tó alla tíðina við varhugaðum av, at vestmenningarnir líka sum høvdu tamarhald á støðuni.
Undirhaldandi
Beinan vegin í seinna hálvleiki gjørdist hetta enn týðuligari, tá VÍf aftur tók seg nøkur mál frá strandingunum, og í roynd og veru var eingin ivi um stigini eftir hetta.
Tað tænir tó strandingum til rós, at teir ongan tíð fullu í fátt, men alla tíðina stríddust fyri síni søk, sum tó í seinasta enda vísti seg at vera vónleys.
Serliga vóru tað Johansen brøðurnir og so Marius Joensen, sum royndu at bróta ígjøgnum, og best lá tað fyri Mariusi, tá hann við fullari ferð royndi at sleppa sær framvið verjuleikaru.
Tað var annars stuttligt at síggja tvídystin millum Alexandur Johansen og John Zachariassen, sum dystaðust úti á veinginum.
Báðir hava teir sína avgjørdu styrki í álopspartinum, og hetta viðførdi eisini, at tað viðhvørt gjørdist heldur tunnligt í verjupartinum hjá teimum. Nógvir møguleikar spurdust burtur úr hesum, men hóast hetta, so vildi hvørgin av venjarunum geva seg, við at fremja nakra verjukenda útskifting. Alexandur var tó í fleiri førum óheppum í skotroyndum sínum, og hevði hann havt ein betri dag, kundi væl verið, at dysturin hevði gjørst meira spennandi.
Sterkir í verjupartinum
Sum nevnt, so hevði VÍF ein risastóran hæddarfyrimum inni á miðjuni, og hetta var eisini í stóran mun viðvirkandi til sigurin.
Serliga í verjupartinum kom hetta til sjóndar, har Artur hevði meira enn torført við at koma nóg langt upp, tá skjótast skuldi.
Í álopspartinum var fyrimunurin ikki eins týðuligur, og hann átti at verið. Sámal tykist enn ikki at hava funnið sama lagið, sum hann hevur havt tey bæði seinastu árini, og nýggi rumenin tykist ikki at hava eins stóran neyvleika, sum hann hevur styrki í høgra arminum.
Hinvegin hevur VÍF framvegis Inga Olsen, og hóast hann heldur ikki skal forsmáast fyri avrikið í verjupartinum, so koma dygdir hansara best til sín rætt í álopspartinum. Serliga kom hetta til sjóndar, tá VÍF eina løtu vóru tveir mans í undirtali. StÍF megnaði ikki at gera sær dælt av hesum, tí tá strandingar skoraðu, tók Ingi bara málið í egnar hendur, og fót einsamallur ígjøgnum verjuna. Leikandi lætt sá tað út til at vera, men neyvan hevði tað verið lætt hjá nøkrum øðrum leikara.
Tað var annars merkisvert, hvussu lítlan fyrimun StÍF fekk burtur úr teimum støðum, tá vestmenningar vóru undirmannaðir. Verjuspælið hjá gestunum var til tíðir rættiliga kontant, uttan tó á nakran hátt at vera óreint, og í fleiri førum kostaði hetta tveir minuttir á beinkinum. Hetta gjørdist tó ongantíð avgerandi fyri dystin, tí sum nevnt høvdu gestirnir tamarhald á støðuni meginpartin av tíðini.
Stórfavorittur
Eftir dystin stendur við risabókstavum sligið fast, at VÍF er fremsti favorittur at vinna FM-heitið. Gaman í er enn nakað tíðliga at gera eina endaliga niðurstøðu, men hinvegin verður sera tungt at aka vestmenningarnar í ár.
Bonkurin á liðnum tykist vera ógvuliga breiður, og til dystin sunnudagin máttu teir, umframt Áka Olsen, eisini vera Johnny Joensen fyri uttan. Kortini máttu leikarar sum Harald Bjørgvin, Rógvi Nielsen og Sveinbjørn Poulsen taka til takkar við sessum á beinkinum, og hetta sigur ikki so litið um breiddina.
Serliga mundi tað kennast stuttligt hjá Sveinbirni, tá hann móti endanum av dystinum varð sendur á vøllin. Summir áskoðarar »buuh?aðu« at honum, men teir flestu klappaðu, og hann slapp so eisini at gera eitt mál móti gomlu liðfeløgunum sínum.
Niðurstøðan er tó, at sum støðan er í løtuni, er VÍF fremsti favorittur at vinna FM-heitið.
Dysturin í tølum
Málskjúttar
StÍF: Marius Joensen 7(1), Artur Johansen7(1), Costin Dumitrescu 3, Alxandur Johansen 2, Pauli Poulsen 1, Kristjan Petursson 1, Janus Trygvason 1
VÍF: John Zachariasen 8, Ingi Olsen 7(2), Sámal Joensen 4, Martin Hummeland 3(1), Negru Nánut 2, Rógvi Nielsen 1, Sjúrður Holm 1, Sveinbjørn Poulsen 1
Brotskøst: StÍF 5, VÍF 5
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 6