Vunnu á heimabeiti

Við at vinna á Curt Hansen í seinasta umfari í Sigeman-kappingini, eydnaðist tað Peter Heine Nielsen at fáa deilt fyrsta pláss saman við júst Curt. Norska undurbarnið Magnus Carlsen varð nummar trý

Talv

Sjáldsamur vinnaravilji merktist í sterku stórmeistarakappingini í Keypmannahavn, sum endaði sunnukvøldið. Fáir skjótir javnleikir undir 25 leikir, og hinvegin nógv telving við offrum og taktiskum finessum.
Serliga vórðu tað vælkendi Tiger H. Persson, Curt Hansen og 13 ára gamli Magnus Carlsen úr Noregi ? ið júst er vorðin stórmeistari ? sum telvaðu sera fantasiríkt og settu sín dám á kappingina. Curt, sum eftirhondini er gamal í garði í slíkum kappingum, telvar vanliga heldur varið. Men ikki sást varligi stílurin aftur í Sigeman, tvørturímóti. Tíbetur tykist tað sum um hann hevur broytt stíl, eins og Peter Heine gjørdi fyri 3 árum síðani, og úrslitið sæst hareftir.

Curt solo
Eftir at Peter Heine fyri tveimum árum síðani yvirhálaði Curt á ratinglistanum, hevur Curt nú svarað aftur; undan Sigeman, hevði fyrrnevndi 2628, meðan Curt hevði 2635. Báðir fara nakað fram eftir góða úrslitið í kappingini.
Tað varð eingin sum væntaði, at Curt fór at takast aftur. Hann legði seg á odda í 3. umfari, og fram til níggjunda og seinasta umfar hevði hann trygga leiðslu. Munurin var eitt stig niður til Peter Heina, sum sjálvur lá hálvt stig framanfyri tríggjar telvarar, eitt nú Magnus Carlsen.
The Big Dane, sum Peter Heine mangan verður nevndur, hevði hvíta fólkið í sonnum endabraki móti oddamanninum. Púra óvæntað telvaði Curt stak illa, og varð blástur av talvborðinum eftir einans 24 leikir. Longu í 9. leiki leikti hann skeivt og misti rók fyri bisp. Skelkurin varð somikið stórur, at longu fáir leikir seinni misti Curt eina finnu, og gavst. Tískil mátti Curt taka til takkar við deildum fyrsta plássi.

Endaliga støðan:
Peter Heine Nielsen(2628)6,0
Curt Hansen(2635)6,0
Magnus Carlsen(2552)5,5
Alexander Beljavsky(2667)5,0
Eduardas Rozentalis(2619)4,5
Jonny Hector(2512)4,5
Evgeny Agrest(2601)4,0
Tiger H. Persson(2513)3,5
Nick de Firmian(2542)2,5
Jacob Aagaard(2400)2,5

Beljavsky, 50, leikti seg væl innaftur í hitan, eftir eina ringa kappingarbyrjan. Tó er úrslit hansara ikki nøktandi. Somuleiðis kunnu Agrest og de Firmian ikki vera nøgdir við avrikini.